Næstu ferð fær tað avleiðingar

Hendir tað seg aftur, at eitt lokalfelag setir seg upp ímóti eini avgerð hjá Føroya Arbeiðarafelag, fær tað avleiðingar

­ Hendir tað seg einaferð afturat, at eitt tit nokta at fylgja eini avgerð hjá Føroya Arbeiðarafelag, fer tað at fáa avleiðingar.

­ Hesi greiðu boð hevur eitt lokalfelag nú fingið frá Føroya Arbeiðarafelag.

Forsøgan er, at táið Føroya Arbeiðarafelag, og eini 20 onnur fakfeløg, legði arbeiðið niður í 24 tímar tann 9. januar, at mótmæla fíggjarpolitikkinum hjá landsstýrinum, var tað eitt lokalfelag, sum alment boðaði frá, at tað varð ikki sinnað at fylgja avgerðini hjá FA um 24 tíma arbeiðssteðg.

Tað slapst ikki undan, at málið var reist á aðalfundinum í FA um vikuskiftið.

Fundarfólk vildi hava at vita, hvørjar avleiðingar tað fekk um eitt lokalfelag beinleiðis noktaði at gera eftir boðum frá meginfelagnum.


Átalaði og ávaraði

Úrslitið var, at aðalfundurin einmælt samtykti at átala framferðina hjá hesum lokalfelagnum.

Somuleiðis varð samtykt at senda lokalfelagnum bræv, har tað varð gjørt greitt, at tað fór at fáa avleiðingar, um tað endurtók seg, at felagið gjørdi ímóti boðum frá FA.


Líkist ongum

Ingeborg Vinther, formaður í FA legði ikki fingrarnar ímillum táið hon lýsti málið.

­ Føroya Arbeiðarafelag kemur at standa illa fyri, táið eitt lokalfelag tekur støðu beint ímóti meginfelagnum.

­ Tað líkist púra ongum.

Ingeborg Vinther segði, at tað ringasta var, at lokalfelagið, sum í hesum førum gekk ímóti FA, ongantíð setti seg í samband við meginfelagið at viðgerða støðuna.

­ Heldur fór tað beint í fjølmiðlarnar at kunngera, at tað hevði tikið avgerð ímóti Føroya Arbeiðarafelag.

­ Tað haldi eg er beinleiðis óloyalt segði formaðurin í FA.

­ Hon sigur, at tað er neyðugt, at øll feløgini í FA standa saman.

Hon segði, at orsøkin til tiltakið hjá Føroya Arbeiðarafelag var tann ræðuliga gerð, landsstýrið gjørdi, at veita inntøkum uppá 500.000 krónur, skattalætta, alt ímeðan inntøkur, sum liggja heilt niðri á 50.000 krónur ikki fáa eina einastu krónu í skattalætta.


³Elendigheitskrøv3

­Og tey neyðardýrini, sum bara hava ALS á at líta, verða tveitt úr skipanini, táið teirra dagar eru taldir.

­Og skulu tey so fáa forsorgarhjálp, skulu tey lúka øll ³elendigheitskrøvini3 sum Almannastovan setir, fyri at hjálpa teimum.

­ Og tað skal eitt lokalfelag fara so langt at verja, at tað enntá fer ímóti Føroya Arbeiðarafelag ?!?.


Pilka ein burturúr

Ingeborg Vinther sigur, at tað, sum er forkastiligt, er, at landsstýrið tekur ein bólk burturúr øllum, og gevur honum sersømdir.

­ Og nú eru ikki øll líkafyri lógini.

Ingeborg Vinther sigur, at hon hevur altíð havt sum fortreyt, at báði FA og lokalfeløgini skuldu berjast fyri at verja verkafólkið, og tey veiku í samfelagnum.

­ Skulu vit ikki tað, er óneyðugt við fakfelølum, legði hon afturat.

Og tað kemur ómetaliga dátt við, at eitt felag tekur seg burturúr, og gongur ímóti eini samtykt í FA, tí hetta skuldi vera eitt tiltak ímóti fiskimonnum.

­ Men tað var tað ikki segði Ingeborg Vinther.

Hon endurtók síðani, at talan var um eitt tiltak, sum var vent ímóti landsstýrinum fyri at føra ein skilaleysan fíggjarpolitikk og fyri at pilka ávísar lønarbólkar burturúr heildini, og geva teimum sersømdir.

­ Og hvussu kann eitt lokalfelag ganga ímóti eini avgerð í FA, tá ið okkara einasta ³brotsverk3 er at verja okkara egnu limum.


Ikki ráð til skattalætta

Ingeborg Vinther segði, at báði heimarøktin, eldrarøktin og heilsuverkið eru í sori.

­ Og tá hava vit ikki ráð til skattalætta.

­ Men skulu vit veita skattalætta kortini, so skulu tey allarveikastu bólkarnir sjálvandi hava skattalættan, segði Ingeborg vinther.


Fekk átalu

Ingeborg Vinther bað síðani aðalfundin gera av, hvørjar avleiðingar tað skuldi fáa fyri hetta eina lokalfelagið, at tað hevði sett seg upp ímóti Føroya Arbeiðarafelag, og hevði noktað at fylgja eini samtykt hjá meginfelagnum.

Og aðalfundurin samtykti so einmælt at átala framferðina skrivliga og at boða frá, at tað fekk avleiðingar, um tað endurtók seg.