TAÐ at duga at lurta og taka ting til eftirtektar er ikki øllum beskorið. Oftani hava vit so fastlæstar meiningar, at dialogurin tænir ongum endamáli. Tað eru so eisini tey, sum onga meining hava um nakað [...] til tíðarinnar tørv. Tað ger tað ikki í dag vegna skerjingum og sparingum og manglandi nýjáttanum. TAÐ fer at undra okkum um ikki allir tingmenn fara at taka undir við at byggja út LS stig fyri stig, við [...] Mistøk eru gjørd á heilsuøkinum, men tað er farið. Nú ræður um at hugsa konstruktivt. M.a. hevur formaður javnaðarfloksins greitt víst á, at tíðin er komin til at skapa LS best hugsandi umstøður. Vónandi
»Áðrenn eg kann fara á flot, má eg kanna, um mánin er til!« Men hetta hevði tann skilamaðurin Sámal Petur ikki droymt um, tí hann veit at mánin er til. Og hann veit eisini, at Kirkjubømúrurin er eitt fornminni [...] endamáls at tryggja okkum og okkara eftirkomarum, at jarðføst fornminni fáa frið (tað er hetta, sum liggur í orðinum friðing!), at tey eru undir eftirlit av sakkunnleikanum, les Fornminnisavninum (tað er tað [...] múrsins skyld at gera tað sama. Byrja so heilt av nýggjum. Lat málið um Kirkjubømúrin fáa ta sakkønu viðgerð, ið hoyrir til eitthvørt mál, har talan er um at bjarga fornminni undan týning. At fara at kanna, um
i í Føroyum. Spurningurin er, hvør tað er, sum diterarar endaliga føroyska marknapolitikkin. Er tað løgmaður, er tað uttanlandsnevndin, er tað danska uttanríkisráðið, er tað formaðurin í samráðingarnevndini [...] tí verða, at naggatódnin, sum tykist vera íkomin, hevur við sær, at málið fer til dómstólin í Haag, nakað, sum helst hvørgin parturin er fegin um. Vit hava hildið tað vera rætt av føroyingum at tvíhalda [...] hinum! Onkur vil siga, at føroysk pressa eigur ikki at viðgera slíkt, um tað kann skaða søk Føroya. TaÐ er okkara avgjørda meining, at føroyskir mynduleikar hava borið seg rætt atvið at tvíhalda um miðlinju
skulu til at hugsa um. Tað syndarliga er bert, at tann so stolti frystulínibátafloti, ið vit bygdu í Noregi fyri nøkrum árum síðani, er allur gloppin okkum av hondum aftur.Tað skal vera vón okkara, at samstarvið [...] tosað um tunfisk - um tað nú var nakað fyri okkum og um hetta fiskaslag man vera at fáa um okkara leiðir. Meira enn prát er tað so ikki vorðið. Nú sær tað ikki mætari út enn, at fremmandir gestir úr Japan [...] okkum. MEN hvussu ber tað so til, at vit ?gloyma? at hyggja kring okkum sjálvi! Hvussu ber tað til, at aðrir skulu koma úr fjarskotnum londum til Føroya og siga okkum, at her er fiskur, ið vit annars sjálvir
Fuglafirði. Hetta tí at vit halda, at væntandi støðutakanin og áhugin hjá sitandi landsstýri fyri hesum stórmáli, er einki minni enn ein skandala fyri land okkara. AT hugsa sær, at vit í Fuglafirði eiga [...] teimum til at halda fram, tá sami maður í Tinganesi antin setir fót fyril málinum ella letur tað sleppa at sovna! NÚ er nokk tosað og skrivað. Nú má og skal nakað henda. Landsstýrið hevur at fáa málið í [...] fíggjarnevndina við tað sama og seta tað í verk, soleiðis at havnin kann verða útbygd og sum so aftur kann skapa fortreytir fyri tí stóru vinnulívsætlan, sum fuglfirðingar hava. TAÐ er longu ov seint segði
við løgmann. TAÐ er einki óvanligt í tí, at ein til hvørja tíð sitandi løgmaður fær av at vita frá teimum flokkum, sum sita í andstøðu. Tað tykist heldur ikki at vera nakað ónáttúrligt í tí, at flokkar, sum [...] fyri demokratiið, at fólk í einum flokki hava møguleika til at finnast at sínum egnu. Og tora at gera tað. So er. Men tá talan er um flokk, sum situr við ábyrdini av landinum, átti hetta at fingiðonkra avleiðing [...] havast at løgmanni. Tað óvanliga í dag er, at politikarar í flokkinum hjá løgmanni taka blaðið frá munninum og alment finnast harðliga at sínum egna formanni og løgmanni. EIN kann siga, at hetta er gott
eftir øllum at døma hava mett, at tað loysir seg ikki at hava virkið í Miðvági gangandi. Tað er rætt og slætt ikki økonomiur í tí meira. Hetta er tað vit frætta, men vit frætta so eisini, at júst virkið [...] mugu heldur ikki gloyma, at miðvingar hava skip, sum avreiðir til virkið. Tað er rætt, at tað ber ikki til at hava øll tey gomlu flakavirkini koyrandi. Men tað ber heldur ikki til at geva fríu marknaðarmekanismum [...] hevur koyrt væl. Gott hevði tí verið at fingið meira greitt at vita, hvat tað er, sum liggur aftanfyri avhøvdingina av virkinum. Stjórin í Fiskavirking segði við fjølmiðlarnar í vikuni, at fyritøkan kundi
sagt okkara hjartans meining um hana, nevniliga, at her er talan um eitt ómetaliga gott høvi hjá vinnuni at fóta sær aftur og at bróta upp úr nýggjum. At troyta fiskasløg, ið svimja við strendur okkara [...] SØGAN er tann, at kommunan og vinnulívið í Fuglafirði nú í fleiri ár havahavt eitt ynski um at kunna fara undir at útbyggja møguleikarnar fyri at taka ímóti pelagiskum fiskasløgum fyri harvið at skaffa [...] Nú skylda allir uppá hvør annan, at einki er hent í málinum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum yppir bara øksl og sigur, at hetta er nakað, sum hansara kollegar áttu at tikið sær av osfr. Formaður sa
húsið at hava hægsta prioritet. Heldur enn flytingar eigur sjúkrahúsið at verða bygt út. VIT halda, at Tórsvøllur eigur at gerast. Tí halda vit tað vera burturvið, tá ávísir politikarar royna at føra hetz [...] avdúkandi, at tað einasta rætta var, at samgongan tók avleiðingarnar og legði frá sær. Hvar í allari víðu verð kundi tað hent, at fyrst fíggjarmálaráðharrin leggur eftir sínum medráðharrum fyri at hava sovið [...] inklusiv løgmann sekir - er skúladømi um vánaligt arbeiði og tað er í veruleikanum at halda bæði tingmenn og Føroya fólk fyri gjøldur og tað turra spott. TÍ orðaskifti um fíggjarlóg eigur at kunna byggja á nøkur
hátt, at tað eru bretar, sum hava mest skund at fáa eina loysn, tí oljuvinnan leggur trýst á stjórnina fyri at sleppa út í tað umstrídda ?Hvíta økið?. Spurningurin er hvørjum tú skal trúgva. Tað er neyvan [...] útsett nakað. Tað er stórur spenningur millum oljufeløg um hvat fer at henda bæði við marki, lóggávu, útbjóðing og treytum. Vit kunnu rokna við, at tað vera fleiri oljufeløg, sum als ikki fara at bjóða í eini [...] kann ein gera ta niðurstøðu, at bretar hava als ongan skund við at fáa eina avtalu við føroyingar um markið. Taktikkurin hevur verið og er at fáa tað at síggja út sum, at teir hava skund, men í veruleikanum