Ísland fekk ígjár stóra heiðurin at spæla venjingardyst móti verandi heimsmeistarunum, Argentina á Jordan-Hare leikvøllinum í Auburn í Alabama.
Argentina var greitt omaná og vann dystin 3-0. Lionel Messi kom á vøllin í 70. minutti, og bert tveir minuttir seinni økti hann til 2-0 við einum brotssparki.
Talan var um eitt søguligt mál. Tí Messi er nú elsti málskjúttin í søguni hjá argentinska landsliðnum.
Hann slóg gamla metið hjá Ángel Labruna við tveimum mánaðum og seks døgum.
Lionel Messi hevur skotið 117 mál í 199 landsdystum fyri Argentina. Hann rundar sostatt 200 landsdystir undir HM-endaspælinum.
HER eru fimm teir elstu málskjúttarnir í søguni hjá argentinska landsliðnum:
- Lionel Messi - 38 ár, 11 mánaðir og 14 dagar
- Ángel Labruna - 38 ár, 9 mánaðir og 8 dagar
- Nicolás Otamendi - 38 ár, 1 mánað og 20 dagar
- Martín Palermo - 36 ár, 7 mánaðir og 15 dagar
- Ángel Di María - 36 ár, 3 mánaðir og 27 dagar
HER ber til frá ESPN at síggja søguliga málið hjá Lionel Messi:
##med2##










