Kvinnurnar hjá HB halda tørn

Fótbóltur: Steypavinnararnir hjá kvinnunum úr HB hava trygga leiðslu í bestu kvinnudeildini, og eftir at tær sjálvar bastu VB á útivølli í leygardagin, samstundis sum KÍ vann á B36 í Gundadali, er oddasessurin hjá teimum reyðu og svørtu úr Havn styrktur enn meiri

Tá ið fótbóltskappingin hjá kvinnum byrjaði fyrr í ár, løgdu vágskvinnurnar bragdliga fyri og vunnu á fleiri av teimum liðunum, sum taldust millum favorittarnar til at vinna FM-heitið. Tey seinnu umførini hevur tað ikki gingið so væl hjá VB, og leygardagin vóru tær fyri lemjandi ósigri vesturi á Eiðinum í Vági, tá ið oddaliðið HB vann heili 6-2, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum.


Skjótleikin hjá Teresu var ein plága fyri verjuna hjá VB

Tað vóru gestirnir úr Havn, sum høvdu yvirvág í spæli tað mesta av dystinum. Við so royndum leikarum sum Helgu Ellingsgaard og Eyðvør úr Dímun á miðvøllinum, var tað skjótt, at miðvøllurin hjá HB stýrdi dystinum, og fleiri ferðir blivu langir bóltar spældir av miðvøllinum inn um verjuna hjá VB, har tann sera skjóta Teresa Johnsson fór eftir bóltinum, og tað var sjáldan, at verjuleikararnir hjá VB megnaðu at fylgja við Teresu. Vanliga plagar eitt av álitunum í verjuni hjá VB at vera tann skjóta Rini Mørk, men av ti at hon var darvað av skaða, hevði hon allatíðini trupulleikar av Teresu.

Hóast VB eisini hevði nøkur vandamikil álop, so var tað HB, sum legði seg á odda í fyrra hálvleiki. Fyrst var tað eiðisgentan Eyðfríð Kristiansen, sum legði gestirnar á odda, áðrenn Teresa Johnsson gjørdi tað til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Stutt eftir steðgin økti Teresa Johnsson aftur um leiðsluna hjá HB, tá ið hon rann frá verjuni hjá VB. Útiliðið kom eisini upp á 4-0 við einum sera góðum máli, sum Annika Godtfred skeyt. HB fekk fríspark nakrar metrar uttan fyri brotsteigin hjá VB, og Annika gjørdi ikki mætari enn at langa bóltin upp í málhornið, uttan at málverjin hjá VB hevði nakran sum helst møguleika at bjarga.

VB fekk minkað um munin løtu seinni, tá ið besti leikarin á heimaliðnum, Halltóra Joensen, sendi eitt gott langskot í málið hjá Atu Høgnadóttir. Halltóra er ein vandamikil álopsleikari, men hóast álopið er sterkasta vápnið hjá VB, so tóktist tað sum um, at tær ikki av álvara megnaðu at hótta vælskipaðu verjuna hjá oddaliðnum.

HB legði seg so á odda 6-1 við tveimum málum, sum tær báðar Vivian Thorleifsson og Eyðvør úr Dímun skoraðu, áðrenn Rannvá Augustinussen seint í dystinum minkaði um munin fyri VB, so at endaliga støðan gjørdist 6-2 til HB í dystinum á Eiðinum leygardagin.

Við hesum sannførandi sigrinum hevur staðfest oddastøðu sína, meðan VB helst má siga FM-dreymunum farvæl. Høvdu tær hinvegin megnað at koppa HB, so hevði kappingin verið púra opin aftur.


Klaksvíksgentur vunnu í Gundadali

Tað er neyvan nakað dulsmál, at tær báðar tvíburðarnir, Ragna og Rannvá Andreasen, hava styrkt munandi um kvinnuliðið hjá KÍ, nú tær er vendar heim aftur til Klaksvíkar, eftir at hava roynt seg í donsku elitukappingini í eitt ár.

Sunnudagin var kvinnuliðið hjá KÍ á vitjan í Gundadal, har tær leiktu ímóti føroyameistarunum úr B36, og hetta gjørdist ein spennandi og javnur dystur.

Hóast KÍ var heldur vandamiklara liðið, so var tað tó B36, ið legði seg á odda í dystinum. Liðskiparin hjá føroyameistarunum, Sólvá Joensen, breyt ígjøgnum úti á veinginum, har hon síðani sendi eitt innlegg ímóti málinum. Bólturin dalaði niður heilt inni við málið hjá KÍ, har málverjin var so óheppin at missa bóltin í egið mál, og so var 1-0 til B36.

Tað vóru klaksvíksgentur, sum leikliga vóru omaná í fyrra hálvleiki, og tað var ikki meiri enn rímuligt, at tær fingu javnað, tá ið ið tíggju minuttir vóru til hálvleiks. Vælleikandi liðskiparin hjá KÍ, Malena Josephsen, spældi ein bólt inn um verjuna hjá B36, og har var onnur av tvíburðasystrunum, Rannvá Andreasen, sum eitt fok, og við kalda høgrabeininum sendi hon bóltin fram við málverjanum hjá B36 til 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Hevði KÍ yvirvág fyri steðgin, so var leikur heldur javnar í seinna hálvleiki. Málmøguleikarnir vóru kanska ikki so nógvir, og tað var ikki fyrrr enn einir tíggju minuttir vóru eftir at leika, at avgerðin fall. Bára Skaale royndi seg við einum skoti ímóti málinum hjá B36, sum bleiv blokerað, men so fekk Rannvá Andreasen fatur á bóltin, og hon fekk einaferð skorað fyri KÍ við kalda høgrabeininum til 2-1.

Heimaliðið hevði bóltin í netinum hjá KÍ løtu seinni, men hetta málið var kolldømt fyri rangstøðu, sum var heldur ivasom.

Kvinnukappingin er nú farin at halla, og tað er lítil ivi um, at tað verður trupult hjá hinum liðunum at fáa fatur á HB, men møguleikin er tó til staðar.