Røddin er tagnað, fjørðurin er rógvin og árarnar eru lagdar inn. Tann tilmálda tíðin var nú runnin út, og her og eins og hjá okkum øllum var nú farið um tað liðið, sum bert gongur ein vegin.
Ove Djurhuus legði nú frá sær eftir eitt langt og innihaldsríkt lív. Mangan var tað meira baldrut enn ein kundi hugsað sær, men ongantíð so hart, at tað ikki vóru glottar.
Tað at hava eitt baldrut lív kemur sjálvandi av, hvussu tú tekur tær av teimum avbjóðingum og teimum uppgávum, sum vóru latnar tær at umsita. Fyri Ova Djurhuus var lívið eitt áhugavert lív við nógvum almennum uppgávum. Hann var býráðslimur á Tvøroyri í mong ár. Sum varaborgarstjóri avloysari fyri P. M. Dam sála, var tað hann sum leiðari, ið tók tey tungu tøkini. Hetta var í tí tíðini, har lítið var av peningi, og tí lítið at umsita við, og hartil var tað soleiðis, at kommunan sjálv skuldi heinta inn tey almennu gjøldini, sum vóru grundarlagið undir kommununnar rakstri, bara hetta var torført. Og tá hetta samstundis var í ringastu niðurgangstíðum her á landi, so er væl skiljandi, at hetta var eingin løtt uppgáva. men við Ova sum leiðara hevði kommunan fingið ein persón, sum væl kundi umsita og hann fekk tað at bera til, røkin og trúgvur í verki sínum. Tað var styrkin hjá hesum manni. Ein fyrimynd fyri teir, sum komu aftan á hann. Jú, sanniliga, Ove Djurhuus var ein álitismaður, sum altíð sá eina æru í at Tvøroyrar Kommuna, sum hann hevði persónliga ábyrgd av, at hon var umsitin soleiðis, at virðing stóð um tað arbeiði, sum her var framt, og tað var tað.
Tí ikki er tað lætt at umsita eina kommunu, tá landsmyndugleikarnir vóru í andstøðu til tað, sum bleiv framt og settu forðingar í vegin. Hetta vóru viðurskiftini, men kampurin varð tikin upp, og við Ova Djurhuus sum leiðara varð vunnið á mál.
Persónliga havi eg mist ein sterkan stuðul, sum var mær hollur. Røddin er tagnað, men eftir stendur minnið um ein persón, sum altíð var tryggur og sterkur, tá ið á stóð.
Eg drýpi høvur í virðing og takksemi fyri tað, sum Ove Djurhuus framdi okum øllum til framburð.
Í andgletti mangan einsamallur tú var
sterkur, stinnur, framskygdur ein nú sær.
At vísa á framgongd tú gjørdi tað virkið,
tú vísti tað í arbeiði, tað var tín styrki.
Sum býráðsformaður gekk tú nýggja leið,
ikki altíð lætt men fram tú steig.
Vísti í verki at gongdar eru gøtur
sjálvt um mangan vóru tungar løtur.
Ove Djurhuus hevur sett síni spor
var ein maður, sum helt sítt orð.
Við honum er farin ein gamal í garði,
ein álitismaður, tað var hansara varði.
Í trongum tíðum tú vardi borg,
tað var ein hørð tíð tú á odda var,
einsamallur mangan, tí lívið lær.
Framgongd var styrkin, mál og mið,
sum formaður framdi tøk, tú tók stig,
førdi bygd okkara fram á veg.
Í søgubók skriva, har vilja tey heiðra teg.
Framvið strond aldur stillan tutla, bátur rør,
stríðið er lokið, hvíl í friði við heimafjørð.
Ein vinur