Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, sum hevur sett henni fýra spurningar um eftirlit við rúsevnum.
Løgtingskvinnan spyr soleiðis:
1. Verða øll skip og bátar, sum koma til landið,kannaði gjølla fyri rúsevni?
2. Um nei, hvør er orsøkin til hetta?
3. Hvat skal til av starvfólkaorku og útgerð fyri, at øll skip og bátar verða kannaði?
4. Hvat er status við Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í
Føroyum 2022-2028 viðvíkjandi teimum tilmælum, ið landsstýriskvinnan varðar av?
Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, svarar soleiðis:
Svar til spurning nr. 1:
Nei, ikki øll skip og bátar, sum koma til landið, verða kannaði fyri rúsevnir.
Svar til spurning nr. 2:
TAKS hevur gjørt eitt yvirlit yvir hvussu nógv skip og bátar koma til landið.
Ár Tal av skipum/bátum
2023 1878
2024 1828
2025 1727
Av tí at talið á skipum og bátum, sum koma til landið, er so høgt, hevur TAKS ikki møguleika fyri at gera neyvt rúsevniseftirlit av øllum skipum og bátum. Arbeiðshátturin hjá TAKS er, at skip og bátar verða tikin út til rúsevniseftirlit grundað á vágametingar.
Svar til spurning 3:
Ilt er at meta um hvussu nógvari starvsfólkaorku TAKS hevur brúk fyri fyri at kunna senda tollarar og hundar umboð á øll skip og bátar, sum koma til Føroyar.
Ein meting kundi verið, at tørvur er á 3 ella 4 toymum við 8 tollarum og tveimum hundum til hvørt toymið, sum bara skuldu havt til uppgávu at kanna skip og bátar fyri rúsevnir. Tað er í alt í minsta lagi 24 tollarar og 6 hundar, afturat teimum 14 tollarum og tveimum hundum, sum eru í dag.
Hetta hevði eisini havt við sær, at tollurin allarhelst skuldi havt eitt tollhús, sum kundi rúmað øllum starvsfólkunum og hundunum. Harumframt er neyðugt við nøkrum bilum. Kostnaður pr. tollara er mettur at verða 1.000.000 kr. Førleikamenning og hundavenjing verður mett at kosta umleið 500.000 kr. um árið.
Útgerð fyri at gera neyvar kanningar av skipum/bátum kunnu millum annað vera:
• Atgongd til framtíðar møguleikar at fylgja skipaferðslu (møguliga radarskipanir)
• Neyvari/tættari samarbeiði við aðrar maritimar myndugleikar, t.d. Vørn og Arktisk Kommando
• Neyvari/tættari samstarv um útgerð við aðrar eftirlitsmyndugleikar í Føroyum, til dømis um dronur v.m
• Útbúgving av fleiri eftirlitsfólkum i sambandi við trygd og arbeiði í vandamiklum umhvørvum umborð á skipum, og meira útgerð til hettar.
Svar til spurning 4:
Tilmæli 51: Profileringsskipan er í gerð og mett verður, at hon verður klár at brúka um nakrar mánaðir. Tó eru TAKS ikki komin á mál við eini profileringsskipan til farmaflutning.
Tilmæli 52 og 53: Dagføring av skannarum og útgerð. TAKS hevur hesi seinastu árini keypt neyðugar skannarar og dagført útgerð leypandi.
Tilmæli 54: Nýtt eftirlitshøli til TAKS á økinum, har Norrøna leggur at og tilhoyrandi bingjuskannara.
Mett verður, at nýggj eftirlitshøli eru klár summarið 2026. Viðvíkjandi bingjuskannara er neyðugt við nærri kanning av tørvum á plássi, bilhúsi v.m. áðrenn ein bingjuskannari verður bílagdur. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 er biðið um serstøka játttan til nýggja útgerð til nýggju eftirlitshølini í nýggju farstøðini.
Tilmæli 55: Dagføring av eftirlitshølum hjá TAKS á flogvøllinum. Hetta arbeiðið er tíverri ongan veg komið enn.
TAKS ætlar at uppraðfesta toll øki í 2026.











