KÍF mundi koppað H71

Hondbóltur, menn: Tað var nær við, at kollfirðingar endurtóku bragdið frá næstsíðsta dysti móti Kyndli og vunnu á H71. Men hoyvíkingar vóru drúgvari í seinna hálvleiki

KÍF hevur alt árið ligið í botninum og togast við Neistan, men seinastu úrslitini hjá KÍF hava ikki borið brá av, at liðið er í niðara enda av landskappingini. Næstseinasta vikuskifti vunnu kollfirðingar á Kyndli, og tað var um reppið, at teir endurtóku bragdið móti H71 sunnudagin.

Í hálvleikssteðginum var støðan 15-14 til KÍF, men H71 vann seinna hálvleik 18-15 og sostatt dystin 32-30.

Í fyrra hálvleiki var so at siga eingin munur á liðunum. Burtursæð frá í allarfyrstu minuttunum var KÍF alla tíðina eitt sindur frammanfyri, men ongantíð so nógv, at munurin gjørdist avgerandi stórur. Eitt skifti var støðan 9-6 til KÍF, men tað var eisini tað mesta, kollfirðingar vóru frammanfyri.

Í seinna hálvleiki gekk betur hjá H71, sum rættiliga skjótt fór framum. Tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, var støðan 23-18 til H71, og nógv bendi á, at hoyvíkingar nú uttan trupulleikar fóru avstað við sigrinum. Munurin øktist eisini upp í 28-22, tá átta minuttir vóru eftir, men H71 mundi mist alt á gólvið í seinastu minuttunum.

Tá minni enn tríggir minuttir vóru eftir, skoraði Jákup Símun Simonsen til 31-27, og dysturin var sum so avgjørdur. Men tað gekk rættiliga heitt fyri seg móti endanum, og tað hevði m.a. við sær, at tríggir H71-leikarar vórðu sendir av vøllinum innan ein minutt, og sostatt spældi KÍF eina góða løtu við seks útileikarum móti teimum trimum hjá H71. Kollfirðingar komu eisini skjótt upp á 31-29, men so skoraði Hans Guðmundsson til 32-29, og so var liðugt hjá KÍF.


1. deild menn:

KÍF-H71 30-32 (15-14)

KÍF: Jóan P. Olsen 16, Jákup Dam 3, Finn Heri Johannesen 3, Petur M. Johansen 3, Petur M. Poulsen 3, Eddi Joensen 2.

H71: Hans Guðmundsson 10, Jákup S. Simonsen 9, Andreas F. Hansen 4, Halgir D. Olesen 4, Hallur Danielsen 2, Annfinn N. Debess 2, Finnur Hansson 1.

Útvísingar: KÍF 5, H71 4.

Diskvalifikatión: KÍF 1.

Burturvísing: H71 1.