SINNISBATI
Hví skulu tey sálarsjúku bíða ár eftir ár eftir at fáa sømilig kor. Hendan spurningin og aðrar reisir felagið Sinnisbati politisku myndugleikunum, nú enn eina ferð er greitt, at ov lítið er sett av á fíggjarlógini til tey sálarsjúku.
Umstøðurnar hjá teim sálarsjúku eru kendar. Álit er skrivað, sum nágreiniliga lýsir støðuna, við niðurstøðu og tilmælum. Umleið 40 fólk liggja inni á landssjúkrahúsinum, sum kundu verið útskrivað, men sum ongan bústað hava at fara í. Og 40 onnur búgva uttanfyri sjúkrahúsið, men sum eisini tørva ein líkinda bústað.
- Ábyrgdina av at útvega okkara sálarsjúku hóskandi bústað liggur á landsins myndugleikum, sigur Sinnisbati.
Skulu hesi nógvu fólkini hava eina vón um, at teirra bráðfeingis bústaðartørvur verður nøktaður í eini framtíð, sum ikki liggur so langt burturi, skulu nógv fleiri pengar setast av á fíggjarlógini. Á fíggjarlógini í ár eru 3,5 mió. krónur tøkar til bygging av bústøðum til sálarliga sjúk. Á komandi fíggjarlóg eru settar av 4 mió. krónur til sama endamál. Men veruleikin er, at kostnaðurin av einum húsi til 10 fólk er umleið 10-12 mió. krónur. Við øðrum orðum: tey 40 fólkini, sum liggja á psykiatrisku deildunum á landssjúkrahúsinum og bíða eftir at sleppa út í annan bústað, mugu bíða 12 ár afturat. Og tá eru onnur komin aftrat teimum. Skal nakað muna, mugu í minsta lagi 10 mió. krónur setast av á fíggjarlógini fyri komandi ár.
Fyri lítlum ári síðani skipaði felagið Sinnisbati fyri einum almennum pallborðsfundi um viðurskifti teirra sálarsjúku. Við borðið sótu fleiri av fremstu viðgerðarfólkum á sálarliga økinum, saman við heilsumálaráðharranum og umboðum fyri Sinnisbata. Stóri íbúðartørvur teirra sálarliga sjúku varð viðgjørdur. Umboð fyri allar politiskar flokkar vóru hjástødd, og vissaðu um, at teirra flokkur fór at gera sítt til at hjálpa upp á støðuna. Við støði í hesum fundi, setti heilsumálaráðharrin eina nevnd at kanna bústaðartørvin hjá teim sálarliga sjúku, og í vár lat nevndin eitt álit úr hondum, kallað "Ein glotti fyri framman".
Í sama áliti kemur fram, at neyðugt er at ein samskipari verður settur á serforsorgini til at standa fyri ætlaðu framtíðar psykiatriini burturav. Leiðslan á serforsorgini hevur bart út sagt, at tey hava ikki arbeiðsorku at taka sær av øktum virksemi á psykiatriska økinum. Á komandi fíggjarlóg eru ongir pengar settir av til ein slíkan, sum kostar árliga uml. 600.000 krónur við fyrisiting.
- Verður hesin samskiparin ikki settur frá 1. januar 2002, dettur øll ætlanin um framtíðarpsykiastriina á gólvið, sigur Sinnisbati.
Ei heldur eru pengar settir av til virkishús fyri tey sálarsjúku. Bæði álitið og serforsorgin mæla til, at virkishús verður gjørt til tey sálarsjúku, tí at tað er neyðugt at sálarsjúk hava okkurt at fara til, og hava ein innihaldsríkan gerandisdag, eftir at tey eru útskrivað av psykiatrisku deildunum. Serforsorgin ynskti 7 mió. krónur til tey sálarsjúku, men einki er sett av.
Sinnisbati heitir tí á fíggjarnevndina og løgtingið um at kanna hesi viðurskifti, og játta 10 mió. krónur til tey sálarsjúku á fíggjarlógini fyri 2002, og sum heild raðfesta tey sálarsjúku hægri.









