Tá ið skrivstovan hjá Skipara- og Navigatørfelagnum letur upp mánamorgunin, verður tað í nýggjum hølum.
Tað er nú eitt ár síðani, at felagið keypti sær hús í Havnini og hesar seinastu dagarnar hava tey fingist við at flyta.
Nýggju húsini eru í Jekeragøtu nummar 10, har Landsprentsmiðjan var. So hóast felagið flytir, er tað ikki so langt.
Skipara-og Navigatørfelagið hevur í langa tíð leiga frá Svend Krosstein Yviri við Strond, beint niðanfyri, tey nýggju húsini.
- Vit hava verið væl nøgdir við at vera hjá Svend Krostteig, tí vit hava havt gott samstarv við tey, og vit hava havt góðar umstøður. Tað er ikki tí at vit flyta, sigur Ellintur Abrahamsen.
Men hann sigur, at hetta er ein gamal dreymur, sum nú er blivin veruleiki.
-Í 100 ár hava vit droymt um at fáa føtur undir egið borð, sigur formaðurin.
Í teimum nýggju húsunum verða eisini góðar umstøður.
Maskinmeistarafelagið hevur leingi leigað hjá Svend Krosstein saman við Skipara-og Navigatørfelagnum. Og feløgini halda fram at verða undir sama takið, tí nú fer maskinmeistarafelagið at leiga frá Navigatørfelagnum. Í nýggja húsinum. So, nú navigatørarnir flyta, fylgja maskinmeistararnir við niðan í tey nýggju húsini.
Føroya Skipara- og navigatørfelag varð stovnað í 1896. Ein av stovnarunum var Johan Restorff, sum er abbi Restorff-menninar, sum nú hava Hotel Hafnia.
Tey fyrstu nógvu árini var talan um eitt felag fyri navigatørararnar við farmaskipum burturav, tí so vítt, vit hava fingið upplýst, koma tan fyrsti sáttmálin fyri navigatørar við fiskiskipum ikki fyrrenn í tjúgunum.