eitt gott høvi at umskipa og gera almenna sektorin einfaldari, so hann veruliga hóskaði til føroyska samfelagið. Men vit hava ikki sæð eitt tað einasta uppskot frá Fólkaflokkinum. Sjálvt ikki tað vanliga [...] okkinum og Fólkaflokkinum, tá kreppan leikaði í og fleiri hundrað milliónir vórðu spardar. SO TAÐ ber til Bjarni Djurholm! Men síðani hevur Fólkaflokkurin ikki spart, hóast hann bæði hevur havt landss [...] fjórðingsøld hevur Dagblaðið og Fólkaflokkurin skriva um, at almenni tátturin skal skerjast og at tað skal sparast. At vera sparsamur er ein dygd, men ta dygdina hevur Fólkaflokkurin ikki. Undantikið er
gjaldast aftur? ? Nei, tað er tað ikki. Ikki enn í hvussu er. Tað hongur saman við, at tað ikki er endaliga avgjørt hvussu málið verður endaliga avgreitt. Spurningurin um eykajáttan til SvF er ikki avgreiddur [...] Signar á Brúnni. Men tá SvF hevur fingið pengarnar, so má tað metast sum eitt lán frá landskassanum, er tað ikki so? ? Jú, tað mugu vit nokk siga, at tað er. Tá talan er um eitt lán, eru so settar treytir við [...] sjónvarpshjólið skuldi mala tað sum eftir er av árinum. Men hvaðani hesum peningur kom, er ongantíð rættiliga staðfest. Ein av trupulleikunum í sambandi við SvF er tann, at tað ber ikki til hjá stovninum at fara
brúkt er til oljuterminalin, so ivist eg í, um vit í Føroyum eiga nakað tilsvarandi bæði hvat viðvíkur dýpi á sjónum og tí upplandi, sum skal til. Anfinn Kallsberg sigur, at tað er bæði rætt og gott at síggja [...] umhugsað tað gjølla. Eftir slíka vitjan kemur so spurningur um framtíðar samstarv og samhandil. Løgmaður ivast onga løtu í, at tað eigur at knýtast størri samband millum hesi bæði oyggjasamfeløgini. Tað er heldur [...] løgmaður bara endurtaka tað hann segði eftir at hava vitjað ymsar oljuinstallatiónir í norska partinum av Norðsjónum: -Hetta er so ógvuliga stórt, at tú hevur ikki orð fyri tí. Tað er um somu tíð spennandi
vandamikil álop, so var tað HB, sum legði seg á odda í fyrra hálvleiki. Fyrst var tað eiðisgentan Eyðfríð Kristiansen, sum legði gestirnar á odda, áðrenn Teresa Johnsson gjørdi tað til 2-0, sum eisini var [...] mál, og so var 1-0 til B36. Tað vóru klaksvíksgentur, sum leikliga vóru omaná í fyrra hálvleiki, og tað var ikki meiri enn rímuligt, at tær fingu javnað, tá ið ið tíggju minuttir vóru til hálvleiks. Vælleikandi [...] fyri verjuna hjá VB Tað vóru gestirnir úr Havn, sum høvdu yvirvág í spæli tað mesta av dystinum. Við so royndum leikarum sum Helgu Ellingsgaard og Eyðvør úr Dímun á miðvøllinum, var tað skjótt, at miðvøllurin
endarøðu, tá tingið fer til hús í juni mánaða. Hetta ger, at tvey høvuðsorðaskifti eru. Í fysta lagi eitt orðaskifti um tað, sum ætlanin er at fremja og síðan eitt orðaskifti um tað, sum framt er. Ein fr [...] Løgmansrøðan leggur sambært stýriskipanarlógina upp til, at vit hava hesi bæði orðaskifti undir einum, og verður tað tí torførari at halda seg til nakað ávíst, tí orðaskiftið verður rættiliga sveimandi [...] ætlanirnar og minni um tað, sum framt er. Og henda løgmansrøðan er einki undantak, tí hon leggur í rættiliga stóran mun upp til eitt orðaskifti um allar ætlanirnar hjá samgonguni og lítið upp til eitt orðaskifti
fyrireikararnir um tað. Talan var sjálvsat ikki bert um ellismotorsúkklur, men um motorsúkklum í øllum aldri - frá 1939-modellum av BSA og fram til okkara dagar. Føroya Ellisakfør hevur gott hundrað limir, [...] hjá felagnum. Tá tað leið út á kvøldið varð farið niðan í Norðurlandahúsið, har Tórshavnar Jazz fólka og bluesfestivalur endaði hetta kvøldið. Heilt fitt av motorsúkkluáhugaum møttu til tiltakið, og fegnast
grót verður at koyra, er lætt at skifta vinnu: Við at loysa átta lás, ber til at taka dumparalastina av og montera ein skammil til trailaraflutning? [...] ov stórt trýst á bremsurnar. Við hesum nýggja Scania bili er hesin trupulleiki loystur, og tí ber til at koyra við fullari ferð - t. v. s. 60 km ferð oman av Oyggjarvegnum, tí retardarin í gearkassanum [...] økist, og at bremsurnar samstundis eru kaldar og klárar at bremsa við, um okkurt skuldi verið áfatt. Tað gamla var, at bilarnir høvdu el-bremsur, men hetta sleit illa upp á dynamo o. l. Innan hevur bilurin
Ráðgevandi nevndini, og tað vóru góð boð. Føroyski búskapurin er á rættari leið. Hann sær út til at hava tað rímiliga gott, samstundis sum føroyskir politikarar hava víst vilja til at halda aftur við ú [...] við, enn tá tað gongur ímóti. Hetta skal skiljast soleiðis, at tá er nokk til øll, um enn tað ikki er ov mikið til øll. Nú streymar peningurin inn í landskassan, og tá er ólíka lættari at stýra, sigur Jóannes [...] heldur at tað er neyðugt at minna á, at viðrákið, sum vit síggja í Føroyum í løtuni, tað er ikki bara nakað, sum er komið av førdum politikki. Vit vera noydd at hava í hugað, at høvuðsorsøkirnar til positivu
av kreppuni. Við góðari hjálp frá peningastovnunum eydnaðist tað rímiliga væl. Nøkur kláraðu tað ikki, men tað vóru fleiri sum kláraðu tað. Broytingin, sum var gjørd í 1993 hevði við sær, at rentustuðulin [...] hvørki taka undir við uppskotinum ella vísa tað frá sær við teirri grundgeving, at tað ikki er viðgjørt innanfloks enn. Hann er tó fullgreiður yvir, at tað, um tað verður sett í verk kemur at hava eina sera [...] øllum vil eg siga, at vit als ikki hava viðgjørt málið í flokkinum, og tí ikki hava tikið støðu til tað, men tað skal undir øllum umstøðum farast sera varisliga fram, um broytingar skulu gerast, sigur hann
kanningunum verður gott. Kjarnurnar sýnast at vera sterkar, eins og væntað, og vísa neyvari kanningar ikki tað øvugta, er einki í vegin fyri at bora tunnil undir Vestmannasundi. Framkomin tøkni Tað er eitt norskt [...] dýpi. Tískil ber eisini til at meta um tilfarið longri úti í tunnilinum, har kjarnuboringar ikki eru framdar. Tá er lætt at lesa seismikkin av, tá ber nevniliga til at halda seg til, hvussu seismisku kanningarnar [...] Og tað er júst hetta, ið er gjørt. Borað er niður har loftið á tunnilinum kemur at vera, og síðani er borað vatnrætt fleiri hundrað metrar undir loftinum á komandi tunnilinum. Fyri at bera skal til at