Nú er líkið av deyða flogskiparanum bjargað

Í samband við kanningarnar á Sermitsiaq-fjallinum varð líkið av deyða flogskiparanum funnið á vanlukkustaðnum, sigur Grønlands Politi

Tað var leygardagin hin 25. oktober, at eitt smáflogfar, sum var komið úr Kanada, hvarv á Nuuk-leiðini í Grønlandi.

 

Umborð í flogfarinum var bara flogskiparin, og nakrar dagar seinni varð flogfarið funnið á Sermitsiaq-fjallinum.

 

Grønlands Politi kundi beinanvegin siga, at flogskiparin hevði ikki yvirlivað vanlukkuna.

 

Hinvegin lá flogfarið soleiðis fyri á fjallinum, at umstøðurnar at kanna vanlukkustaðið nærri og bjarga líkinum vóru rættiliga avbjóðandi. 

 

Nú veit Grønlands Politi at siga í tíðindaskrivi, sum eitt nú Sermitsiaq endurgevur, at líkið av flogskiparanum er bjagað fyri nøkrum døgum síðan.

 

Átaksmyndugleikarnir í Grønlandi fingu hjálp frá verjuni at kanna vanlukkustaðið og bjarga líkinum.

 

- Í samband við hesar kanningar varð líkið av deyða flogskiparanum funnið á vanlukkustaðnum, sigur løgreglan.

 

Bæði Naviair, Arktisk Kommando og Grønlands Politi luttóku í leitingini, sum vardi í fleiri dagar.