Alt reypið hjá Edmundi Joensen, og ikki minst, Óla Breckmann um, hvussu stóran skattalætta teir hava givið føroyingum, er nú gjørt til skammar.
Tí tað, sum hevur týdning hjá vanliga føroyingum, er ikki, hvussu stórur, ella lítil ein skattalætti er.
Tað, sum hevur altavgerandi týdning, er, hvat løntakarin hevur eftir at keypa fyri, táið skattir og avgjøld eru betalt og prísvøksturin í samfelagnum er taldur við.
Og her vísa tey turru tølini, at síðani Anfinn Kallsberg, Óli Breckmann, og teirra fólk, komu út í Tinganes, er keypiorkan hjá føroyingum lækkað nokk so fitt.
Lækkar 2% í ár
Kanningar, sum búskaparfrøðingur hevur gjørt fyri Føroya Arbeiðarafelag, vísa, at í 1996 hækkaði keypiorkan rættiliga fitt, heili 6%.
Men í fjør kom aftur stígur í, tí tá lækkaði hon 0.2%.
Men í ár fer av álvara at ganga skeivan vegin aftur, tí í 1998 verður roknað við, at keypiorkan aftur fer at lækka ikki minni enn 2%.
Enn er langt á mál
Tað stóra fallið í keypiorkuni var frá 1991 til 1995, tá ið hon lækkaði um 20%.
Síðani tá er keypiorkan kvinkað uppeftir aftur.
Men kanningar, sum búskaparfrøðingur hevur gjørt fyri Føroya Arbeiðarafelag, vísa, at enn er langt á mál til tað mista er vunnið innaftur.
Kanningarnar vísa, at síðani 1995 er reallønin hækkað 3,7% - tilsamans.
Men útrokningarnar vísa eisini, at tað er bara í 1996, at gongdin hevur verið positiv, tí tá hækkaði tøka reallønin, ella keypiorkan, 6%. Men síðani tá er hon altso lækkað aftur.
Í 1997 var lækkingin 0,2% og í ár verður lækkingin mett til 2%.
Hetta hendir, hóast skatturin er lækkaður.
Skatturin lækkaði nakað væl í 1996, men eisini lækkaði hann eitt sindur í 1997.
Í ár verður skatturin óbroyttur.
Tilsamans er skatturin lækkaður 19% síðani 1995.
Men kortini veksur tøka reallønin ikki meiri enn 3,7% hesi árini tilsamans.
Men sum sagt stavar allur vøksturin frá 1996 aleina, tí at reallønin lækkaði báði í fjør, og ikki minst í ár.
Ein arbeiðsmannaløn
Útrokningarnar eru bygdar á eina fulla ársløn eftir sáttmálanum ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, íroknað frítíðarløn.
Roknað er við, at broytt frítíðarløn ávirkar longdina á frítíðini.
Skatturin er roknaður eftir skattalógini hvørt árið. Roknað er við einum miðal kommunuskatti, vigað eftir fólkatalinum í teimum einstøku kommununum.
Á henda hátt er eisini miðal barnafrádráttur roknaður hvørt árið. Roknað er við barnafrádrátti fyri tvey børn. Gjøld til ALS og Samhaldsfasta eru tald við.
Tøka ársølin verður tikin við at draga beinleiðis skatt og gjøld av lønini.
Tøka reallønin verður síðani funnin við at draga prísvøksturin frá tøku árslønini.
Prísvøksturin, sum er brúktur, er tann sami sum prístalsvøksturin ár um ár.
Prísvøksturin fyri 1998 er mettur til 3%.
Búskaparfrøðingurin hjá Føroya Arbeiðarafelag heldur ikki at tað er sannlíkt, at prísvøksturin verður minni í ár, enn hann var í fjør.
Minka so líðandi
Búskaparfrøðingurin sigur, at enn er langt eftir á mál, áðrenn reallønarmissurin frá 1991-95 er vunnin inn aftur.
Og við einum prísvøkstri uppá 2-3%, ella meiri um árið, er tað greitt, at keypiorkan aftur fer at lækka so líðandi, nú lønirnar ikki eru prístalsviðgjørdar.









