er at gera, noyðast teir eisini at hava onnur fólk til hjálpar, sum ringt verður eftir. Hetta er serliga, tá stór skip koma á Fuglafjørð og tørvur eitt nú er á loðsi. Hendan dagin, vit gingu eftir bryggjuni [...] føroysk skip, sum eitt nú fiskaðu lodnu í Íslandi. - Annars var januarmánaði slakur, men hinir báðir, februar og mars, hildu stand, leggur hann aftrat. Ymiskar uppgávur Men hvat gera fólk á eini Havnarskrivstovu [...] sum hava virksemi við havnalagið, skulu halda skil á sínum øki. Rólant sigur, at uppgávan er eisini at taka ímóti spillolju og burturkasti frá skipum, eins og hesi skulu bindast og loysast, tá tey koma og
eg vildi nú ynskt, at tey kundu hildið uppat at banka fólk í høvdið við bíbliuni ella øðrum lærdum skriftum. – Í nógvar mátar er hetta jú bert eitt amboð, sum verður brúkt til at uppdraga fólk við. Og [...] í yrkingunum hjá Pól F. er hin sami nú, sum hann var í tíðini, tá orðini vórðu sett saman. – Sjálvandi eru nakrar av yrkingum hansara merktar av samtíðini. Eitt nú, tá hann umrøður sluppirnar, sum tá [...] yrkti ongan tíð ímóti kristindóminum. Men hann yrkti móti teimum, sum siga seg vera kristin. Eitt nú prestar og missionerar, sum taka sær patent upp á átrúnaðin. Nakað sum eg ikki haldi vera serliga heppið
kann vera torført at síggja, hvussu vit brádliga skulu fáa hægri vøkstur, enn vit høvdu í 2019. – Hvar skal tann vøksturin koma frá? Tú fært ikki fleiri fólk í arbeiði, uttan at tey koma aðrastaðni frá, sigur [...] beinleiðis ávirkan á, hvussu nógv tey hava eftir hvønn mánaða. Hækkar rentan skulu húsaeigarar gjalda meira fyri síni lán, og fólk fara at aftra seg meira við at taka upp nýggj lán til íløgur og útreiðslur [...] almennu fíggjarviðurskiftini, serliga hjá landinum. Tað er greitt, at tær tillagingar, ið skulu gerast, skulu styrkja búskapin yvir longri sikt, greiðir Djóni Højgaard frá. Føroyski búskapurin hevur í
vndini heldur tað vera skiljandi, at tey fólk, sum búgva á økinum við Runavíkar skúla, gerast illa við, tá ið slík tíðindi vera borin alment. - Sjálvandi skulu tey, sum í mong ár hava búð á hesum øki, [...] ógvuliga óheppið, soleiðis sum málið varð framborið av formanni og nevndarlimi í Mentanarhúsfelagnum. Fólk hava fingið ta fatan, at málið um umtalaða økið í Runavík longu er avgreitt í býráðnum, men soleiðis [...] dent á, at enn er langt á mál. Tí kom tað dátt við, tá ið formaður og nevndarlimur í felagnum longu nú alment vísa á, at mentanarhúsið helst verður bygd millum skúlan í Runavík og húsini hjá Meinhardi.
sigur, at limirnir í landsstýrismálanevndini skulu nú ganga alt tilfarið ígjøgnum, men av tí at tað er so rúgvismikið, tekur tað sína tíð. Og samstundis skulu kærararnir eisini fáa viðmerkingarnar frá Johan [...] málið upp og tann 21. mai sendi hon landsstýrismanninum skriv og bað um eina viðmerking til kæruna. Nú hevur landsstýrismálanevndin fingið tilfarið frá Strandferðsluni og hon hevur eisini fingið viðmerkingarnar [...] Sirið Stenberg sigur, at ein onnur orsøk til at drál kemur í, er, at hetta er hægsta summartíð og nógv fólk er í feriu. - Tískil ber ikki til at savna landsstýrismálanevndina aftur, fyrrenn Løgtingið verður
SINNISBATI Hví skulu tey sálarsjúku bíða ár eftir ár eftir at fáa sømilig kor. Hendan spurningin og aðrar reisir felagið Sinnisbati politisku myndugleikunum, nú enn eina ferð er greitt, at ov lítið er [...] myndugleikum, sigur Sinnisbati. Skulu hesi nógvu fólkini hava eina vón um, at teirra bráðfeingis bústaðartørvur verður nøktaður í eini framtíð, sum ikki liggur so langt burturi, skulu nógv fleiri pengar setast [...] eru kendar. Álit er skrivað, sum nágreiniliga lýsir støðuna, við niðurstøðu og tilmælum. Umleið 40 fólk liggja inni á landssjúkrahúsinum, sum kundu verið útskrivað, men sum ongan bústað hava at fara í.
Sandoynni, er myndin eitt sindur øðrvísi. Tú sparir pengarnar til ferjuna, og tú sleppur undan, at fólk skulu standa og bíða, men hetta eru smáting, og er heldur ikki nakað, sum ger mun í samfelagsligum høpi" [...] Hann leggur aftrat, at tað negativa árinið er, at Sundalagið verður "by-passað". Haraftrat verður núverandi vegurin verandi, og han skal eisini viðlíkahaldast. Tá tunnlarnir til Vágar og Norðoyggjar
veruliga koma fyri, at nú eingir pengar eru eftir í ár, at so kunnu løstaði djór ikki fáa djóralæknahjálp í vikuskiftinum og uttan fyri vanliga djóralæknaarbeiðstíðir? Skal tað nú bert verða hjálp at [...] djóralæknahjálp alt fyri eitt, um hundurin hevur t.d brotið beini, má sigast at vera djórapínsla. Nú fólk eru forðaði fyri at koma í samband við djóralækna uttan fyri arbeiðstíðir, hvør hevur í núverandi [...] Í Føroyum eru lógir ímóti djórapínslu. Men eru tær settar úr gildi uttan fyri arbeiðstíð? Hvat skulu djóraeigarar gera, um djór teirra eru so óheppin at gerast sjúk ella koma til skaða í vikuskiftinum
játtað ta einu milliónina, sum skal til, um vit skulu halda fram við tilboðnum. Vit hava snøgt sagt ikki pengar til tey starvsfólkini, sum skulu til, um vit skulu hava samdøgursrehabilitering, sigur Jóngerð [...] Leingi hevur verið tosað um, at eldru borgararnir skulu sleppa at vera í egnum heimi sum longst. Fyritreytin, fyri at hetta letur seg gera er, at tey gomlu hava neyðugu førleikarnir, soleiðis at tey kunnu [...] væl sum gjørligt heima við hús. Í summar fór Boðanesheimið undir at royna eina verkætlan, har eldri fólk, sum búgva heima og hava tørv á endurvenjing, kundu koma á heimið í eitt tíðarskeið til eina sokallaða
Dagny Joensen Umleið 100 gomul fólk við bráðfeingis tørvi at sleppa á røktar- ella ellisheim sita óhjálpin heima við hús í Tórshavnar Kommunu. Hetta er ikki nakað nýtt. Tað vanlukkuliga er, at trupulleikin [...] ella onnur avvarðandi búgva, tí einki annað er teimum í boði. Tað er eisini ein vakur tanki, at eitt nú børnini taka sær av sínum gomlu og á henda hátt kunnu løna foreldrunum tað aftur, sum tey hava verið [...] síni børn. Gerast árini nógv, kann væntast, at neyðugt er við stuðli til familjur, sum hava eldri fólk búgvandi. Í fyrstuni kunnu familjurnar hjálpast við heimahjálp og avbera góðu skipanini við dagstovnum