Eftir at eg hevði strítt meg gjøgnum kavan til Havnar, var tað ein føgur sjón at síggja ein fullan Listaskála til várkonsertina hjá Aldubáruni fríggjakvøldið í næstsíðstu viku. Sum Jóhannes Andreassen segði í innleiðingini, er skálin ein sterk staðfesting av sunnu støðuni, føroyska tónleikalívið er í, tá enntá eitt kvøld við so keðiligum veðri kann savna so nógv fólk saman at lýða á landsins yrkistónleikabólk, sum spælir nýggjan tónleik eftir nøkrum av teimum livandi tónasmiðunum, landið eigur.
Sjálv Aldubáran er ein smidligur bólkur, og til hesa konsertina vóru tað Anna Klett, (klarinet), Andrea Heindriksdóttir (floyta), Øssur Bæk og Sámal Petersen (fiólir), Kanny Sambleben (bratsj), Hege Waldeland (cello), Páll Sólstein (horn), Ólavur Jakobsen (gittar), Bjarni Restorff (ljómborð), og Jóhannes Andreassen (klaver), ið mannaðu bólkin.
Fyrsta helvtin av konsertini byrjaði við einum verki eftir Kára Bæk, hansara ?Tvey stykki fyri oktett? frá 1996-97. Fyrsti satsurin, ?preludium?, byrjaði við bergtakandi vøkrum solospæli av Onnu og var atmosferiskt bygt upp rundan um eitt fýra tóna hugskot og ment við hjálp av øllum tí tøka tilfeinginum og endaði við tveimum sterkum kórtemaum. Annar satsur, ?Marsjur?, var ein frægd við sínum íblástri av bæði russiskum og sponskum tónleiki. Kári sjálvur lýsir hetta sum ein marsjur í ?groteska? stílinum, og tað riggaði undurfult. Eitt frálíkt stykki til eina óvanliga blanding av ljóðførum, gittarin varð á frálíkan hátt integreraður í ljóðmyndina.
Síðani fingu vit enn eitt høvi til at hoyra ?Trio?, sum Kristian Blak skrivaði í 1994. Verkið varð spælt av Sámali, Hege og Jóhannes, og teir tríggir satsirnir vórðu hesa ferð framførdir uttan upptikna bandið við náttúruljóðum, sum eg fyrr havi hoyrt saman við verkinum. Hetta er eitt av mest avbjóðandi verkunum hjá Kristiani, teknisk krevjandi fyri allar tríggjar tónleikararnir, sum sluppu frálíkt frá uppgávuni. Eg eri noyddur at siga, at persónliga saknaði eg bandið, sum gevur verkinum enn meira stemning, og endarnir á fyrsta og triðja satsi kundu verið eitt sindur betur vandir.
Henda helvtin av konsertini endaði við frumframførsluni av ?Hankadráttur? eftir Edvard Nyholm Debes. Við hesum verkinum, sum er skrivað til floytu, klarinet, horn, klaver, gittara og tvær fiolir vísti Edvard rættiliga tenn ? til tíðir ljóðaði tað sum filmstónleikur í einum Hitchcock-filmi, men tað sást, at allir limirnir í bólkinum hugnaðu sær óført, meðan teir spældu hetta verkið. Eins og onnur verk hjá Edvardi var hetta í einum satsi, býtt upp í tríggjar partar, skjótt, spakuligt, skjótt. Eg gleði meg til at hoyra hetta verkið aftur.
Onnur helvt av konsertini byrjaði við tí fyrsta av tveimum smærri verkum av Sunnleif Rasmussen, hansara ?Fantasi yvir Tivils døtur? fyri klarinet og horn. Meðan áhoyrararnir sessaðust aftur eftir steðgin, gekk Anna á pallinum og spældi teir fyrstu tónarnar, sum Páll so svaraði aftur har afturi í høllini. Stuttligt, litríkt og frálíkt og er hetta kanska mest brúkaravinarligi tónleikurin hjá Sunnleifi ? ein rættiligur gimsteinur av eini duett!
Og so til tað, sum fyri mær var hæddarpunktið á konsertini, ?0-punkt? eftir Tróndi Bogasyni. Sjálvsagt helt Aldubáran, at áhoyrarunum tørvaðu eitt sindur av hjálp við hesum verkinum, so Bjarni Restorff presenteraði í stuttum verkið og temaið í tí. Verkið er ein langur satsur og er eitt sett av variatiónum bygt yvir eina røð av nótum. Hetta kundi ljóðað, sum var tað bert eitt langt, torskilt og keðiligt verk, men so høvdu fólk gloymt, at tað var eitt hjá Tróndi! Vakurt, litfagurt og spennandi er hetta verkið ein varði um, at Tróndur er vorðin ein royndur tónasmiður, og vit kunnu bert síggja fram til nógvar fleiri sigrar í árunum, sum koma!
Eitt klókt skift í ferðini kom síðani í formi av enn einari av duettunum hjá Sunnleifi. Hesa ferð spældu Andrea og Anna ?Hoyrdu tit havsins andalag??, sum varð skrivað í 1984 eftir eini yrking hjá Williami Heinesen. Hetta var eisini ein framúrskarandi framførsla við tveimum kvinnum í essinum.
Kvøldið endaði við triðju frumframførsluni, hesa ferð nýggja verkið hjá Paula í Sandagerði ?Hot Talk?. Ein bygnaður, sum ikki er lættur at spæla, men hetta verkið er væl uppi á tí støði, vit eiga at vænta frá Paula.
Hvat dámdi mær so best? Har noyðist eg at siga ?0-punkt? hjá Tróndi og alt, sum Anna spældi. Men at taka hesi bæði burtur úr hevði ikki verið rættvíst móti øllin hinum tónleikarunum, tónasmiðunum og verkunum ? eg kann siga so mikið sum, at tað sum eg kendi, var ein varði í føroyskum tónleikalívi, ikki bert sum ein framførsla á høgum stigi av Aldubáruni, men sum eitt savn av verkum, sum komponistar, ið eru til reiðar at taka sítt pláss á altjóða pallinum. Flott klárað øll ? eitt frálíkt kvøld við undirhaldi!
Graeme Rudd