Leygardagin var stórkapping í rútmiskum fimleiki hildin í ítróttarhøllini í Havn. Upprunaliga skuldi henda kappingin vera í ítróttarhøllini í Trongisvági fyri tveimum vikum síðani, men hon varð útsett orsakað av kavanum.
Kappast varð í fýra bólkum: Pinkur, smágentur, gentur (juniorar) og kvinnur. Fimleikafelagið Ljósið vann kappingarnar hjá smágentum, gentum og kvinnum, meðan Havnar Fimleikafelag vann hjá pinkunum.
Í steðgunum sýndu eitt manslið hjá Havnar Fimleikafelag og eitt gentulið hjá Ljósinum reiðskapsfimleik.
Sum heild gekk væl at fáa kappingina avgreidda. Byrjað varð klokkan trý, og klokkan átta var alt liðugt. Nógv fólk vóru og hugdu, serliga í fyrstani, tá pinkurnar og smágenturnar vóru á gólvinum. Eftir tað kom ein steðgur í, tá heiðursmerki vórðu handað o.s.fr., og tað vísti seg, at nógvir áskoðarar fóru avstað aftan á tað og fingu ikki tær báðar seinnu kappingarnar við.
Sum sagt gekk væl at fáa kappingarnar avgreiddar, og fólk vóru sum heild væl nøgd. Bert í gentudeildini var eitt sindur av trupulleikum. Genturnar gjørdu tvær seriur, og at enda var bert 0,1 stig á muni millum Ljósið, sum vann, og Havnar Fimleikafelag. Í HF vildu tey vera við, at Ljósið var farið út um gólvmarkið á aðrari av seriunum, og at dómararnir ikki høvdu revsað hetta nóg hart. Men væntandi hendir ikki meir í hesum málinum.