Geylan og skreljan

Úrvalið av tíðindaflutningsveitarum er nakað væl størri í Bretlandi enn í Føroyum, og er tað heldur ikki undarligt, tá ein sammetir støddina á londunum báðum. Umframt tey mongu dagbløðini, útvarpsrásirnar, sjónvarpsrásirnar og internetsíðurnar er tað alsamt meira vanligt at fáa tíðindi fram á fartelefonini.

 

Fwd: Teldubrævið

From: HEÐIN POULSEN

hp100@soton.ac.uk

To: post@sosialurin.fo


Heðin Poulsen úr Southampton


Tíðindi fara altíð at vera partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu, og er tað alt umráðandi at tey eru uttanveltaði og avspegla sannleikan, til tess at lesarin kann líta á tey sum sonn.


Ein góður háttur at koma nærri at skilja støðuna hjá einum landi og fólkinum, er at fylgja við tíðindunum viðvíkjandi landinum. Vansin kann vera, at fjølmiðlar tíðum halda seg til ávísan leist hvussu landi skal umtalast og kann hetta skapa eina rangvenda mynd av landinum. Sum dømi kann nevnast, at hvørja ferð vit hoyra um Amsterdam, er tað altíð viðvíkjandi tí sera liberala undirhaldspolitikkinum. Tíðindi frá londunum í Suður Ameriku eru sum oftast um rúsevni, harðskap og korruptar stjórnir. Sjálvandi hýsa londini ikki einans teimum tíðindum, vit verða borðreidd við. Bretland verður eisini umboða selektivt, hvør hevur ikki hoyrt um BSE-sjúkuna, sum næstan hevur yvirhálað tey kongaligu, sum umboð fyri landi.


Henda grein lýsir nøkur fá evni, ið hava verið uppi at venda í fjølmiðlunum og er hon einans ein dropi í havinum av tí dagliga tíðindaflutninginum.


Sum sagt hava BSE-sjúkan og Creutzfeldt-Jacob fylt stóran part av tíðindaflutninginum, bæði her í Bretlandi og aðrastaðni. Komi er fram eftir drúgva kanning av Whitehall, at ráðharrar og fulltrúar ikki gjørdu sítt besta til tess at fyribyrgja, at neytaøði gjørdist til fólkaøði.


Mangur hevur funnist at teimum kanningum, ið hava verið í Føroyum av okkara høgtstandandi fólki. Tað er ov dýrt, tekur ov langa tíð og frágreiðingarnar áleggja ikki beinleiðis ábyrgd á tey ávísu fólkini.


Kanningin hjá bretum um BSE kostaði skattaborgaranum GBP 27 milliónir, er í 16 bindum og telur 4.000 síður av tøttum teksti. (Kanningin er at finna á internetinum á síðu http:www.bseinquiry.gov.uk). Úrslitið av kanningini er ikki, at ávísur persónur verður gjørdur til hólk. Skriva stendur, at tað eru ?no villains? og ?no scapegoats? at finna, tó verður harliga funnist at tí tunga embætismannaveldinum sum heild, uttan at seta fingurin á húsakøstin.


Í Bretlandi, sum aðrastaðnis, verður roynt at eggja kvinnum at luttaka í politikki. Eitt uppskot, ið hevur sæð dagsins ljós, er at avtaka náttarsetur hjá Undirhúsinum. Fólkavalda tingi í Bretlandi, ið vanliga verður kallað Undirhúsið, sendir ikki limirnar til hús, tá náttin legst yvir landið, um viðgerðin ikki er liðug, men heldur á fram alla náttina, um tað er neyðugt. Áðurnevnda uppskot hevur fyri eyga at gera tingið meiri familjuvinarligt og at betra um møguleikan hja mammum at vera mammur, samstundis sum tær kunnu tæna sum fólksins mammur. Tað er eingin onnur enn Javnstøðunevndin, ið mælir til, at Undirhúsið skal avtaka náttarseturnar og geva tinglimunum durafjórðingin í seinasta lagi klokkan hálvgum ellivu, júst á sama hátt sum vertshúsini gera. Um niðurstøðan í tilmælinum er sonn, kundi hugsast at Føroya Løgting átti at veri á tremur við kvinnum.


Sambært eini kanning, sum Imperial College í London hevur gjørt, hava granskarir tilluta teimum 65.000 fólkunum á Kanal oyggjunum, ið liggja í Ermasundi, tann ivasama heiður, at vera heimsmeistarir at nýta sterkan løg. Tað vóru myndugleikarnir á Kanal oyggjunum, ið fingu kanningina í lag, eftir at teir varnaðust alt fleiri tilburðir, ið høvdu samband við rúsdrekka nýtslu.


Kanningin vísir, at hvør oyggjabúgvi yvir 18 ár drekkur 12,9 litrar av reinum rúsdrekka árliga. Tað er tað sama sum 130 fløskur av víni til hvønn einstakling, tríggjar øl um dagin ella 30 litrar av vodka um árið. Hædd er tikin fyri tí gott eini millión ferðafólkum og árstíðararbeiðsmegi, ið oyggjin breggjar sær av at vera vertir fyri árliga.


Portugal liggur sum nummar tvey og Frakland sum nummar trý í rúsdrekka nýtslu. Bretland liggur nakað aftanfyri, har hvør íbúgvi ?einans? drekkur 7,3 litrar av reinum rúsdrekka árliga.


Frágreiðingin er gjørd undir leiðslu av Prof. Gerry Stimson?s, ið hevur nýtt tøl frá tollmyndugleikunum og eftir teimum vanligu frymlinum. Viðmerkt verður í frágreiðingini at eingi tøl eru atkomilig frá Russlandi ella Íslandi, man hann hava sæð tølini frá Føroyum?


Lord Irvine of Lairg, verður í hesum døgum ákærdur fyri brot á mannarættindasáttmálan, ið nýliga fekk fult gildi í Bretlandi. Hægsti løgfrøðingurin í embætismannaveldinum í Bretlandi gongur undir heitinum Lord Chancellor, og er tað Lord Irvine of Lairg. Hann var valdur nakað eftir fólkatingsvali í 1997 av forsætisráðharranum Tony Blair. Tá tann ungi nýklakti løgfrøðingurin Tony á fyrsta sinni skuldi royna sínar lógsnildir, var tað undir arbeiðsgevaranum Lord Chancellor Lord Irvine of Lairg, hetta var tó ikki hansara heiti tá.


Nú hevur ein kvinna, Jane Coker, lagt sak móti Irvine, tí sambært henni hevur hann brotið mannarættarsáttmálan, viðvíkjandi javnbjóðis arbeiðsmøguleikum millum menn og kvinnur. Jane, ið sjálv er sakførari, førir fram, at arbeiðið sum serfrøðisráðgevi hjá Irvine var ikki lýst leyst, og um tað hevði verið, hevði hon søkt tað, ið er lønt slaka millión danskar krónir um árið. Hansara grundgeving fyri ikki at lýsa starvi leyst er, at einans fólk ið kenna hann væl, vóru egnaði til starvi. Funnist verður mangan at frændaveldi, Lord Chancellor Lord Irvine of Lairg hevur ikki einans nýtt frændaveldi sum verju, men sum grundgeving.


Hví hava fólk eina tráan eftir tíðindum, tíðindir um vanlukkur, um regnneyð hjá fremmandum fólkum og um óstbeinbrot hjá eini eldri damu úr einum fjarskotnum landi? Er tað tí vit vilja hjálpa, hava samhugað, eru áhugaði, taka lut í? Ella er tað tí vit hava tørv fyri undirhaldi, og er nakað betri undirhald enn óskepnan hjá øðrum?