HETTA er sjálvandi Fólkafloksins støða, sum merkir færri almennar tænastur og lægri tænastustig. Tjóðveldisflokkurin hevur aftur ímóti sagt, at almenna tænastustigið skal ikki lækkast, um vit fáa fullveldi. Sostatt er ikki samróður millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin um henda týðandi táttin í fullveldisætlanini - um sjálvan búskapin!
MEN spurningurin er, hvussu nógv Fólkaflokkurin meinar við sínar »almennu sparingar«. Í skjótt eina fjórðingsøld hevur Dagblaðið og Fólkaflokkurin skriva um, at almenni tátturin skal skerjast og at tað skal sparast. At vera sparsamur er ein dygd, men ta dygdina hevur Fólkaflokkurin ikki. Undantikið er tunga takið hjá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum, tá kreppan leikaði í og fleiri hundrað milliónir vórðu spardar.
SO TAÐ ber til Bjarni Djurholm! Men síðani hevur Fólkaflokkurin ikki spart, hóast hann bæði hevur havt landsstýrismannin í fíggjarmálum og nú hevur løgmann. Aftur ímóti hava vit sæð, at almenni tátturin í búskapinum er bólgnaður. Nærum allar játtanir eru hækkaðar og dagliga síggja vit hópin av lýsingum eftir fólki í almenn størv. Hetta er tann óreingiligi veruleikin undir »fólkaflokslandsstýri«!
Í KREPPUNI, og í kjalarvørrinum frá henni, var annars eitt gott høvi at umskipa og gera almenna sektorin einfaldari, so hann veruliga hóskaði til føroyska samfelagið. Men vit hava ikki sæð eitt tað einasta uppskot frá Fólkaflokkinum. Sjálvt ikki tað vanliga uppskotið um, at farmabilarnir hjá Strandferðsluni skulu privatiserast!
EINGIN sparing og eingin rationalisering. Heldur ikki hevur formaðurin í fíggjarnevndini eitt boð uppá, hvar skal sparast og hvørjar tænastur skulu leggjast niður. Í 25 ár hevur Stavnaðurin og Fólkaflokkurin lagt eftir almenna sektorinum, men hann er vaksin støðugt. Og meginpartin av hesi tíð hevur Fólkaflokkurin sitið í landsstýrinum. Alt bendir á, at komandi fíggjarlóg fer eisini at økjast. Tí kann bara staðfestast, at politikkur Fólkafloksins á hesum øki ikki er ikki annað enn kávalótir.