Góð útlit fyri vágatunnilinum

Væl er komið áleiðis við royndarboringunum til unmdirsjóvartunnilin um Vestmannasund, og higartil bendir alt á, at tilfarið er nóg sterkt til at bora tunnil gjøgnum

Komandi sunnudag eru royndarboringarnar til undirsjóvartunnilin um Vestmannasund lidnar. Tó er úrslitið av boringunum enn ikki heilt klárt, tí kjarnurnar, ið tiknar eru upp, skulu kannast gjølla áðrenn endaliga úrslitið kann leggjast fram. Men alt bendir á, at úrslitið av kanningunum verður gott. Kjarnurnar sýnast at vera sterkar, eins og væntað, og vísa neyvari kanningar ikki tað øvugta, er einki í vegin fyri at bora tunnil undir Vestmannasundi.


Framkomin tøkni

Tað er eitt norskt felag, ið hevur staðið fyri kjarnuboringunum, ið gjørdar eru í Kvívík og har um leiðir. Av tí, at framkomin tøkni og drúgvur og neyvur kunnleiki skal til, fyri at gera slíkar boringar, valdi felagið Vágatunnilin at biðja um tilboð frá einum íslendskum og tveimum norskum feløgum, ið øll hava drúgvar royndir innan slíkar kjarnuboringar. Svar kom frá báðum norsku feløgunum, og tikið varð av tí lægra tilboðnum.

Við framkomnu boriútgerðini er møguligt at bora vatnrætt fleiri hundrað metrar niðri. Og tað er júst hetta, ið er gjørt. Borað er niður har loftið á tunnilinum kemur at vera, og síðani er borað vatnrætt fleiri hundrað metrar undir loftinum á komandi tunnilinum.

Fyri at bera skal til at bora vatnrætt verður fyrst borað á skák við einum vinkuli á 54 stig, og síðani verður borin stigvíst bendur á, til hann liggur vatnrættur tá komið er einar 200 metrar niður.

Dávur Reinert Hansen, stjóri í felagnum Vágatunnilin, sigur, at saman við seismisku kanningunum, ið fyrr eru gjørdar í sambandi við ætlanina um undirsjóvartunnil um Vestmannasund, fara kjarnuboringarnar at geva eina neyva mynd av tilfarinum undir sundinum. Hann sigur, at allar kjarnurnar, tiknar eru upp, eru merktar, so tað sæst hvørjum dýpi og hvaðani tær eru frá. Hetta ger tað lætt at samanbera tær nágreiniliga við seismisku úrslitunum frá teimum ávísu støðunum. Burturúr hesum fæst at vita, hvat slag av tilfari er í hvørjum dýpi. Tískil ber eisini til at meta um tilfarið longri úti í tunnilinum, har kjarnuboringar ikki eru framdar. Tá er lætt at lesa seismikkin av, tá ber nevniliga til at halda seg til, hvussu seismisku kanningarnar og kjarnuboringarnar longri inni hóskaðu saman.


Eisini í Vágum

Kjarnurboringarnar, gjørdar eru á hesum sinni, eru allar framdar úr Eysturoynni, og fevna tær um einar 400 metrar. Hetta merkir, at boringarnar hava fylgt sjálvum tunnilinum fleiri hundrað metrar, um ikki allar 400 metrarnar.

Fyrr eru kjarnuboringar eisini gjørdar Vágamegin. Hesar vórðu gjørdar seinast í áttatiárunum, tá arbeitt varð við ætlanini um tunnil undir sundinum. Har vórðu fýra kjarnuboringar gjørdar, ið allar stóðu á skák.

Dávur Reinert Hansen sigur, at boringarnar, nú eru framdar, eru gjørdar fyri at stuðla teimum fyrru boringunum, og tá hesar eru lidnar, skuldi borið til at gjørt eina nágreiniliga meting um tilfarið, ið ein komandi tunnil undir Vestmannsundi skal spreingjast ígjøgnum. Sum nú er, síggja kjarnurnar út til at vera góðar, men endaliga svarið fæst ikki fyrr enn í september, tá allar kanningar av kjarnunum eru lidnar.