spekulantum, at gera seg galdandi á økinum. Tann sanni veruleikin er tann, at eingin gerandispolitikkur verður førdur, av tí at fullveldi hevur tikið alla tíð og orku frá umsitingini. Framtíðarstøða er [...] kk. Um eg var 100% sannførdur loysingarmaður, so hevði eg helst valt ein annan politiskan lit enn tann, sum eg í dag havi. Eg eri ein av teimum hovligu sjálvstýrismonnunum, sum ikki vil spæla við fólksins [...] til at taka grundarlagið undan okkara verkamannafjøld. Loysing ella ei, so má fólkið fáa nakað fyri tann pening, sum tey vinna sær. Og at ímynda sær eitt føroyskt samfelag, sum verður styrt av útlendskum
Hesa vikuna hava vit sæð, at vit eiga ein tann fremsta listarmannin í Evropa. Konsertin í Norðurlandahúsinum til minnis um svian Bjørn Afzelius vísti, at vit hava úrmælingar í tónleiki, og at vit ikki [...] yrkjaran Christian Matras. Harafturat koma allar bøkurnar og fløgurnar, sum dagliga koma út hesa ársins tíð. Hesi nevndu tiltøkini og útgávur vísa, at vit hava virkin mentafólk á nógvum økjum. Tað eru fólk,
jan var. So hóast felagið flytir, er tað ikki so langt. Skipara-og Navigatørfelagið hevur í langa tíð leiga frá Svend Krosstein Yviri við Strond, beint niðanfyri, tey nýggju húsini. - Vit hava verið væl [...] eitt felag fyri navigatørararnar við farmaskipum burturav, tí so vítt, vit hava fingið upplýst, koma tan fyrsti sáttmálin fyri navigatørar við fiskiskipum ikki fyrrenn í tjúgunum.
Vági í 1992. Hann varð valdur og bleiv harafturat valdur til býráðsformann. Hetta var ein sera trupul tíð at taka róðrið í Vágs Kommunu.Vágur varð sera hart rakt av kreppuni og fíggjarstøðan hjá kommununi [...] borgarstjóranum, tí á valinum seinasta týsdag, fekk hann meiri enn tvær ferðir so nógvar atkvøður, sum tann næstvaldi býráðslimurin. Jógvan Krosslá hevur tvey frítíðarítriv framum nakað annað. Tað er føroyski
síðan; so tað er ein heldur ivasamur framburður tá tú skrivar: »Latið okkum yvirtaka eftir førimuni, og tann dagur kemur, har vit hava yvirtikið og gjalda fyri øll málsøkið sjálvir. Latið okkum tá taka eina [...] greinina, men hálvir sannleikar og brot hava altíð ligið Sjálvstýrisflokkinum nær, og ikki at tosað, tann so eyðkenda »ping-pong« politikkin hjá Sjálvstýrisflokkinum. Fyri tað triðja so hevur varaløgmaður [...] halda teg til veruleikan og seta teg inn í tingini hvat samgongan arbeiðir við, tí hevði tú gjørt tær tann ómak, nýttist tær ikki at koma við hasari fjákuti greinini í Dimmalætting fríggjadagin 24.11.2000
Harímillum var upprunahandritið. - Avtalan var, at hon ikki skuldi fara víðari við nøkrum av hesum, men tann avtalan er ikki hildin. Tilfarið hevur hinvegin verið víst fram, sigur Zacharias. Zacharias sigur [...] Jørgen-Frantz. - Eg havi ikki vitað nakað um hatta handritið, og Hanne Flor hevur spurt eftir tí í langa tíð, og eingin hevur vitað nakað um tað. Eg meini enn, at hon hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at finna [...] gjørdu alt fyri at fáa hendur á handritinum, tí teir høvdu ætlanir um at geva tað út, men tað gekk rúm tíð, áðrenn tað varð leysgivið. Teir fóru síðani til Gyldendal við handritinum, men ein ritstjóri har,
eg ikki verði tikin á bóli av hesum jóla-óløginum, sum skolar út yvir landið. Eg haldi ikki, eg eri tann einasta, sum hevur tað soleiðis... Fyri tveimum árum síðani, júst um hesa tíðina, tá dóttur mín var [...] fyrst vita, hvat er at fáa hjá hvørjum, og hvat tað kostar í mun til í hinum handlunum. Tað tekur tíð - og orku. Ístaðin fyri at ansa eftir neyðars pengapungum okkara og bara hugna okkum í frið og náum
og sungið tann sangin í sjónvarpi har. Tit vóru við í sjónvarpssendingini hjá Keld Heick "Musikbutikken" herfyri. Tað var eisini sent í føroyskum sjónvarpi. Hvat dámdi tær at upptraðka á tann hátt? Vit [...] skeg, tá Rebekka skuldi læra at syngja á føroyskum. Hon sang mest niðurlagið, tí hitt tók for langa tíð at læra. Tit eru við í einum nýggju donskum teknifilmi "Hjælp jeg er fisk". Fortel um tað! Nei, vit
teimum kanningum, ið hava verið í Føroyum av okkara høgtstandandi fólki. Tað er ov dýrt, tekur ov langa tíð og frágreiðingarnar áleggja ikki beinleiðis ábyrgd á tey ávísu fólkini. Kanningin hjá bretum um BSE [...] hevur gjørt, hava granskarir tilluta teimum 65.000 fólkunum á Kanal oyggjunum, ið liggja í Ermasundi, tann ivasama heiður, at vera heimsmeistarir at nýta sterkan løg. Tað vóru myndugleikarnir á Kanal oyggjunum [...] of Lairg. Hann var valdur nakað eftir fólkatingsvali í 1997 av forsætisráðharranum Tony Blair. Tá tann ungi nýklakti løgfrøðingurin Tony á fyrsta sinni skuldi royna sínar lógsnildir, var tað undir arb
Beint sum leikur fjøruti skuldi flytast fall pinnurin hjá Rana, og Torkil vann sostatt talvið uppá tíð. Steintór vann sikkurt ímóti Bernhard Augustinussen á øðrum borði, meðan Tummas M. Anthoniussen enn [...] klaksvíkingum, har teir høvdu møguleikan at koma á ovastu rók undan jólasteðgin. Fjórða umfar verður telva tann 6. januar í tí nýggja árinum. 2. deild Í aðru deild liggur HT 2 trygt á odda. Teir vunnu tepran sigur