Tikin av gjaldførinum hjá landskassanum

Peningurin, sum SvF fekk tá stovnurin var í gjaldføristrupulleikum, er tikin av gjaldførinum hjá landskassanum, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður við mentamálum. Samstundis sigur hann, at hóast peningurin er at meta sum eitt lán, so eru ongar afturgjaldstreytir lagdar við enn

Tað var ikki hissini orðadráttur ið gjørdist, tá tað kom fram, at SvF var í so álvarsligum gjaldføristrupulleikum, at stovnurin mátti fáa hjálp beinanvegin.

Umsókn varð send fíggjarnevndini, sum kortini vísti hana frá sær. Uppskotið um eykajáttan til SvF skuldi leggjast fyri tingið, og ikki bara fyri fíggjarnevndina, var svarið úr fíggjarnevndini.

Hóast tað tí sá svart út hjá Sjónvarpinum, so eydnaðist kortini at finna tær1,6 mió, sum restðu í fyri at sjónvarpshjólið skuldi mala tað sum eftir er av árinum. Men hvaðani hesum peningur kom, er ongantíð rættiliga staðfest.

Ein av trupulleikunum í sambandi við SvF er tann, at tað ber ikki til hjá stovninum at fara í bankan og biðja um ein kassakreditt ella um eitt lán. Hví so er, veit Signar á Brúnni ikki heilt, men hann sigur, at tað ger støðuna hjá SvF ógvuliga torføra, tá stovnurin fær gjaldføristrupulleikar.

? Tað er einki óvanligt í, at gjaldføri viðhvørt ikki er so gott, sigur Signar á Brúnni, og leggur afturat, at tá eingin møguleiki er fyri at taka lán ella kassakreditt, so má okkurt annað gerast ístaðin.


Lán úr landskassanum

Og tað var júst tað, sum var gjørt. Hóast fíggjarnevndin vísti umsóknini frá sær, so varð gjørt av at taka peningin úr landskassanum kortini. Gjaldførið hjá landskassanum er stak gott í løtuni, tí inntøkurnar eru størri enn mett varð frammanundan, samstundis sum útreiðslurnar ikki økjast samsvarandi.

? Tí varð gjørt av at lata SvF fáa tær 1,6 mió. krónurnar burtur av avlopsgjaldførinum hjá landskassanum, soleiðis at SvF slapp úr sínum gjaldføristrupulleikum, sigur Signar á Brúnni.

Men tá SvF hevur fingið pengarnar, so má tað metast sum eitt lán frá landskassanum, er tað ikki so?

? Jú, tað mugu vit nokk siga, at tað er.

Tá talan er um eitt lán, eru so settar treytir við, eitt nú hvussu lánið skal gjaldast aftur?

? Nei, tað er tað ikki. Ikki enn í hvussu er. Tað hongur saman við, at tað ikki er endaliga avgjørt hvussu málið verður endaliga avgreitt. Spurningurin um eykajáttan til SvF er ikki avgreiddur enn, men tað verður hann vónandi skjótt, sigur Signar á Brúnni.


Óvist við

avleiðingunum

Tá tað kom fram, at SvF var í gjaldføristrupulleikum, var koyrt upp undir, at málið skuldi fáa avleiðingar fyri leiðsluna í SvF. Hetta vil Signar á Brúnni als ikki tosa um enn, við teirri grundgeving, at hann vil hava betri innlit í umstøðurnar.

? SvF er komið við eini drúgvari frágreiðing um málið, og eg havi heitt á nøkur av okkara serkønu, um at gera eina kanning av umstøðunum eisini, og fyrr enn henda frágreiðing fyriliggur fari eg ikki at tosa um nakrar avleiðingar, sigur landsstýrismaðurin.

Men kann tað hugsast, at tú fert at krevja broytingar í umsitingini í SvF?

? Tað er væl møguligt. Slíkt má ikki henda aftur í framtíðini. Tað er sera óheppið, at ein almennur stovnur kemur í eina slíka støðu, sum vísir, at teir ikki hava greiðu á hvat fer fram. SvF visti um gjaldføristrupulleikan, men eftir teirra metingum og teirra fráboðanum, skuldi hann koma í september. Men so var hann brádliga har, og tað vísir, at eftirlitið í SvF er ikki nóg gott, sigur Signar á Brúnni.

Hann greiðir frá, at umframt møguligar broytingar í umsitingini hjá SvF, nú er borið so í bandi, at SvF skal »rapportera« til Gjaldstovuna um støðuna, og tað skuldi í sær sjálvum havt við sær, at støðan ikki endurtekur seg.

Sambært landsstýrismanninum er tað tí ein hugsandi avleiðing, at SvF verður álagt at strykja umsitingina og fíggjarligu stýringina soleiðis, at leiðslan á stovninum alla tíðina veit hvussu fíggjarliga støða stovnsins er.

Fíggjarnevndin hevur ikki viðgjørt umsóknina um eykajáttan aftur, tí hon er ikki løgd fyri tingið. Signar á Brúnni, landsstýrismaður vísir á, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið ger ikki meira við umsóknina, tí hon er latin Fíggjarmálastýrinum. Nær hon fer víðari haðani, veit landsstýrismaðurin ikki.

Og til ta tíð hevur SvF lænt - ella fingið - pengar úr ... landskassanum.