Rætta bakara fyri smið

Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur at farast má varisliga fram, tá tað um broytingar í rentustuðulsskipanini ræður. ­ Talan er um eina so stóra broyting, at neyðugt er at kanna hvørjar avleiðingarnar eru áðrenn nakað verður gjørt

Í blaðnum í gjár legði Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, upp til, at broytingar vera gjørdar í rentustuðulsskipanini. Hann setti millum annað spurnartekin við hvussu rætt tað var, at landskassin veitir stuðul í sambandi við keyp og sølu av sethúsum, samstundis sum hann setti spurnartekin við hvør tað er, sum fær gagn av rentustuðlinum.

Vit hava spurt formann Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard um hvat hann heldur um ætlaninar hjá landsstýrismanninum við fíggjarmálum.

­ Fyrst av øllum vil eg siga, at vit als ikki hava viðgjørt málið í flokkinum, og tí ikki hava tikið støðu til tað, men tað skal undir øllum umstøðum farast sera varisliga fram, um broytingar skulu gerast, sigur hann.

­ Men fyrst mugu vit hava at vita, hvat endamálið við eini broyting er, leggur hann afturat.

Jóannes Eidesgaard vísir á, at Javnaðarflokkurin var við tá broytingar seinast vórðu gjørdar í rentustuðulsskipanini, og tá var endamálið at hjálpa sethúsaeigarunum, sum vóru sera illa fyri av kreppuni.

­ Við góðari hjálp frá peningastovnunum eydnaðist tað rímiliga væl. Nøkur kláraðu tað ikki, men tað vóru fleiri sum kláraðu tað.

Broytingin, sum var gjørd í 1993 hevði við sær, at rentustuðulin, sum annars var lækkaður niður á 40 prosent varð hækkaður upp aftur á 48 prosent. Síðani skal hann so líðandi lækka niður aftur á 40.


Kanska skeivt mál

Formaður Javnaðarfloksins setur sum sagt spurnartekin við endamálið við broytingarhugi fíggjarmálaráðharrans. Jóannes Eidesgaard hevur ilt við at fáa eyga á nakra orsøk til at broyta rentustuðulsskipanina, men hann ætlar sær tó ikki at vísa uppskotinum frá sær av teirri orsøk.

­ Sum sagt, so hevði broytingin í 1993 eitt ávíst endamál, sum partvís varð rokkið, men eg dugi ikki at fáa eygað á endamálið við eini broyting nú. Um ætlan fíggjarmálaráðharrans er at bremsa búskaparvøkstrinum, so eri eg bangin fyri at hann siktar skeivt, tí tað er ikki har trupulleikin er, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann vísir á innflutningstølini, sum siga, at størsti vøksturin er í innflutningi av bilum og av útgerð til vinnuna.


Stuðulsskipanir

ikki bara av tí ónda

Annars heldur Jóannes Eidesgaard, at tað í ávísum førum verður hugsað ov nógv um vandarnar við stuðulsskipanum. Fyrimunir eru eisini við stuðulsskipanum, sigur Jóannes Eidesgaard og vísir á Sandoyarætlanina, sum eitt gott dømi.

­ Í tí førinum veitti landskassin ein beinleiðis stuðul, sum gjørdi tað møguligt at seta eina verkætlan í gongd. Og síðani hon varð sett í gongd hevur hon givið studningin mangar ferðir aftur. So tað er ikki bara av tí ónda, sigur Jóannes.

Hann er tó samdur við øðrum um, at áhaldandi studningur kann avlaða eitt sunt virksemi, men sigur at neyðugt er at hyggja eitt sindur fjølbroyttari uppá stuðulsskipanir.


Kann gerast dýrt

Sum sagt, so vil formaður Javnaðarfloksins hvørki taka undir við uppskotinum ella vísa tað frá sær við teirri grundgeving, at tað ikki er viðgjørt innanfloks enn.

Hann er tó fullgreiður yvir, at tað, um tað verður sett í verk kemur at hava eina sera stóra ávirkan á peningamongdina hjá føroysku húsarhaldinum, og tað er ein av høvuðsorsøkunum til, at hann biður fíggjarmálaráðharran vera sera varnan.

­ Talan er um nógvar túsund krónur, og tað fer at merkjast ótrúliga væl hjá hvørjum einstøkum húsarhaldið, og kann uttan iva vera við til at koppa fíggjarætlanunum hjá nógvum teirra, sigur Jóannes Eidesgaard og leggur afturat:

­ Her er sostatt talan um eina skattahækking fyri sethúsaeigarar og tá mugu vit eisini seta spurningin um teir megna tað, ella um tað yvirhøvur eru teir, sum skapa tað stóru nýtsluna