Nú 1. apríl nærkast, fer arbeiðið við tí fyrsta politibátinum á Tórshavnar Skipasmiðju at nærkast endanum.
Leygardagin varð hann fluttur úr høllini á sjógv.
? Nú er hann komin í sítt rætta element, sigur Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju.
Hóast báturin er flotaður, so er hann ikki liðugur.
? Nei, sigur Poul Mohr.
? Eg rokni við, at vit verða lidnir við arbeiðið, um einar tríggjar vikur ella so, sigur hann.
Hesin báturin er tann fyrsti í røðini av trimum politibátum, sum Tórshavnar Skipasmiðja byggir til Grønlands.
Tann fyrsti skal sambært avtaluni latast 1. apríl, tann næsti fyrst í november, meðan tann seinasti skal latast fyrst í apríl mánað næsta ár.
Onki hóvásták varð gjørt burturúr at báturin varð flotaður, og Poul Mohr vantar heldur ikki, at nakað stórvegis verður gjørt burtur úr, tá báturin skal latast eigarunum.
? Tað eg veit um, verður einki hátíðarhald her. Um tað verður nakað har yviri, veit eg ikki.
Annars hava teir nóg mikið at takast við á Tórshavnar Skipasmiðju.
Fyri einari tíð síðani gramdi Poul Mohr seg at tað gekk illa at fáa fatur á smiðjum, men hesin trupulleiki er burtur nú, sigur hann.
? Nei, nú er tann trupulleikin burtur. Vit hava fingið tað fólkið, sum vit skulu brúka, sigur Poul Mohr.










