Birgir Kruse
Hey Rannvá, skilir tú føroyskt? Dugir tú at skriva føroyskt?
Ja, eg forstandi væl føroyskt eg dugi væl at lesa føroyskt, men eg dugi ikki at skriva føroyskt. Foreldrini hjálpa mær. Vit snakka føroyskt her heima, so tað er heilt nemt.
Tykkara nýggja Creamy-fløga, hjá tær og Rebekku, hvussu er hon sett saman, fløgan?
Vit hava valt nakrar nýgjar sangir. 10 nýggir og tveir cover - Little Kitty (The Walkers), Never ending Story. Tú veitst sjálvur hvar hetta lagið er frá. Nógvir ymiskir produsarar eru til teir ymisku sangirnar. Málbólkurin eru tey á mínum egna aldri og eisini tey yngru. Nakrir tekstir passa betri til okkara aldur, haldi eg.
Hvat slag av tónleiki lurtar tú eftir í løtunu, burtursæð frá tykkara egna altso?
Hanson og Nat King Cole og Frank Sinatra. Back Street Boys. Hetta er tað , sum eg lurti eftir. Rebekka lurtar ikki so nógv eftir Nat King Cole og Frank Sinatra. Hon er meira forlipt í Hanson og Back Street Boys.
Hevur tú nakrar avísar fyrimyndir, idol?
Mín fyrimynd er m.a. Nat King Cole. Mær dámar so øgiliga væl hansara musikk. Tað er so lekkurt og mjúkt at lurta eftir. Fyrr lurtaði eg eftir øllum møguligum, t.d. Mariah Carey ella Whitney Huston. Men eg haldi ikki, at tær eru serliga cool longur. Forsangarin í Hanson, hann syngur ræðuliga væl, haldi eg.
Hava tit møtt nøkrum mega-stjørnum, altso stjørnum sum eru meiri mega enn tit?
Ja, vit hava møtt Brøðrunum Olsen, tað var virkuliga skeg. Og so A-Teens. Teimum møttu vit til Grøn Konsert. Har møttu vit eisini Sanne Salomonsen. Tað var ordiliga cool. Eg havi eisini heilsað uppá hann við krúllunum - Michael Bundesen. Mamma mín sá hann, tá vit vóru til festival í Skovlunde. Han er eisini ordiliga cool. Eg havi lurtað eftir Shubidua, tá eg var lítil. Mín allarbesti vinur er Dánjal (Danny Kool) eg lurti nógv eftir hansara fløgum. Eisini lurti eg eftir musikkinum hjá Soap. Tær kenni eg væl. Mín yndlingsskuespælari er annars Lone Hertz - og henni havi eg eisini møtt! Eg heilsaði uppá hana í Aalborg. Hon var á turné og helt fyrilestrar. Mær dámar so væl, at hon virkar so ker og smílandi.Eg havi eisini havt ta stóru æru at heilsa uppá Poul Nyrup! Eg og Rebecca eru á einari mynd saman við honum. Tað var ikki so galið. Vit møttust í einum ateliéri hjá einum fotografi, sum eisini tekur myndir av kongafamiljuni. Men treytin fyri at fáa myndina av okkum saman var, at hon ikki mátti nýtast í miðlunum. Sorry.
So kanska verður Nyrup-myndin eitt samlaraobjekt?men hvat siga tey heima, familjan, til alt tað hóvastákið, sum er uttan um tykkum í Creamy?
Familjan heldur, at tað er spennandi. Tey eru altíð við, tá vit eru úti. Antin mamma ella babba. Men altíð annar av teimum. Tað haldi eg er fínt.
Tað at tit báðar í Creamy eru vorðnar so vælumtóktar, hevur tað broytt nakað í sambandinum við tykkara vinfólk?
Nei, tað haldi eg ikki. Vit eru nokkso nógv burtur í vikuskiftunum. Men vit ganga í skúla hvønn dag akkurát sum øll hini. Eg eri nógv burtur, men tó fekk eg eitt 13 tal í síðstu vikuni - í donskum! Mínir skúlafelagir halda, at tað er nokkso spennandi at vit eru so kendar.
Hevur tú?ehm?nakran sjeik?
Nei!
Tit hava gjørt vart við, at tit eru kristnar. Hvussu hevur tað verið móttikið?
Vit hava sagt, at vit eru kristnar og tað vita øll, haldi eg. Vit hava eisini ein kristnan sang á fløguni. Hann eitur "It can happen to you". Nú, tá vit eru blivnar eldri, vilja fólk gjarna hoyra um at vit eru kristnar. Tey halda tað er spennandi og annarleiðis, kanska serliga í sangumhvørvinum og eisini tí vit eru so ungar og ikki skammast við, at vit eru kristnar. Undan hvørjari konsert biðja vit saman við dansarunum og hinum. Tey eru ikki kristin, men allíkavæl so biðja vit øll saman, áðrenn hvørja konsert!
Syngja tit í kirkjum og samkomun, tað vil siga í kristnum sambandi?
Onkuntíð syngja vit í okkara kirkju her í Aalborg. Men tað er ikki so ofta.
Hvør skipar fyri tykkara útgávum, sølu, konsertum og so framvegis?
Okkara plátuselskap eitur RecArt (CMC). Tey skipa fyri sølu, reklamu o.s.fr. Annars eitur okkara manageri Andreas Mathew. Hann er stóribeiggi hjá Rebekku. Hann avger alt, sum hevur við okkara show at gera. Hvussu pallurin skal síggja út. Hann er altíð við okkum. Passar uppá okkum. Vit hava eisini ein booking manager. Fólk kunnu ringja til hansara og booka okkum. Hann avger so, hvar vit fara at syngja og hvat vit kosta.
Forsøma tit ikki skúlan, tá tit eru úti og spæla, ella gera upptøkur?
Vit forsøma ikki nakað serligt, Bara nakrar fáar tímar kanska fríggjadag seinnapart. Vit royna at passa skúlan sum vit eiga og eg haldi ikki, at vit forsøma nakað serligt.
Hvussu eru tykkar framtíðarætlanir? Bangnar, ørkymlaðar, ella heilt avslappaðar, tá tað umræður framtíðina?
Eg ani tað ikki. Eg eri bara 14 ár! Eg haldi, at eg fari á eftirskúla í tíggjunda klassa. Tað er um tvey ár. Eg taki tað sum tað kemur.
Kunnu vit vænta eina triðju útgávu við Creamy? Og kanska enn fleiri útgávur...?
Ja, tað rokni eg við.
Fáa tit góð ráð frá foreldrum, soleiðis til dagin og vegin, tá tað snýr seg um framtíðina?
Ja. Vit hava til dømis tosað nógv um hetta at "fara internationalt". At fara útum Danmark. Her hava míni foreldur stuðlað mær í tí, sum eg vil og hava hjálpt mær og hjálpa mær framvegis.
Hava tit nakrantíð havt samband við nakran, sum hevur verið í somu støðu sum tit, altso ung, sum knappliga blíva stjørnur?
Ja, eg havi tosað nógv við Dánjal (Kool) og genturnar í Soap. Tær hava hjálpt mær við góðum ráðum. Tey hava verið kend nógv longri enn vit, so eg kundi altíð spyrja tey. Eisini tá eg skuldi avgera, um at fara uttanlands. Tær hava jú roynt alt hetta, so tá var gott at spyrja tær í Soap, serliga.
Eru nakrar aktuellar ætlanir um at koma til Føroya at syngja?
Beint nú er ikki nakað á skránni. Vit hava ikki verið úti við okkara nýggja showi enn, heldur ikki í Danmark. Eg haldi, at tað hevði verið cool at koma til Føroya aftur at halda konsert.
Tit spældi inn ein føroyskan sang fyri Sparikassan. Hvat dámdi tær tað?
Onkur í Føroya Sparikassa hevði spurt JOF (tað er Jens Ole Friis, sum er stjóri á RecArt), um Creamy vildi syngja nakrar sangir inn á føroyskum. Teir, sum høvdu gjørt okkara musikk til ?Æblemand?-fløguna gjørdu musikk og so sungu vit tveir sangir á føroyskum. Tað var ræðuliga skeg, tá Rebekka skuldi læra at syngja á føroyskum. Hon sang mest niðurlagið, tí hitt tók for langa tíð at læra.
Tit eru við í einum nýggju donskum teknifilmi "Hjælp jeg er fisk". Fortel um tað!
Nei, vit eru ikki við í sjálvum filminum. Vit hava bara sungið tittullagið, sum er á enskum og eitir "Help, I am a fish". Filmurin og sangurin eru komin út í Finnlandi, Svøríki og Norra. Umframt Danmark altso. Vit hava verið í Finnlandi og Norra og sungið tann sangin í sjónvarpi har.
Tit vóru við í sjónvarpssendingini hjá Keld Heick "Musikbutikken" herfyri. Tað var eisini sent í føroyskum sjónvarpi. Hvat dámdi tær at upptraðka á tann hátt?
Vit hava verið fyrr í sendingini ?Musikkbutikken?. Tað var skeg. Tað er líkasum at vera í ?Snurre Snup? sendingini. Kanska er tað eitt sindur skegari í ?Snurre Snup?. Tað er skeg at verða við í sjónvarpssendingum.
Eru tit heilt avslappaðar og róligar tá tit fara á pallin at syngja?
Altso, ein minutt áðrenn eri eg við at doyggja og vil bara heim at liggja undir dýnuni og goyma meg. Men tá vit koma fram á senuna, so er tað ordiliga ordiliga ordiliga cool. Tað er so skeg at síggja so nógv fólk syngja við og smíla til okkara. Tað er ordiliga positivt og tað allarbesta við at vera vit!
- Takk fyri prátið og góða eydnu við nýggju fløguni og tykkara framhaldandi virksemi!
Sjálvur takk.