? Loysing ella ríkisfelagsskapur. Hetta verður evnið á einum fundi, sum verður í Havn mánakvøldið 10. november.
Tað er Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, sum skipar fyri pallborðsfundinum, har umboð úr øllum flokkum verða við.
? Spurningurin um ríkisfelagsskapin er vorðin meira aktuellur hesi seinastu árini, síðan kreppa tók seg upp í samfelagnum, sigur Jóannes Dalsgarð, sum er formaður í tjóðveldisfelagnum. Hann sigur, at gongdin hevur hgavt við sær, at ein kreppa eisni hevur tikið seg upp í viðurskiftunum Danmarkar og Føroya millum.
? Hesin spurningur hevur fleiri ferðir verið umrøddur á tingi tey seinastu árini, og verður nú roynt at fáa eitt meria alment orðaskifti, har allir flokkar hava møguleika at verða við.
Flokkarnir eru bidnir um at senda eitt umboð høvr á fundin, og hevur tjóðveldisfelagið biðið um, at umboðini antin verða løgtings- ella landsstýrisukmboð.
? Ætlanin er at fáa tey luttakandi at hyggja frameftir - hvussu samfelag okkara skal skipast, og hvar Føroyar skulu setast í altjóða høpi, sigur Jóannes Dalsgarð.
Fundurin verður almennur, og hvørt umboð fær fimm minuttir at leggja fram síni sjónarmið, síðan verður orðið frítt, og fundarfólkið kann seta spurningar til pallborðið. Hvørt umboð fær at enda tveir minuttir at taka saman um.
Fundurin verður í Útvarpshøllini, og fundarstjóri verður Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingbur, sum er kendur frá fjølmiðlunum sum politiskur viðmerkjari.