Eins og aðrir politikarar hevur Jóannes Eidesgaard við spenningi bíðað eftir, at formaðurin í Ráðgevandi nevndini fór at koma við nøkrum ábendingum um »heilsustøðuna« hjá føroyska búskapinum.
Í vikuni komu so boðini frá Arne Larsen, formanni í Ráðgevandi nevndini, og tað vóru góð boð.
Føroyski búskapurin er á rættari leið. Hann sær út til at hava tað rímiliga gott, samstundis sum føroyskir politikarar hava víst vilja til at halda aftur við útreiðslunum.
Góð orð, og sjáldan er, at tey eru so góð má sigast.
Og hóast formaður Javnaðarfloksins fegnast um boðini frá Ráðgevandi nevndini, so hevur hann kortini peikifingurin á lofti, tí hann heldur at tað er neyðugt at minna á, at viðrákið, sum vit síggja í Føroyum í løtuni, tað er ikki bara nakað, sum er komið av førdum politikki.
Vit vera noydd at hava í hugað, at høvuðsorsøkirnar til positivu gongdina koma uttanífrá, og er sostatt nakað, sum vit ikki hava ávirkan á. Tískil er eisini talan um viðurskifti, sum knappliga kunnu fara hinvegin og eru vit tá ikki varin, so er vandi fyri at vit fáa enn eitt búskaparligt afturstig, sigur Jóannes Eidesgaard.
So í grundini er tað ikki av politiskum ávum, at føroyski búskapurin fær góðan karakter.
Ikki fyrstu ferð
Annars er Jóannes Eidesgaard ikki heilt samdur við Karsteni Hansen um, at tað er fyrstu ferð, at føroyskir politikarar hava víst vilja til at halda aftur.
Í byrjanini av 90-unum vórðu vit so sanniliga noyddir at halda aftur, sigur Jóannes Eidesgaard.
Men tað er nokk lættari at vera fíggjarmálaráðharri tá tað gongur við, enn tá tað gongur ímóti. Hetta skal skiljast soleiðis, at tá er nokk til øll, um enn tað ikki er ov mikið til øll. Nú streymar peningurin inn í landskassan, og tá er ólíka lættari at stýra, sigur Jóannes Eidesgaard.
Íløgur eru neyðugar
Sitandi samgonga hevur sett sær fyri, at gera nakrar íløgur, sum síggjast rættiliga væl aftur, eftir føroyskum mátistokki.
Sjúkrahúsverkið er undir útbygging, nýtt Sandoyarskip og nýtt vaktarskip skulu gerast og harafturat verður eftir øllum at døma farið undir Vágatunnilin rættiliga skjótt. Hóast tað, so hevur Ráðgevandi nevndin ikki so nógv at siga um íløgurnar.
Arne Larsen segði við SvF, at best var at gera íløgur, sum ikki økja um aktivitetin, tvs. íløgur, sum verða gjørdar uttanlands, men kortini standa fleiri innanlands íløgur á skránni.
Jóannes Eidesgaard sigur, at sjálvandi skulu íløgur gerast, tí íløgukvotan í hesum landinum hevur verið sera lág seinastu nógvu árini.
So er bara spurningur um hvat tað er fyri íløgur. Skulu vit gera íløgur í ein tunnil millum Leirvík og Klaksvík, ella skulu vit gera ein tunnil millum Øravík og Hov, tað er nakað, sum føroyskir politikarar skulu avgera og ikki Ráðgevandi nevndin, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tónin er broyttur
Annars staðfestur Jóannes Eidesgaard, at tónalagið hjá Ráðgevandi nevndini er broyttur. Møguliga er ein samanhangur millum broytta tónan og avtaluna, sum landsstýrið gjørdi við stjórnina í juni í fjør, heldur hann og vísir á, at tann avtalan staðfestir, at tað eru føroyingar, sum hava ábyrgdina av føroyska búskapinum.
Teir vita, at teirra ávirkan á føroyska búskapin er ikki tann, sum hon var, og tað kann vera ein orsøk.
Men gevur tað ikki fullveldisætlan samgongunar vindin í ryggin?
Tað arbeiðir í hvussu er ikki ímóti henni, staðfestir Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir tó á orðini hjá formanninum í Ráðgevandi nevndini um fallandi livifót um føroyingar fáa fullveldið.
Ein tann seinasta viðmerkingin Arne Larsen hevði var um blokkin og um fullveldisætlanina. Hann segði, at skulu føroyingar taka fullveldi, so er løtan uttan iva tann rætta. Men hann segði eisini, at so mugu føroyingar taka við einum falli í livifótinum, tí tá ein milliard hvørvur úr búskapinum, so merkist tað, sigur Jóannes Eidesgaard, sum annars festi seg við at Arne Larsen tosaði um at føroyski livifóturin var høgur í heimshøpi, og ikki í Norðurlendskum høpi.
Í mínum oyrum boðar tað ikki frá góðum, tí í heimshøpi er livifóturin ikki bara høgur, sigur Jóannes Eidesgaard og vísir á eitt nú Afrika, sum ræðandi dømi. Hinvegin er livifóturin í Norðurlondum javnt høgur.










