Klokkan 15 spæla HB og Víkingur annan dystin í hesum umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum á ovara vølli í Gundadali.
R2 vísir dystin og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
1. apríl vann Víkingur í landskappingardystin 2-1 á HB, og 14. mai vann HB í fyrru hálvfinaluna á heimavølli í kappingini um løgmanssteypið 2-1 á Víkingi.
Víkingur er nummar fýra í deildini við 17 stigum. HB er nummar fimm við 14 stigum.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn.
Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 2,32 og 2,54.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,20 og 3,60.
Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 2,44 og 2,70.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##













