Múrarmálið ? vit, skil og sakkunnleiki

MENTAMÁLARÁÐHARRIN er vassaður so langt út í málinum um Kirkjubømúrin, at hann nú tekur til tey ikki ókendu ráð at vassa enn longur út. Hann er nú í ferð við at vaða út, har hann ikki grynnir. Ikki løgið, at almenningurin og sakkunnleikin standa spyrjandi. Hvat er hetta alt fyri nakað? Hava vit ikki fingið bygnaðarbroytingarnar júst fyri at forða fyri, at landsstýrismenn taka avgerðir uttan eitt minstamál av málsviðgerð?

HAVA vit ikki enn fingið nóg mikið av sterkum monnum, sum halda seg automatiskt fáa skil fyri øllum í somu løtu, teir gerast landsstýrismenn? Er hetta tann nýggja og betraða rættartrygdin, at ein landsstýrismaður einvíst tulkar lógirnar, sum tað passar honum? Er einaveldið komið aftur í politiska hásætið?


NÚ má vit, skil og sakkunnleiki aftur takast í álvara her á landi. Nú mugu embætismenninir sláa nevan í borðið og siga Sámali Peturi, at eitt minstamark av sakligheit má leggjast til grund fyri mentanarpolitiskum avgerðum. Vit skilja væl, um landsstýrismaðurin innast inni er illa við av sínum egnu mistøkum í múrarmálinum. Mistøk er milt sagt, tí sjáldan er eitt mál handfarið so óprofessionelt sum hetta. Men lat fara. Vit skilja landsstýrismannin væl, at hann nú leitar eftir einum útvegi, fyri at sleppa burtur úr hesum hurlivasa, men hetta gerst ikki við at gera enn fleiri mistøk. Hetta gerst bert við at rætta gjørd mistøk.


VIT mæla landsstýrismanninum til at gloyma alt, sum hann higartil hevur sagt um múrin. Ger hann tað, so fara fólk kanska fyri múrsins skyld at gera tað sama. Byrja so heilt av nýggjum. Lat málið um Kirkjubømúrin fáa ta sakkønu viðgerð, ið hoyrir til eitthvørt mál, har talan er um at bjarga fornminni undan týning. At fara at kanna, um Kirkjubømúrurin er eitt fornminni er, sum longu sagt av øðrum, ein absurditet. Tað svarar til, at sjógarpurin Sámal Petur tann 27. oktober ætlar sær á flot. Hann hyggur í Álmanakkan ella eins væl í Sosialin og lesur: »Mánin longst frá jørðini«. Men sigur hann við seg sjálvan: »Áðrenn eg kann fara á flot, má eg kanna, um mánin er til!« Men hetta hevði tann skilamaðurin Sámal Petur ikki droymt um, tí hann veit at mánin er til. Og hann veit eisini, at Kirkjubømúrurin er eitt fornminni, uttan mun til hvørja forsøgu, ið hann annars hevur.


LÓGIN og kunngerðirnar siga klárt og greitt, hvussu farast skal fram í slíkum førum, her er einki at ivast í. Lógin hevur ikki til endamáls, at einhvør Hanus og Janus, sum ikki tolir sýnið av einum fornminni, ið stendur sum toft, skal sleppa at gera hesa toft til brúkshús. Lógin hevur hinvegin til endamáls at tryggja okkum og okkara eftirkomarum, at jarðføst fornminni fáa frið (tað er hetta, sum liggur í orðinum friðing!), at tey eru undir eftirlit av sakkunnleikanum, les Fornminnisavninum (tað er tað vit hava sakkunnleikan til!), at forminnini kunnu varðveitast og røkjast, soleiðis at tey kunnu gleða føroyingar og ferðandi í alla ævir. Hetta endamál kann ikki røkjast, um hægsti myndugleikisetir allan sakkunnleika og allar viðkomandi stovnar til viks, hvørja ferð onkur smartur persónur ella ørvitisknokkur fær eitt smart hugskot. Tað er júst hesum smartu og ørvitisknokkunum lógin skal verja fornminnini ímóti.


MEN um lógarinnar hægsti verji, landsstýrismaðurin, mentamálaráðharrin, setir alt til viks og gevur eftir fyri teimum smartu, so svíkur hann sína fremstu skyldu, sum er at umsita eitt málsøki eftir lógarinnar bókstavi og ikki minst hennara anda. Vit fara tí enn einaferð at heita á landsstýrismannin um at lata skil, vit og sakkunnleika ráða. Tað er eingin skomm at gera eitt mistak. Skommin er at halda fram við mistakinum, hóast øll vinaráð um at venda aftur á beina kós. Broytir Sámal Petur kós og letur málið ganga sína gongd »eftir bókini«, so tænir tað honum til heiðurs og vit skulu verða fyrst at viðurkenna hetta.