Men avtalan gevur foreldrum at gera undantøk, soleiðis at børn undir 13 ár kunnu kortini kunnu brúka sosialu miðlarnar.
Tað váttar Mette Frederiksen, forsætisráðharri, fyri fjølmiðlum.
- Tað er ein javnvág ímillum tað, sum vit halda okkum kunna gera við regulering og lóggávu, og at tað skal vera eitt rúm sum familja, sigur hon.
Avtalan varð alment løgd fram seinnapartin í gjár í Talgildarmálaráðnum av talgildarmálaráðharranum Caroline Stage. Hon hevur gjørt avtaluna við tey konservativu og tey radikalu.
Har stendur, at ein formur fyri aldursváttan skal innførast í mun til leiðreglurnar í lógini hjá ES um talgildar tænastur.
Í juli gjørdu nýggjar leiðreglur frá ES-nevndini tað møguligt hjá Danmark at áseta aldursmark fyri nýtslu av sosialum miðlum.
Danska stjórnin hevur leingi stríðst ímóti sosialu miðlunum.
Børn og ung eru útsett fyri ov nógvum harðligum innihaldi, og tað kann ávirka teirra sosiala lív negativt, stendur í fráboðanini.
- Eg vóni, at vit sum samfelag senda eitt greitt signal um, at børn og ung mugu passast betri, sigur Mette Frederiksen.
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, kunngjørdi tí forboðið í røðu síni við fólkatingssetanina í heyst, og nú hevur stjórnin gjørt avtaluna.
Vinstraflokkarnir, Eindarleistin, Sosialistiski Fólkaflokkurin og Alternativið, hava tó valt at halda seg uttanfyri avtaluna.
Hetta tí tey eru atfinningarsom móti avgerðini hjá stjórnini um at loyva foreldrum at geva undantakið.
- Talan verður nú um eitt de facto 13 ára aldursmark, og tað er ov óambitiøst, tá talan er um skaðiligu og tvangselvandi algoritmurnar í TikTok, Snapchat og Instagram, sigur Lisbeth Bech Nielsen úr SF í skrivligari viðmerking.
Mette Frederiksen leggur tó dent á, at avtalan er eitt nýbrot í sjálvum sær, tí í løtuni er eingin lóggáva ímóti nýtslu av sosialum miðlum.
- Eg síggi tað sum, at vit rudda upp í teimum trupulleikum, sum sosialir miðlar og telefonir elva okkara børnum seinastu árini, sigur hon.
Hon varpar ljós á, at stjórnin eisini er í ferð við at banna telefonum í skúlunum.
/Ritzau/











