Fleyr-kvinnurnar vunnu á Mjølni

Flogbóltur, kvinnur: Tað var ikki væntandi, at Mjølnir-kvinnurnar fóru at tapa nakran dyst, nú flogbóltskappingin nærkaðist endanum, men líka løgdu Fleyr-kvinnurnar í tað. Tær løgdu í vaðið og spældu flogbólt sum tær ikki hava gjørt fyrr í ár, og vístu, at er viljin til staðar, so er ongin uppgáva ómøgulig

Tað sá av álvara svart út hjá Fleyr-kvinnunum í byrjanini av endaumfarinum, tá tær lógu niðast.

Men tær hava so sanniliga víst, at tað er dugur í teimum.

Hetta sást serliga í tí »horvna« dystinum, sum var leiktur seinasta hóskvøld. Horvna, tí hann stendur ikki í nakrari kappingarskipan.

Mjølnir var vorðin føroyameistari frammanundan, men hevði bert tapt ein

dyst undan hesum umfarinum.

Men tað setti bert Fleyr-leikararnar enn meira upp.

Fleyr var væl fyri henda dagin. Rúna Hentze, spælskipari hjá Fleyr, leikti væl, men tað vóru serliga tvær sum stungu eitt sindur upp um hinar henda dagin.

Anna Dalsgarð spældi sum í »ungdommens vår«. Í fyrsta setti og í byrjanini av øðrum setti spældi hon sum ein brandur.

Hon fekk nógvar hevingar, gamaní, men hon vann stórt sæð alt hon nam við. Líka mikið hvat blokadan hjá Mjølni gjørdi, so slóg Anna framvið blokkinum.

Tá tað er sagt, so skal eisini sigast, at móttøkurnar hjá Fleyr henda dystin, og tey fyrstu bæði settini serliga, vóru nógv betri enn tær plaga at verða.

Hin spælarin var Eydna Hermansdóttir. Hon spældi ikki serliga nógv í byrjanini á árinum, men fekk møguleikan, tá endaumfarið byrjaði. Og hon brúkti hann.

Ikki er hon stór, men hon er sera effektiv í blokaduspælinum. Harafturat er hon skjót, bæði í álopi og verju, og tað styrkir nógv um liðið. Í álopinum er hon til reiðar hvørja ferð og hon bindur tí ein blokaduspælara á miðjuni.

Í verjuni er hon sera skjót á baklinjuni. Hon savnar nógvar bóltar upp, sum hinar ikki fáa hendur á.

Tað er at vóna fyri Fleyr, at hon heldur fram næsta ár, tí har kann nógv gott spyrjast burturúr, tað er vist.


Fleyr gjørdi bart

í fyrsta settið

Fleyr legði trýst á Mjølnir beinanvegin. Spælið var sera ágangandi og her vóru tað serliga Rúna Hentze og Onnu Dalsgarð ein legði til merkis.

Ein av trupulleikunum hjá Fleyr fyrr í ár var, at spælararnir ikki tordu at sláa bóltin. Ofta brúktu tær fingraslag í álopsstøðu, og tað merkti í flestu førum, at tær fingu bóltin beint aftur í heysin frá mótstøðuliðnum.

Í hesum dystinum gjørdu tær bart beinanvegin og eingin ivi skuldi vera um hvør vildi vinna dystin. Tað vildi Fleyr.

Men hóast settúrslitið gjørdist 15-3, so tók tað ikki minni enn ein hálvan tíma at avgreiða hetta settið.

Sera drúgt, men eisini spennandi.

Annað sett gjørdist enn drúgvari. Leingi stóð á jøvnum 1-1 og tað gekk ongan veg. Hvørki av liðunum vildu sleppa hinum framum og servan skifti frá øðrum liðnum til hitt.

Men so byrjaði Fleyr at draga frá.

Aftur hesaferð var tað Anna Dalsgarð, sum tók tað tunga lessið á kantinum, men hin kantáleyparin, Rúna Heinesen, var eisini væl við. Hjá Mjølnir gekst hinvegin ikki so væl. Marjun Kalsø royndi av øllum alvi, og Vera Larsen henni á baki, men einki hjálpti. Fleyr tók settið 15-8, eftir 39 minuttum.


Gongd á hjá Mjølni

Nú raknaði Mjølnir við. Og so gjørdu tær Fleyr kunstin eftir og vunnu næstu settini við júst somu sifrum sum Fleyr vann tey fyrstu bæði.

Í triðja settið fekk Mjølnir rættiliga gongd á sítt spæl. Miðspælararnir byrjaðu at vinna sínar bóltar, og servan hjá Mjølni var skarpari enn hon var tey bæði fyrstu settini.

Hinvegin var Fleyr púra steðgað upp. Móttøkurnar fóru í allar ættir, og áleyparnir vunnu ikki tað tær skuldu.

Í fjórða settið var skilið heldur betri, men rutinan hjá Mjølnir helt teimum omaná. Tær kroystu sítt spæl ígjøgnum og tað sá út sum hevði møðin gjørt kál á Fleyr-leikarunum, men tað skuldi vísa seg øðrvísi.

Mjølnir vann triðja og fjórða sett 15-3 og 15-8.


Fleyr setti seg

á Mjølnir

Tað var væntandi at Mjølnir nú fór at halda dampin uppi, men tað høvdu Fleyr-kvinnurnar aðrar tankar um.

Tær settu seg á settið frá byrjan og har vórðu tær sitandi.

Nú var ongin ivi um hvør fór at vinna, og serliga vóru tað tær tríggjar Rúna, Anna og Eydna, sum settu seg í gjøgnum.

Settið endaði 15-8 til Fleyr og tær vunnu sostatt dystin. Og tað var uppiborið, tað er vist. Fleyr leikti sera væl henda dagin, og tí varð við spenningi bíða eftir seinasta dystinum í kappingini, sum eisini stóð millum hesi bæði liðini.