Triði túrurin á brúnni

Tá ið hann var ungur, hevði hann neyvan hugsað sær at ein stórur partur av hansara arbeiðslívi skuldi vera sløttum gólvi.

 

Men kortini fer 58 ára gamli Jógvan Krosslá nú undir sítt triðja valskeið sum borgarstjóri í Vági.

Jógvan Krosslá hevði annars ætlað sær eitt arbeiðslív á havinum. Ungur fór hann á skiparaskúla, og aftaná tað sigldi hann í nógv ár, eitt nú sum stýrimaður, bæði við fiskiskipi og úti í verðini.

Men í 1982 setti hann føtur á egið dekk, so at siga, tá ið hann keypti útróðrarbátin Gásholm, sum hann rak í góð 13 ár.

Í 1985 stóð honum í boði at blíva stjóri í timburhandlinum á Fløðulið og hann tók av.

Hann var stjóri í sjey ár, til hann varð stillaður upp fyri tjóðveldisflokkin til býráðsvalið í Vági í 1992.

Hann varð valdur og bleiv harafturat valdur til býráðsformann.

Hetta var ein sera trupul tíð at taka róðrið í Vágs Kommunu.Vágur varð sera hart rakt av kreppuni og fíggjarstøðan hjá kommununi hekk í riklingsbeiti.

Men tað eydnaðist kortini býráðnum, smátt um smátt, at fáa Vág á føtur aftur.

Fyri hetta fekk Jógvan Krosslá so dygga áltisváttan frá veljarunum á valinum í 1996, at tað slapst ikki uttanum hann, tá ið borgarstjóri skuldi veljast aftur. Og valið í ár vísti, at vágbingar hava langt í frá mist álitið á borgarstjóranum, tí á valinum seinasta týsdag, fekk hann meiri enn tvær ferðir so nógvar atkvøður, sum tann næstvaldi býráðslimurin.

Jógvan Krosslá hevur tvey frítíðarítriv framum nakað annað. Tað er føroyski dansurin og báturin hjá honum, sum eitur ?Seks Systkin? ? og tað sigur okkum eisini, hvussu nógv børn hann eigur.

Men hann var oftari at síggja í føroyskum dansi fyrr, og hann var oftari í fjørðinum fyrr, enn hann er nú, tí borgarstjórastarvið er so mikið krevjandi, at orka er líkasum ikki til nakað serligt, tær fríløtur, sum eru.