Mentanarhúsið
Formaðurin í mentanarnevnd Runavíkar býráðs er ikki nøgdur við umrøðuna, sum herfyri var um ætlaða mentanarhúsið í Runavíkar kommunu.
- Eg haldi, tað er ógvuliga óheppið, soleiðis sum málið varð framborið av formanni og nevndarlimi í Mentanarhúsfelagnum. Fólk hava fingið ta fatan, at málið um umtalaða økið í Runavík longu er avgreitt í býráðnum, men soleiðis er tað ikki. Tað er rætt, at arbeitt verður við eini ætlan í Runavík, og býráðið hevur í hesum sambandi fingið eitt skitsuprojekt frá felagnum. Men enn hevur eingin verulig viðgerð av málinum verið í býráðnum, og enn minni hevur býráðið tikið nakra endaliga avgerð, leggur Hans Petur Ellingsgaard, formaður í mentanarnevndini, dent á.
Alt ov tíðliga
Hann vísir á, at ætlaða mentanarhúsið er eitt mál, sum byrjaði fyri langari tíð síðan.
- Vit, sum sita í býráðnum í dag, fóru í holt við at royna at finna eina loysn, men tað hevur víst seg at vera torført. Í seinastuni hevur verið tosað um, at húsið møguliga kann byggjast í Runavík, men eg vil leggja dent á, at enn er langt á mál. Tí kom tað dátt við, tá ið formaður og nevndarlimur í felagnum longu nú alment vísa á, at mentanarhúsið helst verður bygd millum skúlan í Runavík og húsini hjá Meinhardi.
Hans Petur heldur, at Mentanarhúsfelagið í hesum førinum var alt ov tíðliga á sjóvarfallinum.
- Gamalt er, at vit ikki eiga at kanna okkum skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin, sigur hann.
Formaðurin í mentanarnevndini heldur tað vera skiljandi, at tey fólk, sum búgva á økinum við Runavíkar skúla, gerast illa við, tá ið slík tíðindi vera borin alment.
- Sjálvandi skulu tey, sum í mong ár hava búð á hesum øki, takast við uppá ráð, um so verður, at ætlanin gerst veruleiki, sigur Hans Petur.
Skúlabygging
- Í mentanarnevndini hevur verið arbeitt við eini skúlabygging, og mangt bendir á, at hon verður í Runavík. Hugsað hevur verið um, at verður mentanarhús bygt nærindis skúlanum, hevði kanska verið møguligt at brúkt onkrar fasilitetir í mentanarhúsinum til skúlan, soleiðis at sleppast kundi undan dupultum íløgum.
Hans Petur leggur tó dent á, at skúlabyggingin er eitt mál hjá Runavíkar býráði og mentanarhúsið eitt mál hjá Mentanarhúsfelagnum.
- Hetta eru annars tvey fullkomiliga atskild projekt, har býráðið annars einki hevur við mentanarhúsið at gera.
Formaðurin í mentanarnevndini sigur, at hetta eru alt spurningar, sum býráðið fer at viðgera, og enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvat endaliga úrslitið verður.
- Kommunan eigur ein part av hesum øki, men ikki alt, sigur Hans Petur Ellingsgaard at enda.