r eru bygdar á eina fulla ársløn eftir sáttmálanum ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, íroknað frítíðarløn. Roknað er við, at broytt frítíðarløn ávirkar longdina á frítíðini. Skatturin [...] aftur, tí í 1998 verður roknað við, at keypiorkan aftur fer at lækka ikki minni enn 2%. Enn er langt á mál Tað stóra fallið í keypiorkuni var frá 1991 til 1995, tá ið hon lækkaði um 20%. Síðani tá er keypiorkan [...] Men kanningar, sum búskaparfrøðingur hevur gjørt fyri Føroya Arbeiðarafelag, vísa, at enn er langt á mál til tað mista er vunnið innaftur. Kanningarnar vísa, at síðani 1995 er reallønin hækkað 3,7% - tilsamans
Fantasi yvir Tivils døtur? fyri klarinet og horn. Meðan áhoyrararnir sessaðust aftur eftir steðgin, gekk Anna á pallinum og spældi teir fyrstu tónarnar, sum Páll so svaraði aftur har afturi í høllini. Stuttligt [...] tónleikalívi, ikki bert sum ein framførsla á høgum stigi av Aldubáruni, men sum eitt savn av verkum, sum komponistar, ið eru til reiðar at taka sítt pláss á altjóða pallinum. Flott klárað øll ? eitt frálíkt [...] tónleikalívið er í, tá enntá eitt kvøld við so keðiligum veðri kann savna so nógv fólk saman at lýða á landsins yrkistónleikabólk, sum spælir nýggjan tónleik eftir nøkrum av teimum livandi tónasmiðunum,
leiðara varð vunnið á mál. Persónliga havi eg mist ein sterkan stuðul, sum var mær hollur. Røddin er tagnað, men eftir stendur minnið um ein persón, sum altíð var tryggur og sterkur, tá ið á stóð. Eg drýpi [...] sterkur, stinnur, framskygdur ein nú sær. At vísa á framgongd tú gjørdi tað virkið, tú vísti tað í arbeiði, tað var tín styrki. Sum býráðsformaður gekk tú nýggja leið, ikki altíð lætt men fram tú steig [...] borg, tað var ein hørð tíð tú á odda var, einsamallur mangan, tí lívið lær. Framgongd var styrkin, mál og mið, sum formaður framdi tøk, tú tók stig, førdi bygd okkara fram á veg. Í søgubók skriva, har vilja
fyrsta politibátinum á Tórshavnar Skipasmiðju at nærkast endanum. Leygardagin varð hann fluttur úr høllini á sjógv. ? Nú er hann komin í sítt rætta element, sigur Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju [...] eg ikki. Annars hava teir nóg mikið at takast við á Tórshavnar Skipasmiðju. Fyri einari tíð síðani gramdi Poul Mohr seg at tað gekk illa at fáa fatur á smiðjum, men hesin trupulleiki er burtur nú, sigur
løtuna av fyrra hálvleiki gekk meira javnt á, og liðini fóru til hálvleiks við støðuni 15-10 til vestmenningar. Í seinna hálvleiki gekk, eins og móti endanum av fyrra hálvleiki, javnt á, heilt til gott og væl [...] at spæla skjótan hondbólt og at fáa nógv mál upp á kontraálop. Hetta førdi við sær, at tað ofta gekk so mikið skjótt fyri seg, at liðini mistu bóltarnar á veg í álop. Serliga í seinna hálvleiki vóru tað [...] sum eitt ódnarveður. Tá ið bert 6 minuttir vóru leiktir, vóru teir á odda 5-1. Strandingar tóku seg tó saman eina løtu og komu upp á 6-5, men næstu 10 minuttirnar fingu vestmenningar 7 mál og strandingar
. Sum heild gekk væl at fáa kappingina avgreidda. Byrjað varð klokkan trý, og klokkan átta var alt liðugt. Nógv fólk vóru og hugdu, serliga í fyrstani, tá pinkurnar og smágenturnar vóru á gólvinum. Eftir [...] handað o.s.fr., og tað vísti seg, at nógvir áskoðarar fóru avstað aftan á tað og fingu ikki tær báðar seinnu kappingarnar við. Sum sagt gekk væl at fáa kappingarnar avgreiddar, og fólk vóru sum heild væl nøgd [...] tvær seriur, og at enda var bert 0,1 stig á muni millum Ljósið, sum vann, og Havnar Fimleikafelag. Í HF vildu tey vera við, at Ljósið var farið út um gólvmarkið á aðrari av seriunum, og at dómararnir ikki
ímeðan inntøkur, sum liggja heilt niðri á 50.000 krónur ikki fáa eina einastu krónu í skattalætta. ³Elendigheitskrøv3 Og tey neyðardýrini, sum bara hava ALS á at líta, verða tveitt úr skipanini, táið [...] sinnað at fylgja avgerðini hjá FA um 24 tíma arbeiðssteðg. Tað slapst ikki undan, at málið var reist á aðalfundinum í FA um vikuskiftið. Fundarfólk vildi hava at vita, hvørjar avleiðingar tað fekk um eitt [...] líkist púra ongum. Ingeborg Vinther segði, at tað ringasta var, at lokalfelagið, sum í hesum førum gekk ímóti FA, ongantíð setti seg í samband við meginfelagið at viðgerða støðuna. Heldur fór tað beint
frammanfyri. Í seinna hálvleiki gekk betur hjá H71, sum rættiliga skjótt fór framum. Tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, var støðan 23-18 til H71, og nógv bendi á, at hoyvíkingar nú uttan trupulleikar [...] men H71 mundi mist alt á gólvið í seinastu minuttunum. Tá minni enn tríggir minuttir vóru eftir, skoraði Jákup Símun Simonsen til 31-27, og dysturin var sum so avgjørdur. Men tað gekk rættiliga heitt fyri [...] borið brá av, at liðið er í niðara enda av landskappingini. Næstseinasta vikuskifti vunnu kollfirðingar á Kyndli, og tað var um reppið, at teir endurtóku bragdið móti H71 sunnudagin. Í hálvleikssteðginum var
hvørja ferð og hon bindur tí ein blokaduspælara á miðjuni. Í verjuni er hon sera skjót á baklinjuni. Hon savnar nógvar bóltar upp, sum hinar ikki fáa hendur á. Tað er at vóna fyri Fleyr, at hon heldur fram [...] settið. Sera drúgt, men eisini spennandi. Annað sett gjørdist enn drúgvari. Leingi stóð á jøvnum 1-1 og tað gekk ongan veg. Hvørki av liðunum vildu sleppa hinum framum og servan skifti frá øðrum liðnum [...] tað tunga lessið á kantinum, men hin kantáleyparin, Rúna Heinesen, var eisini væl við. Hjá Mjølnir gekst hinvegin ikki so væl. Marjun Kalsø royndi av øllum alvi, og Vera Larsen henni á baki, men einki hjálpti
Liðini fylgdust nokk so langt á leið, men tá komið var til støðuna 10-10 setti Mjølnir ferð á og Fleyr orkaði ikki at fylgja við. Tað vóru serliga móttøkurnar sum sviku á Fleyr-liðnum henda dagin. Gamaní [...] gera við. Ikki fyrr enn Klæmint servaði í netið fekk Fleyr bóltin aftur, og aftan á tað gekk eitt sindur meira javnt á. Men tað var Mjølnir sum hevði munin, og tað var Mjølnir sum gjørdi av hvussu leikast [...] veg tað bar. Tær vónir sum vóru í Fleyr-leikarunum áðrenn dystin vóru burtur og spælt varð meira »upp á gjød«. Hinvegin syrgdi Mjølnir fyri, at halda dampin uppi, og tað gav eisini úrslit. Settið endaði við