TAÐ at duga at lurta og taka ting til eftirtektar er ikki øllum beskorið. Oftani hava vit so fastlæstar meiningar, at dialogurin tænir ongum endamáli. Tað eru so eisini tey, sum onga meining hava um nakað og sum eru vingliskøltar - gera bara tað, ið onnur vilja hava tey at gera og hugsa. Hesi eyðkenni kunnu eisini brúkast um politikarar. Aktuella sjúkrahúsmálið er dømi um, at politikari dugir at lurta og harvið eisini skyna á, hvat er skilabest at gera í einum ávísum máli.
FIMMARIN í útvarpinum mikudagin varð ein staðfesting av hesi sannroynd. Landsstýrismaðurin, ið herfyri legði uppskot fram um útbygging av Landssjúkrahúsinum, segði greitt, at hann fór at koyra hetta uppskotið í pappírskurvuna og ístaðin taka til eftirtektar tað uppskot, ið felstu starvsfólkini á LS nú um dagarnar løgdu fyri landsstýrismannin í Tinganesi. Onkur vil kanska siga, at hetta er jánkasligt av landsstýrismanninum, at hann ikki kann standa við tað, sum hann hevur hildið seg til. Her eru vit ósamd og skal landsstýrismaðurin eiga rós fyri, at hann á henda hátt tekur hædd fyri tí, ið flest starvsfólk á slíkum stovni halda. Hetta er nettup dømi um, at dialogurin - tað at tað verða løgd skilagóð argument á borðið frá fleiri síðum - veruliga tænir sínum endamáli í einum demokratiskum samfelag.
EIN kann so spyrja, hví landsstýrismaðurin ikki er komin til hesa niðurstøðu fyrr - hví hevur hann havt so lítla føling við tí, sum bylgist á hesum stóra arbeiðsplássinum! Og her koma vit ikki uttan um tey embætisfólk, sum liggja millum arbeiðsplássið/starvsfólkini/sjúklingarnar og so tann politiskan myndugleikan. Hesi embætisfólk hava til uppgávu at byggja brúgv millum brúkaran, starvsfólk og sjúklingar og teir politikarar,ið skulu taka avgerðir, ið viðvíkja brúkaranum.
ÁHUGAVERT kundi verið at tikið upp júst leiklutin hjá embætisfólki sum heild, nú vit hava fingið nýggja stýrisskipanarlóg. Men uttan mun til hesa lóg so átti tað eftir okkara tykki at verið uppgávan hjá embætisfólkunum umframt at ganga sínum landsstýrismanni til handa - eisini at vera boðberi hjá teimum starvsfólkum og sjúklingum, sum hoyra til hansara starvsøki. Tvs. at partur av arbeiðinum hjá embætisfólkum má eisini vera at bera arbeiðsgevaranum upplýsingar, sum møguliga ganga ímóti hansara politisku meiningum í ávísum máli. Hetta merkir so í síni víðastu merking, at embætisfólk, sum hava størri innlit í tí, sum hendir í egna baklandi, enn lanndsstýrismaðurin hevur tað, eisini hava skyldu til at siga arbeiðsgevaranum, hvørjar negativar avleiðingar hansara avgerð kunnu fáa.
NÚ hevur so landsstýrismaðurin tikið til eftirtektar tað, sum baklandið tvs. starvsfólkini á LS halda og fer hann víðari við hesum til sínar politisku starvsfelagar. Vit teljast millum teirra, sum halda, at LS hevur verið fyri stórum vanbýti og vanrøkt. Í okkara verð er tað tí fullkomiliga burturvið, um politikarar á bygd og sum heild nú fara at meyla um fleiri pengar til miðsteðarøkið. Landssjúkrahúsið er okkara alra. Og tí má tað eisini svara til tíðarinnar tørv. Tað ger tað ikki í dag vegna skerjingum og sparingum og manglandi nýjáttanum.
TAÐ fer at undra okkum um ikki allir tingmenn fara at taka undir við at byggja út LS stig fyri stig, við upprunaliga uppskotinum sum grundarlag. Lappaloysn má vera søga, tá tað ræður um okkara meginsjúkrahús. Tvørturímóti mugu vit til at menna hetta, soleiðis at ikki bert vit men komandi ættarlið hava atgongd til eitt sjúkrahús, sum sømir seg einum mentaðum og siviliseraðum samfelag. Teir politikarar, sum ikki ganga eins heilhjartaðir inn fyri umrøddu útbygging sum landsstýrismaðurin nú ger, seta ikki bert fót fyri sær og sínum men fyri øllum øðrum og eisini uppvaksandi ættarliði av føroyingum. Mistøk eru gjørd á heilsuøkinum, men tað er farið. Nú ræður um at hugsa konstruktivt. M.a. hevur formaður javnaðarfloksins greitt víst á, at tíðin er komin til at skapa LS best hugsandi umstøður. Vónandi fara partamenn og starvsfelagar at taka undir við tí.