Kalt alt ov leingi millum Føroyar og Hetlandi

-Tað hevur verið alt ov kalt alt ov leingi millum Føroyar og Hetland, og síggi eg fegin, at føroyingar og hetlendingar knýta tættari bond bæði innan vinnu og mentan sigur Anfinn Kallsberg, sum júst er afturkomin av almennari vitjan í Hetlandi

Jan Müller


-Hetta var ein frálíkur og einastandandi túrur, og eg ivist onga løtu í, at vit føroyingar og hetlendingar eiga at menna samvinnuna, nú farið verður inn í eina nýggja øld sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum júst er heimaftur komin av eini vitjan í Hetlandi saman við konu síni.

Tað var ovasti myndugleikin í Hetlandi ?The Island Council?, og tess leiðari, Tom Stove, ið beyð løgmanni og frú á eina almenna vitjan.

Í Hetlandi varð høvi hjá løgmanni og frú at síggja, hvussu hetta oyggjalandið hevur ment seg seinastu mongu árini, meðan oljuvinnan hevur verið høvuðsvinnan, og har fiskivinnan hevur ment seg so spakuliga og nú er við at koma á føtur aftur, eftir at hava verið afturúrsigld.

Umframt at síggja, hvussu hesar báðar vinnurnar virka og skipa seg, varð eisini møguleiki hjá løgmanshjúnum at síggja og uppliva hetlendska mentan av ymsum slag. Við í ferðalagnum var eisini skrivari løgmans, John Rajani og føroyski umboðsmaðurin í Aberdeen, Sofus Poulsen. Tá vitjað varð í Sullom Voe og á Foinaven feltinum var eisini føroyski umboðsmaðurin hjá BP Amoco, Hjarnar Djurhuus, við.


Fantastiskt

-Hetta var einki minni enn fantastiskt. Tað er eitt minni fyri lívið at hava vitjað henda okkara næsta granna sigur løgmaður, sum inniliga vónar, at vit kunnu fáa størri samstarv henda vegin. Nú oljuvinnan hevur havt so stóran týdning fyri Het-land var hon eisini stórur partur av vitjanini. Løg-maður, sum herfyri vitjaði í Noregi sigur seg bert kunna staðfesta tað hann sá undir tí vitjanini, nevniliga hvussu ógvuslig henda vinnan er.

Eftir at hava vitjað risa-stóra Sullom Voe oljutermi-nalin og úti á Foinaven oljufeltinum skamt frá føroyska markinum kann løgmaður bara endurtaka tað hann segði eftir at hava vitjað ymsar oljuinstallatiónir í norska partinum av Norðsjónum: -Hetta er so ógvuliga stórt, at tú hevur ikki orð fyri tí. Tað er um somu tíð spennandi og ræðandi, og tí eiga vit í Føroyum at vísa størsta varsemi, tá vit føroyingar leggja til brots í hesi nýggju vinnuni.

Anfinn Kallsberg hevði undir vitjanini eisini høvi at síggja, hvussu hetlendingar hava megnað at lyfta upp fiskivinnuna á eitt nógv hægri støði, enn hon hevur verið. Hóast oljuvinnan hevur verið høvuðsvinnan, so hevur tað eydnast hetlendingum at fáa fiskivinnuna á føtur aftur, og hetta er áhugavert at eygleiða hjá føroyingum, sum eftir øllum at døma eisini skulu undir ein oljuútvikling vísir løgmaður á og leggur aftrat:

-Munurin millum Hetland og Føroyar kann tó verða tann, at meðan teir hava megnað at byggja upp fiskivinnuna um somu tíð, sum oljuvinnan hevur verið í landinum, so kann vandi vera fyri tí øvugta her í Føroyum: at tá vit fáa eina oljuvinnu, so fer hon at minka um fiskivinnuna.

Her kann ein munur millum Føroyar og Hetland tó vera tann, at meðan oljupengarnir har enda í kassanum í London, so koma møguligir føroyskir oljupengar at enda í føroyska landskassanum. Hetta var nakað, sum hetlendingar løgdu stóran dent á at greiða løgmanni frá undir vitjanini.

Løgmaður sigur seg hava lært nógv og fingið nógv at hugsa um eftir Hetlandsvitjanina, bæði hvat viðvíkur olju, fiskivinnu og mentan.

-Tað var sera áhugavert at vitja í Sullom Voe og hoyra søguna um, hvussu hesin oljurisin kom í verðina. Her komu fólk hópatali uttanífrá at byggja støðina, sum kostaði fleiri milliardir. Hvat kann ein læra av tí? Bara tá hugsað verður um, hvussu stórt lendi brúkt er til oljuterminalin, so ivist eg í, um vit í Føroyum eiga nakað tilsvarandi bæði hvat viðvíkur dýpi á sjónum og tí upplandi, sum skal til.

Anfinn Kallsberg sigur, at tað er bæði rætt og gott at síggja, hvussu okkara grannar hava handfarið nakað sovorðið sum oljuna, ikki minst eitt oyggjasamfelag sum Hetland. -Her eru gjørdar so stórar íløgur, at vit í Føroyum mugu ikki leypa út í nakað, uttan at hava umhugsað tað gjølla.

Eftir slíka vitjan kemur so spurningur um framtíðar samstarv og samhandil. Løgmaður ivast onga løtu í, at tað eigur at knýtast størri samband millum hesi bæði oyggjasamfeløgini. Tað er heldur eingin loyna, at hetlendingar, nú teir hóma eina komandi føroyska oljuvinnu, vilja fegnir hava føroyingar at gera brúk av teimum sera stóru íløgum, sum longu liggja í Hetlandi, eitt nú Sullom Voe. Hesin hevur kostað meira enn 7 mia. kr. at byggja og í dag er stórur yvirskotskapasitetur, so føroysk olja hevði verið kærkomin.

-Tú lurtar og tú eygleiðir uttan at taka nakra avgerð ella binda teg til nakað. Men eg haldi, at øll tey fólk, sum skulu hava nakað við eitt nú eina komandi føroyska oljuvinnu at gera, eiga at fara henda túrin til Sullom Voe og síggja, hvat hetta eisini snýr seg um.


Kalt ov leingi

Løgmaður heldur tað hevur verið alt ov kalt í alt ov langa tíð millum Føroyar og Hetland, og tí eiga vit at formalisera eitt størri samstarv. Hóast teir eru nakað niðurbundnir í at kunna taka avgerðir um, hvat skal henda, so eigur tað ikki at forða okkum í at gera nakrar avtalur við Hetland.

Løgmaður heldur tað annars verða rætt av føroyingum at umhugsa størri samvinnu við lond í okkara egna nærmhvørvi umframt verandi tilknýti til hini Norðurlondini. Og her hugsar hann ma. um Hetland, Orknoyggjar, Hebridurnar partar av skotsku strondini.

Í hesum sambandi vísir løgmaður til eitt uppskot, sum fer at seta fram í Norðurlandaráðnum um størri samstarv millum nettup oyggjabólkar í Norðuratlantshavi. Hetta heldur løgmaður vera eitt frálíkt hugskot og gevur hann tí sín fulla stuðul. Hetta er so eisini eitt mál, sum verður viðgjørt á fundi, nú íslendski ráðharrin fyri norðurlandasamstarvi og umhvørvi vitjar.