Eg vil ikki hava jól fyrrenn jólini eru, tí eg verið so troytt og móð av jólunum, langt áðrenn tey eru byrjað! So eg lati oyru og eygu aftur, so nógv sum eg kann, so eg ikki verði tikin á bóli av hesum jóla-óløginum, sum skolar út yvir landið.
Eg haldi ikki, eg eri tann einasta, sum hevur tað soleiðis... Fyri tveimum árum síðani, júst um hesa tíðina, tá dóttur mín var átta ára gomul, funnu børnini í frítíðarheiminum hjá henni uppá at mótmæla at halda jól so tíðliga. Tey gjørdu sær plakatir, sum tey settu upp í vindeyguni út móti ferðslutungu gøtuni St. Kongensgade, har nógv fólk kom framvið og kundi síggja boðskapin. Á plakatunum stóð við stórum stavum: "Jólini eru ikki fyrrenn í desembur!"
Og jú mínsann. Tað vakti ans. Hetta var, sum tá drongurin á sinni helt fyri, at keisarin ikki var ílatin! Børnini komu í bæði útvarp og sjónvarp og alt.
Tey blivu spurd um, hví tey høvdu funnið uppá hetta. Um teimum ikki dámdi jólahugna? Ájú, tað var jú nettupp tí tey IKKI vildu hava jólahugnan spiltan, at tey heittu á fólk um at binda frið! Og kring alt Danaland vóru tað ivaleyst nógv, sum nikkaðu og ásannaðu, at hesi skilagóðu børnini høvdu so púra rætt.
Jólini eru ikki tey somu, sum tey vóru, tá eg var barn í Føroyum. Í seytjan ár havi eg bara tvær ferðir verið heima á jólum - seinastu ferð fyri 7 árum síðani, so nógv kann vera broytt harheima, sum eg ikki veit um. Men sum eg minnist føroysk jól, eru tey væl meira merkt av jólasálmum og kirkjugongd enn jólini herniðri. Í Danmark í dag er Jesusbarnið næstan heilt gloymt í øllum rokanum av nissum og jólamonnum. Útvarpið spælir bara popput jólaløg.
Hvar eru teir hugnaligu friðarligu jólasálmarnir? Alt er merkt av, at handlarnir vilja tjena sær so nógv oyru sum yvirhøvur gjørligt. Lýsingar floyma úr bløðum, sjónvarpi og útvarpi. Handilsgluggarnir skína og bleiktra í alskyns føgrum litum. Og alt verður kryddrað við einum ljóðteppi av jólapoppi, sum skal smyrja okkum oyruni og gera knøini bleyt, so vit lættari lata okkum freista.
Tað eydnast eisini at fáa fólk at renna runt sum ør á gøtum og geilarhornum inn og út úr handlum - ofta mest fyri at hyggja uttan at keypa nakað, tí avgerðirnar, um hvat skal keypast til moster Bente og Onkel Søren og øll hini verða kortini ikki tiknar fyrr enn í síðstu løtu av teimum flestu.
Úrvalið er so risastórt, at fólk verða púra ørkymlað av tí. Vit mugu jú fyrst vita, hvat er at fáa hjá hvørjum, og hvat tað kostar í mun til í hinum handlunum. Tað tekur tíð - og orku. Ístaðin fyri at ansa eftir neyðars pengapungum okkara og bara hugna okkum í frið og náum heima, renna vit pøst og við sveittabrot avstað sum seyður, ið verður rikin í rætt, og spilla okkum sálarfriðin. Beint nú eru tað bara hesi strævnu jólini, sum eg bíti merki í. Allarhelst tí eg enn ikki havi loyvt rætta jólahýrinum innum enn.
Ikki talingur um, at hann sleppur framat fyrrenn 1. desembur! Men so... so vóni eg, at hann kemur.
Í ár havi eg so høvi til nakað, sum eg ikki havi havt høvi til fyrr, sum kanska hjálpir - at lurta eftir føroyskum útvarpi á alnótini! So klárt og týðiligt, sum var eg stødd í Føroyum! Eg droymi um at uppliva bara eitt pinkalítið sindur av tí meira heimliga jólahugnanum, sum eg minnist, at útvarpið var ein so stórur partur av, tá eg var barn. Men eg óttist fyri, at siðirnir hjá tykkum heima eisini á hesum økinum hava nærkast (ó-)siðunum á fastlandinum...
Men seinasti møguleikin er ikki troyttur, kann eg ugga meg við - eg havi eina dóttir, sum er í røttum jólaaldri enn. Børn og jól - tað hoyrir saman.
Um ikki nakað annað kann gera tað, so fer tað uttan iva fyrr ella seinni at eydnast henni at sleppa jólahugnanum innum og smitta mammu sína við rætta jólahýrinum!