Fremsti íslendski filmsleikari, Ingvar Sigurdsson, er saman við Ole, sum tekur myndirnar, og mær á kaffistovuni Paname á Vaglinum í Havn, at skifta orð um biografar á okkara leiðum. Hann hevur verið við í øllum filmunum hjá Hlyni Pálmason, og fjúrtanda januar í nýggja árinum fer Filmsfelagið at visa hin nýggjasta, Ástin sem eftir er, ið hevur altjóða heitið The Love that Remains. Men Ingvar er í Føroyum, tí hann er við í komandi filminum hjá donsku Tea Lindeburg, ið verður tikin upp úti í Fugloy undir arbeiðsheitinum, The Seal Woman, og hevur Kópakonuna sum tema.
https://birkblog.blogspot.com/2025/11/bio-paradis-kundi-veri-fyrimyndin.html











