Vanligt er at fleiri leikarar hjá liðið, ið flytur niður í 1. deild fara til feløg í Betri deildini. Hjá FC Suðuroy er hetta einki undantak. Verjuleikarin Jimmy Abdul fer við AB upp í Betri deildina, og málverjin Tróndur Sjúrðarson spælir komandi ár við HB. Har afturat skal Teit Hjelm, ið skeyt trý mál fyri FC Suðuroy í ár, komandi ár skjóta mál fyri fuglfirðingar.
Tó er ikki bara frágongd úr Vági. Um vikuskiftið boðaði felagið frá, at tann royndi Dánjal Godtfred, ið tey har suðuri rópa Dixie, hevur longt sáttmálan við tveimum árum. Felagið boðaði samstundis frá, at áleyparin Olivur Thomsen eisini hevur longt sáttmála sín við tveimum árum.
Í dag boðar felagið frá, at tveir leikarar afturat hava skrivað undir tvey ára sáttmála. Tað eru teir báðir Bjartmar Holm og Jákup T. Joensen. Báðir hava teir einans umboðað FC Suðuroy.











