Skipað var fyri raðkoyring, og síðani var grillað á útigrill uttan fyri hølini hjá felagnum.
Tá tað leið út á kvøldið varð farið niðan í Norðurlandahúsið, har Tórshavnar Jazz fólka og bluesfestivalur endaði hetta kvøldið.
Heilt fitt av motorsúkkluáhugaum møttu til tiltakið, og fegnast fyrireikararnir um tað. Talan var sjálvsat ikki bert um ellismotorsúkklur, men um motorsúkklum í øllum aldri - frá 1939-modellum av BSA og fram til okkara dagar.
Føroya Ellisakfør hevur gott hundrað limir, sum eiga gamlar bilar og gamlar motorsúkklur.










