Hevur Jákup Sverri Kass snorksovið hesa t ingsetuna

Tað er rættiliga margháttligt at lesa grein hjá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni Sjálvstýrisfloksins.

 

Áki Andreasen



Fyri tað fyrsta skuldi ein ikki trúð, at maðurin hevði verið partur av sitandi samgongu hesi seinastu árini. Lat meg siga beinanvegin at vit eru fleiri sum taka støðu frá atburðinum hjá Torbjørn Jacobsen, í óhepna úttalilsinum um løgmann.

Fyri tað næsta so skal Jákup Sverri Kass minnast, til at tað var Sjálvstýrisflokkurin, sum frá fyrsta degi setti sum eina ófrá-víkiliga treyt, at halda fólkaatkvøður tíðliga og seint og hevur gjørt tað síðan; so tað er ein heldur ivasamur framburður tá tú skrivar: »Latið okkum yvirtaka eftir førimuni, og tann dagur kemur, har vit hava yvirtikið og gjalda fyri øll málsøkið sjálvir. Latið okkum tá taka eina fólkaatkvøðu?«, eg haldi at tað hevði verið eitt gott hugskot at tingmanningin hjá Sjálvstýrisflokkinum, tosaði saman, tí semja er um í samgonguni at ein fólkaatkvøða skal haldast komandi vár; høvuðsendamálið er at fáa eina semju um ? ella ein meiriluta fyri at fullføra eina ætlan, sum arbeitt verður við í løtuni ? hatta burdi tú kunna tikið við í greinina, men hálvir sannleikar og brot hava altíð ligið Sjálvstýrisflokkinum nær, og ikki at tosað, tann so eyðkenda »ping-pong« politikkin hjá Sjálvstýrisflokkinum.

Fyri tað triðja so hevur varaløgmaður ikki proklamerað nakað sum helst, hann kom við einum dømi, men kanska er hetta funnin fressur hjá einum ungum politikara at rista áræði av sær og leypa í sambandsleirin, men hvat hevur tú so gjørt á Føroya løgtingi hesa tingsetuna?

Fyri tað fjórða, so er fullveldisætlanin hjá sitandi samgongu als ikki koyrd á bláman, hugsað um alt tað kunnandi tilfarið sum er komið frá hondini, tað situr ein grundlógarnevnd og arbeiðir við at smíða eina grundlóg fyri Føroyar? á bláman? Hvítabók ? tað valaverk, stendur eftir sum ein týðandi partur av kanningum gjørdar í sambandi við fullveldisætlanina ? á bláman? Jákup Sverri Kass ? tú kanst ikki siga tað at samgongan sparir upp til eitt fullveldi, tú kanst heldur ikki siga at fólkið í Føroyum bløðir, um tú veruliga meinar at tað stendur so illa til í Føroyum ? so gloymir tú skjótt; tí eitt er púra greitt, tað er eingin kunstur at brúka eina rúgvu av pengum »í einari handavending«, fyri at nýta tað tugda orðið hjá tær, men heldur hvussu tú skilabest uppbyggir eitt samfelag, og tá tú so kemur við »Eidesgaardsvaduni«, um at eingin veruligur politikkur verður førdur vegna fullveldisætlanina, so haldi eg veruliga at tú undirmetir samgonguna alla sum hon er ? eisini tín floksfelaga, tí tú burdi vit at henda samgonga hevur lagt lunnar undir eina komandi oljuvinna, henda samgongan hevur lag tunnar undir eina nýggja kommunuskipan, henda samgongan hevur lagt lunnar undir eina nýggja pensjónsskipan (sum tó ikki er heilt liðug enn) og soleiðis kundi eg hildið fram, alt hetta umframt fullveldismálið? so Jákup Sverri Kass, eg haldi at tú skuldi tikið og endurskoða hetta valskeiðið, og síðan skrivað hvat MEIR tú kundi hugsað tær.

Vit eru fleiri, sum halda at heimastýrislógin skuldi verið avtikin, fyrst av øllum og síðan ein avtala millum Danmark og Føroyar sett í gildi, sum greitt ásettti ymiskt ? sum hevði við ríkisrættarligu støðu Føroya at gera.

Tú veist eins væl og øll onnur at ein skipan við skattalætta er á veg, og henda skal samskipast í landsstýrinum, hví tú letst so óvitandi ? ella um tú veruliga er óvitandi um hvat fer fram í samgonguni, skal eg ikki gera meg klókan uppá.

Men eitt er so greitt, og tað er at tú hevur havt tað nakað ringt hesi árini landsstýrið hevur arbeitt við fullveldismálinum, nú tú avdúkar at tú als ikki er ein fullveldissinnaður føroyingur ? tað skuldi so fingið onkrar klokkar at ringt hjá »sjálvstýris-veljarum?«.

Eg skal ráða tær til at halda teg til veruleikan og seta teg inn í tingini hvat samgongan arbeiðir við, tí hevði tú gjørt tær tann ómak, nýttist tær ikki at koma við hasari fjákuti greinini í Dimmalætting fríggjadagin 24.11.2000.

Eg síggi fyri mær at samgongan ? tá valskeiðið er runnið, hevur sett skjøtil á eina nýggja tíð í Føroyum, har greiðar avtalur um blokkin, yvirtøkur og framtíðarviðurskifti við Danmark standa sólkarklárar fyri øllum føroyingum. Eg ímyndi mær eisini eitt samfelag har øll tey tungu samfelagsmálini sum henda samgongan hevur arbeitt við eru avgreitt.

Um vit so kunnu gleða okkum til eina frælsar Føroyar innan eina rímuliga tíð, ger støðuna als ikki verri, hr. Jákup Sverri Kass.