Á ársveitsluni hjá HB um vikuskiftið fingu tey trý Ása Stórá Carlsen, Rúna Jacobsen og Ári Mohr Jónsson gullnál fyri at hava spælt 100 landskappingardystir fyri HB.
Ása spældi sjey dystir fyri B68, áðrenn hon skifti til HB í summarhálvuni í 2018. Fyrsti dystur hjá henni fyri HB var ímóti nevnliga B68. Hendan dagin í septembur í 2018 vann HB 8-1 á B68. Dystur nummar 100 var á Dungasandi í Sørvági, tá HB vann 5-0 á 07 Vestur í apríl í ár.
Sumbingurin Rúna Jacobsen skifti til HB í 2020. Hon hevur áður spælt við FC Suðuroy og AB. Fyrsti dystur hennara var við Djúpumýru, har KÍ vann 3-2 á HB hendan dagin í apríl. Dystur nummar 100 var í Gundadali í august. Tá vann NSÍ 2-1 á HB.
Ári, ið er uppaldur í HB, hevur fyri tað mest spælt fótbólt uttanlanda. Hann var heima árini 2016 og 2017, og spældi tá sínar fyrstu dystir fyri HB. Tann fyrsti var við Løkin, har HB vann 2-1 á NSÍ í fyrsta umfarið av kappingarárinum 2016. Dystur nummar 100 var, tá HB vann 4-0 á FC Suðuroy í mars mánaða í ár.











