Og sigurin kom til høldar, bæði skjótt og væl.
Eftir 57 minuttum og settúrslitunum 15-11, 15-7 og 15-10. Og so var ball í Klaksvík.
Eina løtu í fyrsta settið sá annars út til, at tað kundi fara at gerast ein spennandi dystur.
Liðini fylgdust nokk so langt á leið, men tá komið var til støðuna 10-10 setti Mjølnir ferð á og Fleyr orkaði ikki at fylgja við.
Tað vóru serliga móttøkurnar sum sviku á Fleyr-liðnum henda dagin.
Gamaní vóru teir ikki fullmannaðir, men fyri tann skuld kundi liðið leikt meira heilhjartað, men so var ikki.
Í øðrum settið var Mjølnir frammanfyri 7-2 áðrenn nakar Fleyr-leikari visti av.
Klæmint Isaksen servaði hoppservir og tær kláraði Fleyr einki at gera við.
Ikki fyrr enn Klæmint servaði í netið fekk Fleyr bóltin aftur, og aftan á tað gekk eitt sindur meira javnt á.
Men tað var Mjølnir sum hevði munin, og tað var Mjølnir sum gjørdi av hvussu leikast skuldi. Fleyr fylgdi bara við.
Annað sett endaði við, at Mjølnir vann 15-7 og nú sást tyðiliga, hvønn veg tað bar.
Tær vónir sum vóru í Fleyr-leikarunum áðrenn dystin vóru burtur og spælt
varð meira »upp á gjød«.
Hinvegin syrgdi Mjølnir fyri, at halda dampin uppi, og tað gav eisini úrslit.
Settið endaði við Mjølnir sigri enn einaferð, hesaferð 15-10.
Dysturin var nú avgjørdur. 3-0 til Mjølnir og tað var fult uppiborið. Ongin ivi um tað.
Mjølnir kundi sostatt fáa handað ferðasteyp, ognarsteyp og medaljur frá »umboðsmanninum« hjá Flogbóltssambandinum, Niclasi Joensen.
Av Sosialinum ynskja vit eisini Mjølni tillukku við føroyameistaraheitinum.