Sambært grein 12 í lógini um okkara stýriskipan skal løgmaður á ólavsøku greiða okkum frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Vit skulu sostatt hava eina lýsing av støðuni beint nú í okkara samfelag ? ein status, og síðan skulu vit hava eina frágreiðing um tað, sum landsstýrið ætlar at fremja í komandi tingsetu ella vanliga í longsta lagi fyri restina av hesum valskeiðnum.
Í danska fólkatinginum verður hetta gjørt á annan hátt. Har heldur forsætismálaráðharrin eina setunarrøðu, tá tingið verður sett fyrst í oktobur mánaði og síðan eina endarøðu, tá tingið fer til hús í juni mánaða. Hetta ger, at tvey høvuðsorðaskifti eru. Í fysta lagi eitt orðaskifti um tað, sum ætlanin er at fremja og síðan eitt orðaskifti um tað, sum framt er. Ein frameftirlítandi part og ein afturlítandi part.
Løgmansrøðan leggur sambært stýriskipanarlógina upp til, at vit hava hesi bæði orðaskifti undir einum, og verður tað tí torførari at halda seg til nakað ávíst, tí orðaskiftið verður rættiliga sveimandi. Og av royndum vita vit, at orðaskiftið mangan mest snýr seg um ætlanirnar og minni um tað, sum framt er.
Og henda løgmansrøðan er einki undantak, tí hon leggur í rættiliga stóran mun upp til eitt orðaskifti um allar ætlanirnar hjá samgonguni og lítið upp til eitt orðaskifti um tað, sum hent er ella um tað, sum átti at verið hent. Og sjálvandi er tað lættari at tosa um ein langan politiskan ynskilista uttan raðfesting, sum ikki forpliktar so nógv, heldur enn um trupulleikarnir í føroyska gerandisdegnum.
Støða landsins er objektivi veruleikin, sum er staðfestur í tí tilfari, sum Hagstovan regluliga gevur út. Hetta er tilfar ella facts, sum uttan politiskar ella aðrar holdningar lýsa støðuna í naknum tølum. Hetta saman við frágreiðingunum frá m.a Búskaparráðnum, Landsbankanum, fiskifrøðingum, Fíggingargrunninum og Ráðgevandi nevndini er alt tilfar, sum vit mugu fyrihalda okkum til, og sum síðan eigur at verða grundalagið fyri politisku tiltøkunum, sum fremjast skulu.
Støða landsins kann so viðføra, at politisku ætlanirnar verða merktar av, at neyðug stig mugu takast til tess at broyta eina óhepna gongd ella til tess at stuðla einari hepnari gongd.
Men politisku ætlanirnar mugu umframt at hava atlit til sjálva samfelagsstøðuna sjálvandi verða merktar av tí realistiska. Av tí sum ber til og ikki bert einari uppremsing av øllum hugsandi uppskotum, sum tá meira minnir um poltitiskt undirhald.
Taka vit fyrst støðuna, soleiðis sum hon verður lýst, so fyllir hesin ikki so nógv. Løgmaður endurtekur tað, sum sagt varð í fjør og árini frammanundan, um at búskaparhjólini aftur eru farin at mala, at tað gongur betur vinnuliga bæði á sjógvi og landi, og at arbeiðsloysið er minkað. Saman við løgmanni fegnast og frøast vit øll yvir, at tað gongur betur, og at tøkini, ið tikin vóru heilt aftur frá 1992 og 1993 og síðan frameftir, hava hepnast.
Men hvat verður so sagt um støðuna nú?
Fleiri og fleiri peika á, at búskapurin er ov heitur. Landsbankastjórin mælir til tvungna uppsparing, fíggjarnevndarformaðurin tað sama, meðan Búskaparráðið ikki heldur tiltøk vera neyðug. Løgmaður endurtekur bert tað, sum aðrir hava sagt um búskaparvøksturin, tó uttan at siga sína egnu meining annað enn, at fylgt verður væl við, og verður búskapurin ov heitur, so verða tiltøk sett í verk. Tað sama sigur fíggjarmálaráðharrin. Hesin avvísir ikki einari tvungnari uppsparing, meðan løgmaður sigur, at um tað gerst neyðugt, so er at halda aftur á útreiðslu- og íløgusíðuni hjá tí almenna.
Tað kann tí vera eitt sindur torført hjá okkum øðrum at gera viðmerkingar, tá útmeldingarnar eru so ymiskar, men hóast løgmaður heldur mælir til varnan útreiðslu- og íløgupolitikk, so leggur løgmansrøðan so avgjørt ikki upp til nakran varnan íløgupolitikk. Hetta vil eg venda aftur til.
Annað er, at løgmaður er munandi meira opinskáraður í Berlingaranum sunnudagin, har hann sigur, ?at udviklingen er meget uheldig?. Men sama boðskap fáa so ikki Føroya fólk frá løgmanni. Men hví er gongdin óheppin 1. august, tá hon ikki er tað ólavsøkudag? Hví er gongdin óheppin, tá løgmaður úttalar seg fyri danskari pressu, men ikki tá hann talar fyri Føroya fólki?
Hvat meinar løgmaður við, tá hann sigur, ?at udviklingen er meget uheldig?.
Eitt annað, sum undrar mangan mann er, at løgmaður ger so ótrúliga lítið burturúr, at fiskinøgdin, ið kemur upp á land, er í stórari minking. Hetta fær ein hálvan setning, og síðan setur man seg væl uppafturá, tí ein útlendskur serfrøðingur hevur sagt, at fiskidagaskipanin er góð. Men vit vita jú øll, at serfrøðingar langt frá eru samdir í hesum sjónarmiði. Hetta minnir ikki so lítið um, tá Ivan Johannesen, táverandi fiskimálaráðharri fann ein kanadiskan serfrøðing, sum mælti til at hækka fiskidagarnar. Hesin gjørdist dagsins maður. Samvitskan lættað og hendurnar tváaðar, og man slapp undan at taka eina ópopulera avgerð.
Búskaparstøða okkara er góð, eingin ivi um tað. Hetta fegnast vit øll yvir. Við skilagóðari politiskari ætlan, so stendur væl til, men við samgongunnar ynski um eina fíggjarlóg uttan heildarveiting, samstundis sum almennu útreiðslurnar veksa ótarnaðar, og samstundis sum samgongan hevur eina milliardaíløguætlan, ja, so stendur rættiliga á at fáa logikkin at hanga saman.
Og tað sum leypur kritiska lurtaran og lesaran mest í oyru og eygu er tann velduga andsøgn, sum er í hesi løgmansrøðuni. Lat okkum taka nøkur brot:
? ?Tí er alneyðugt, at vit brúka búskaparframgongdina til at konsolidera føroyska búskapin til at gerast sjálvbjargin?.
?Sjálvbjargni fyri føroyska búskapin verður ikki tryggjað, fyrrenn vit vísa, at vit megna at reka eitt trygt vælferðarsamfelag uttan ríkisveitingar?.
??Heldur eigur at vera hildið aftur á útreiðslu- og íløgusíðuni?.
? ?Fíggjar- og búskaparligar raðfestingar skulu gerast fyri at hava ein so javnan búskap sum gjørligt?.
? ?Útreiðslur landskassans eiga at tálmast?.
? ?Langttíðarraðfestingar eiga at verða gjørdar á málsøkjunum?.
Men samstundis sigur sami løgmaður enntá í somu røðu soleiðis um íløgur o.a.:
? Fast samband um Vestmannasund
? Fast samband um Lorvíksfjørð.
? Finnbogi Arge tosar nú eisini um fast samband millum Skálafjørðin og Havnina.
? Nýtt vaktar- og bjargingarskip.
? Nýggj Sandoyarferja.
? Nýggj Suðuroyarferja.
? Nýtt skip til Norðoyggjar.
? Nýtt Landssjúkrahús.
? Nýtt Røktarheim.
Spurningur mín ella viðmerking mín er, hvussu man kannn tosa um at tálma almennu útreiðslunum, og hvussu man kann tosa um íløguraðfestingar, samstundis sum løgmaður kann sleingja um seg við íløgum? Og hvussu kann man tosa um eina sjálvbjargnan búskap uttan ríkisveiting samstundis við eini íløguætlan fyri milliardir?
Hetta hongur snøgt sagt ikki saman, harra løgmaður. Føroya løgmaður veit betur enn nakar annar, at fólk ikki lata seg villeiða av slíkari tokutalu. Tað er snøgt sagt einki samanhang í røðu løgmans. Hann roynir bert av øllum alvi at tosa øllum samgongumonnum eftur tunguni. Frálíkt diplomati, men tað hevur als einki við politkk at gera.
Hann vil nakað, samstundis sum hann vil beint tað øvugta, sum ger, at tað fyrsta, hann vildi, ikki kann lata seg gera.
Og tá hava vit ikki tikið við alt tað, sum almenna umsitingin er økt undir hesum loysingarsamguni við nýggjum aðalstýri og nýggjum stjórum, deildarstjórum og leiðarum av ymiskum slagi.
Skulu vit tosa um langtíðarraðfestingar, og tað kann gerast trupult, so er neyðugt við einari breiðari politskari semju millum allar flokkar, sum kann borga fyri, at raðfestingin heldur. Tað í sær sjálvum hevði verið skilagott. Men tá verður neyðugt við øðrim kriterium enn ?cost/benfit?.
Sermerkt fyri hesa røðu løgmans eru allar intentiónirnar. Vit seta eina nevnd at kanna og lýsa hetta og hatta. Vit ætla okkum hetta og hatta. Men tað, sum leikar á í degnum í dag, tað verður ikki nevnt við einum orði. Trupulleikarnir sum eru, teir verða skúgvaðir til viks fyri stórslignar ætlanir.
?Mens græsset gror, dør horsemor? siga danir í einum orðafelli.
Man tosar um at byggja Landssjúkrahúsið út, alt gott at siga um tað, men samstundis hevur man ikki ráð at hava verandi sjúkrahús opið.
Man tosar um nýggja pensjónsskipan, men at fáa nakað upp á pensjónina tað verður ikki gjørt, og tá vit aðrir royna tað, so fellur samgongan málið.
Man tosar um reformar á útbúgvingarøkinum, men man fær ikki fólkaskúlan at virka sum hann skal.
Man tosar um barnaansingina við at tváa hendurnar av í einari ætlan um útlegging til kommunarnar, sum ikki loysir sjálvt málið.
Man tosar um útjaðaran, meðan sentraliserigin ongantíð hevur verið sterkari enn júst nú.
Alt gott um positivar intentiónir, alt gott um stórar ætlanir, men vit mugu kunna krevja av okkara landsstýri, at gerandisdagurin ikki verður gloymdur burtur í øllum hesum dreymunum. Álit aftaná álit, frágreiðing aftaná frágreiðign, hvítbøkur og vakrir arbeiðssetningar metta onga tjóð. Vit mugu eisini liva dagin í dag.
Og tað kann vera torført at fáa eyga á, hvørji avrik henda samgongan hevur framt? Rætt skal vera rætt, avtalan við danir í fjør, markið við Stórabretland í ár eiga alla rós uppiborna, men annars hevur soðið verið rættiliga tunt, tí ajourføringan av samfelagnum hendir ikki. Men tit eru í einari ringari støðu, tí áhugamálini um fullveldið og ynskini um føroyska vælferð ganga ikki rættiliga hond í hond, soleiðis sum tit hava sett tingini upp.
Høvuðsverkini í samfelagnum vórðu pínd niður, meðan kreppan herjaði, tí tá var tað tvingandi neyðugt, men nú verða tey framhaldandi hildin niðri, tí politiska ætlanin um fullveldið her og nú er ikki foreiniligt við eitt vælvirkandi almanna-, heilsu- og útbúgvingarverk.
Løgmaður sigur, at ætlanin er at seta heildarveitingina á serliga játtan á fíggjarlógina. Varaløgmaður hevur sjálvandi eisini verið frammi og givið til kennar, hvussu genialt hetta er. Mær vitandi er heildarveitingin á einari serligari játtan á fíggjarlógini. Hon eitur 20.54.1.01. Víðari verður sagt, at heildarveitingin nú bert skal brúkast til rentur og avdráttir og til íløgur og ta fyrstu tíðina til rakstrarútreiðslur.
Álvaratos hvat genialt er í hesum? Pengarnir koma inn í samfelagið, og pengarnir verða brúktir í samfelagnum, tað er veruleikin, og hann broyta tit ikki. Um teir verða brúktir til at gjalda pensjónir og útbúgvingar fyri ella teir verða brúktir til at gjalda rentur og avdráttir fyri dugi eg við mínum besta vilja ikki at síggja nakran mun á. Í báðum førum er talan um rakstur av føroyska samfelagnum.
Um heildarveitingin verða løgd í vinstra ella høgra buksulumma á føroysku samfelagsbuskunum er fullkomiliga líka mikið. Um heildarveitingin verður útgoldin aftur við høgru ella vinstru hond er sanniliga eisini líka mikið.
Tit kunnu ikki camouflera brúkið av heildarveitingini. Tað ger ikki tykkum til betri loysingarmenn. Tað ger heldur ikki búskapin meira sjálvbjargnan. Hatta er ikki nøkir genial ella manniliga ætlan, tit har koma við. Tvørturímóti.
Eg nevndi í einari útvarpssamrøðu, at løgmaður enn einaferð hevur víst seg frá síni sterku diplmotisku síðu. Hann hevur givið øllum nakað. Lýsingin av fullveldistilgongdini er har, hvat so enn liggur í tí frá Fólkafloksins síðu, men samstundis ger hann eina knallharða høgrasneiðing av samfelagnum, sum Tjóðveldisflokkurin má svølgja fyri fullveldið.
Pensjónsskipanin, sum verður umrødd, er ein skipan, har lønmóttakarin einsamallur skal taka fíggjarliga ábyrgd. Arbeiðsgevarin verður frítikin, og samhaldsfestið er burtur. Tað undrar meg bert, at løgmaður ikki kallar hana við røttum fólkafloksnavni nevniliga fólkatryggingin.
Fiskidagarnir skulu gerast alt meira umsetiligir, soleiðis at kapitalurin einsamallur skal umsita fólksins ognir.
Frískúlar skulu setast á stovn, og fólkaskúlin fær ikki tær umstøður, hann eigur.
Barnaansingin verður løgd til kommunurnar við tí fylgju, at trupulleikarnir ikki verða loystir, har trupulleikarnir eru.
Og Postverkið skal leggjast í partafelagsform, so væntast kann, at ta tænastustøðið, sum er í dag verður uppaftur verri. Marknaðarkreftirnar fara valla at loyva góða tænastu í útjaðarnum, og neyvan fara smáu bygdaposthúsini at yvirliva.
Alt hevur sín prís her í lívinum. Eisini fullveldið.
Løgmaður sigur í samrøðuni við Berlingaran, ?for at oprette vor egen stat, er det helt afgørende, at vi over en årrække formår at skabe en selvbærende økonomi?. Víðari sigur løgmaður, ?Meldingerne fra Danmark er fair. Vi kan på Færøerne ikke forvente at få suverænitet for danske penge?.
Hvat sigur løgmaður her um fullveldisætlanina? Hevur hann mist málið úr eygsjón, ella er Fólkaflokkurin í ferð við at útvega sær eitt alibi? Forrestin varð sagt henda dagin í útvarpinum, at Finnbogi Arge og Vinnumálastýrið hava sett sín egna búskaparbólk fyri at finna útav, hvussu føroyskt vinnulív skal skipa seg fyri at liva upp til ynskið um ein búskap uttan heildarveiting.
At hesir serfrøðingarnir eru av New Zealendi sigur okkum so mikið, at tilráðingin verður nakað við einum láglønarsamfelag. Men hví ynskja fólkafloksmenn sína egnu tilráðing. Er búskaparbólkurin ikki nóg góður?
Men viðmerkingarnar frá fíggjarnevndarformanninum í sama blaði gera okkum onnur uppaftur meira í iva um, hvat tað er, sum fyriferst í okkara samgongu: ?Når Færøerne nu viser sig ude af stand til at sætte næring efter tæring ved hvert år at afsætte penge til en procentdel af det bloktilskud, som Danmark har proklameret skal afvikles ved færøsk selvstændighed, er det helt meningsløst at diskutere vores erklærede mål om en suveræn stat?. Fíggjarnevndarformaðurin sigur, at tað er púra burturvið at kjakast um fullveldið. So vita vit tað.
Men bæði fyri samgonguna og fyri Føroya fólki kunnu vit í Javnaðarflokkinum bert endurtaka, at vit sita við alternativinum. Ynski okkara um eina Sjálvstýrislóg, sum ruddar slóð fyri einari skilagóðari og tryggari menning av føroyska sjálvstýrinum, stendur framvegis við, og er uppaftur meira styrkt við teimum úttalilsum, sum Fre-derik Harhoff kom við í útvarpinum henda dagin.
Var løgmansrøðan full í andsøgnum, so er lítið at ivast í, at henda tingsetan fer at gerast spennandi og áhugaverd, nú útmeldingarnar hóast alt koma alt meira undan kavi.
Takk fyri
Jóannes Eidesgaard










