Hesa vikuna hava vit sæð, at vit eiga ein tann fremsta listarmannin í Evropa. Konsertin í Norðurlandahúsinum til minnis um svian Bjørn Afzelius vísti, at vit hava úrmælingar í tónleiki, og at vit ikki bara hugsa og virka innan fyri okkara egna eingjargarð. Vit hava sæð bók um føroyska bátin, sum skarar framúr millum bøkur og ritgerðir. Harafturat vísti kvøldsetan til minnis um Jørgen-Frantz Jacobsen, at vit eru frammarliga, tá tað snýr seg um tónlistasmíð og sanglist. Harafturat koma onnur tiltøk í høvuðsstaðnum og kring landið í hesum tíðum. M. a. kvøldsteur um sjónleikahøvundan Daroi Fo og málfrøðingin og yrkjaran Christian Matras. Harafturat koma allar bøkurnar og fløgurnar, sum dagliga koma út hesa ársins tíð.
Hesi nevndu tiltøkini og útgávur vísa, at vit hava virkin mentafólk á nógvum økjum. Tað eru fólk, sum leggja nógva orku í list sína, bæði sum arbeiði og serliga í frítíðini.
Alt hetta virksemi fer fram, hóast vit ferð eftir ferð hoyra, at vit hava ikki ein orðaðan mentanarpolitikk. Hvørki í landshøpi ella í kommunalum høpi. Og at vit heldur ikki samsýna mentanarfólk - serliga ikki rithøvundum - fyri tey avrik teir leggja í hondum.
Sjálvandi skulu vit orða ein mentanarpolitikk, sum tekur støði í tí vit hava og í teimum málsetningum, vit seta okkum. Harafturat eru óivað tey flestu samd um, at vit eiga at hava ráð at løna sjónleikarum og at vit eiga at hava ráð til at lata rithøvundar fáa løn á ein ella annan hátt, tá teir skriva størri ella smærri verk.
Hetta hevur stóran týdning, tí vit eru jú eitt rættiliga avmarkað máløki, og bara lítil partur av okkara bókmentum verður týddur til onnur mál. Harafturat kemur, at vit eiga at gera alt vit kunnu fyri at verja og stimbra mál okkara, sum er fyri útlendskari ávirkan hvønn dag frá morgni til myrkurs.
Øðrvísi er við okkara málningalist. Landamørk forða ikki fólki at skilja fagurliga list. Tað síggja vit eisini í hesum døgum, nú fleiri føroyingar fara at sýna fram føroysk listarverk í einum av heimsins høvuðsstøðum innan list - í sjálvum New York. Aftur eitt dømi um at føroysk mentan er í føgrum blóma.