Talv:
Ótrúliga javnt er í oddinum í fyrstu deild í ár. Bert hálvtriðja stig er ímillum fremsta og aftasta lið.
Útsetti dysturin frá fyrsta umfari, KTF-KT, endaði við sannførandi sigri til klaksvíkingar. Rani hevði svarta fólkið ímóti GM Tiger H. Persson, har Tiger kom betri frá byrjanini. Rani fekk avviklað støðuna til púra javnt, men Tiger treiskaðist, og ikki fyrren hundrað leikir vórðu leiktir mátti hann taka til takkar við javnleiki. Eitt óvanliga gott úrslit hjá Rana.
Dysturin endaði 3-1 til klaksvíkingar. Steintór Rasmussen og Hans K. Simonsen leiktu somuleiðis javnleik, meðan Tummas M. Anthoniussen og Ingolf Gaard vunnu á ávíkavist Bernhardi Thomsen og Grettir Djurhuus.
Sigurin førkaði klaksvíkingar upp á eitt deilt triðja pláss undan triðja umfar sum bleiv leikt sunnudagin.
John Rødgaard gjørdi somuleiðis bart
Í kollafirði hittust kollfirðingar og vestmenningar. Dysturin endaði við 2,5-1,5 sigri til heimaliðið.
Ei heldur hesaferð eydnaðist tað hjá Tiger at vinna. Yvir av honum sat nevnliga John Rødgaard, og hesin fekk hegnisliga hála javnleikin heim.
Tiger hevur sostatt ikki havt eitt serliga eydnuríkt vikuskifti við bert tveimum javnleikum.
Á øðrum borði hjá vestmenningum vann Torbjørn Thomsen á gamla liðfelagnum Hans Kristian Simonsen. Torbjørn hevur síðani skiftið til Vestmanna Talvfelag vunni øll síni trý talv á øðrum borði.
Gongur væl hjá fremru borðunum hjá VT, so kann ikki sigast tað sama um triðja- og fjórða borð. John Jacobsen er ikki veruliga komin í gongd enn, og sunnudagin tapti hann ímóti Bernhard Thomsen.
Kári Durhuus tapti somuleiðis á fjórða borði ímóti Grettir Djurhuus.
Sjálvt um Tiger ikki hevur vunnið enn við kollfirðingum, so liggja teir á odda saman við hvalvíkingum.
Luitjen Apol við aftur
Í Havn varð toppdystur ímillum havnarliðið og liðið úr Hvalvík-Streymi, TFS. Havnarmenn hødvu enn ikki megnað at vunnið ein dyst, men hinvegin høvdu teir ikki tapt nakran undan hesum dysti. Einki broyttist tí, tá teir fingu 2-2 ímóti hvalvíkingum.
Herluf Hansen hevur ikki fingið eina hepna byrja í ár. Hann tapti á fyrsta borði ímóti Martin Brekká. Martin fekk beinanvegin betri støðu og vann trygt.
Unga stjørnuskotið Olaf Berg, fekk sína roynd tá hann á øðrum borði møtti Finnbjørn Zachariassen. Talvið varð sera rótut, Olaf hevði kanska munin, men javnleikur bleiv at enda úrslitið.
Fyrrverandi føroyameistarnir, Andrias Ziska og Luitjen Apol, mannaðu triðja- og fjórða borð høvuðstaðarliðnum. Andrias telvaði væl ímóti Sámal Christiansen, og hevði nærum vunna støðu tá Sámal kom í tíðarneyð, og tískil vann Andrias lætt.
Luitjen og Gunnar Joensen leiktu javnt á fjórða borði.
Úrslitið ber í sær, at hvalvíkingar framvegis eru í toppinum.
Tíðin reyk
Í Klaksvík komu sandavágsmenn á vitjan. Dysturin endaði óvæntað 2-2.
Rani sum dagin áðrenn hevði fingið javnt ímóti Tiger, hevði hesaferð Torkil Nielsen sum mótstøðumann. Rani fekk góða støðu, men kom í svára tíðarneyð. Beint sum leikur fjøruti skuldi flytast fall pinnurin hjá Rana, og Torkil vann sostatt talvið uppá tíð.
Steintór vann sikkurt ímóti Bernhard Augustinussen á øðrum borði, meðan Tummas M. Anthoniussen enn einaferð vann. Hann vann á Hera Christoffersen.
Bróðir Torkil, Sonni Nielsen, vann eitt fløkjasligt talv á fjórða borði ímóti Ingolf Gaard.
Eitt skuffandi úrslit hjá klaksvíkingum, har teir høvdu møguleikan at koma á ovastu rók undan jólasteðgin.
Fjórða umfar verður telva tann 6. januar í tí nýggja árinum.
2. deild
Í aðru deild liggur HT 2 trygt á odda. Teir vunnu tepran sigur ímóti gøtumonnum, og hava nú lagt seg tvey stig á odda.
Runavíkingar við Ólavi Simonsen á odda, taptu fyri toftamonnum. Veteranurin Helgi Joensen átti at vunnið ímóti Ólavi, men Ólavur fekk stríðst seg til javnt. Eitt gott úrslit hjá Helga. Landsliðsleikarin í fótbólti Øssur Joensen dugir annað enn at brúka beinini; hann vann nevnliga sítt talv á triðja borði ímóti Brandur Jacobsen.
HT 2 liggur klárt á odda, men hitt liði úr Havnini, HT 3 er í longu nú í trupulleikum. Teir taptu heili 3-1 ímóti KTF 2, og liggja nú púra einsamallir í botinum.
Í 3. deild stendur kappingin millum tvey lið, VT2 og HT4, har vestmenningar føra við hálvum stigi.
FIDE HM
Í skrivandi løtu er 3. umfar í Knock-Out HM í gongd. Mannagongdin er at telvað verða tvey talv, og vinnarin av hesum dysti fer síðani víðari, meðan taparin fer heim.
Undantikið Kramnik og Kasparov, so luttaka Anand og allir hinir sterku stórmeistarnir. Vinnarin av 3rd Tórshavn International Alexander Grischuk hevur yvirraskað við at koma víðari til 3. umfar. Ponomariov bleiv hinvegin longu í fyrsta umfari útsligin av vietnamesara, sum John Arni Nilssen megnaði javnleik ímóti í Talvolympiaduni herfyri.
FIDE heimsmeistaraheitið verður telvað í New Delhi, India, og finalumførini verða flutt til Teheran, Iran. Fylgjast kann við á wcc2000.fide.com.