Eingi stór skip á Fuglafjørð uttan loðs

Uppgávurnar hjá Rólanti Højsted, havnarstjóra, eru mest inni á skrivstovuni, har hann skal samskipa arbeiði og skriva rokningar fyri gjøld og ymiskar tænastur. – Umframt tað dagliga við skipum, er tað eisini okkara uppgáva at ansa eftir, at havnalagið er reint og ruddiligt, sigur havnarstjórin

FUGLAFJØRÐUR

Hósdagin var Sosialurin inni á gólvinum á Havnarskrivstovuni í Fuglafirði, har vit hittu Rólant Højsted, sum er havnarstjóri í Fuglafirði, men býr á Eiði.
Hann hevur røkt starvið sum havnarstjóri síðan í januar 2009. Aftrat sær hevur Rólant tveir havnarumsjónarmenn, og tá mest er at gera, noyðast teir eisini at hava onnur fólk til hjálpar, sum ringt verður eftir. Hetta er serliga, tá stór skip koma á Fuglafjørð og tørvur eitt nú er á loðsi.
Hendan dagin, vit gingu eftir bryggjuni saman við havnarstjóranum, lógu trý stór skip á Fuglafirði. Uppisjóvarskipið Jupiter, og síðan ein stórur russiskur trolarin, sum lá uttaná einum stórum farmaskipi, ið tók ímóti svartkjafti hjá trolaranum.
Ein annar stórur russiskur trolari hevði júst verið á Fuglafirði og hevði umskipað veiðina umborð í farmaskipið, men hesin var farin nýggjan túr.
- Nú svartkjaftakvotan er so lítil, verður eisini avmarkað, hvussu nógv virksemi verður av slíkum slag í ár, sigur havnarstjórin.

Pappír og fyriskipan
Uppgávurnar hjá Rólanti Højsted eru mest inni á skrivstovuni, har hann skal samskipa tað arbeiði, sum gerast skal við bryggjukantin. Hann hevur eisini til uppgávu at skriva út rokningar fyri ymisk gjøld, ið skipini, sum koma á Fuglafjørð, skulu rinda, eins og fyri tær veitingar og tænastur, sum tey fáa frá Fuglafjarðar havn.
- Í løtuni er gott pláss við bryggjuna, men tað hendir meiri enn so, at tað er trongligt, tó at vit hava eitt stórt havnalag.
Hann vísir á, at tá stórar bunkringar, landingar til Havsbrún og skip liggja við bryggju og umskipa veiði umborð á stór farmaskip – og at alt hetta fer fram samstundis – ja, tá kann bryggjukanturin viðhvørt gerast ov lítil. Tað kemur meiri enn so fyri, sigur hann, at teimum vantar pláss við bryggjuna.
Rólant sigur, at nakrar landingar vóru til Havsbrún í februar og mars. Hetta vóru serliga íslendsk og norsk skip, umframt føroysk skip, sum eitt nú fiskaðu lodnu í Íslandi.
- Annars var januarmánaði slakur, men hinir báðir, februar og mars, hildu stand, leggur hann aftrat.

Ymiskar uppgávur
Men hvat gera fólk á eini Havnarskrivstovu ella niðri á bryggjuni, tá friðarligt er við havnarlagið?
- Vit hava eisini um hendi ymiskt viðlíkahald av havnini, eins og okkara uppgáva er at ansa eftir, at havnalagið er reint og ruddiligt. Tey, sum hava virksemi við havnalagið, skulu halda skil á sínum øki.
Rólant sigur, at uppgávan er eisini at taka ímóti spillolju og burturkasti frá skipum, eins og hesi skulu bindast og loysast, tá tey koma og fara.
- Tá mest er at gera, skulu kanska eini 10 skip avgreiðast eitt vikuskifti, og tað er eisini komið fyri onkuntíð, at tey øll skulu hava loðs, leggur hann aftrat.

Krevja loðs
Havnarstjórin vísir á, at tað er ikki vanligt, at føroysk skip skulu hava loðs, tí tey vanliga eru staðkend.
- Hinvegin skulu mest sum øll stór fiski-og farmaskip, sum koma á Fuglafjørð, hava loðs, og sama er við stórum útlendskum skipum, sum koma at bunkra tungolju.
Rólant Højsted sigur, at Fuglafjarðar havn loyvir ikki stórum skipum inn á vánna uttan so, at tey hava loðs – ella at tey eru rættiliga staðkend.
- Men tað eru eisini tey flestu skipini, sum sjálvi vilja hava loðs, leggur hann aftrat.

Hóvligur vøkstur
Árið 2010 royndist annars væl hjá Fuglafjarðar Havn. Vitjaninar øktust úr 759 skipum í 2009 upp í 855 skip í 2010. Bruttotonagan (BT) øktist úr 1.370.000 í 2009 upp í 1.644.000 í 2010.
Rólant Højsted vísir á, at av samlaðu vitjanunum í 2010 vóru tey 254 skipini útlendsk, og umboðaðu hesi 1.100.000 BT. Samlaði vøruflutningurin yvir bryggjukantin var í 2010 tilsamans 265.000 tons – og í 2009 var hann 300.000 tons.
- Minkingin stavar frá fleiri vørubólkum, sigur hann.
Samlaðu inntøkurnar hjá Fuglafjarðar Havn vóru í 2010 umleið 7,7 miljónir krónur, og hetta er einar 800.000 krónur meiri enn í 2009.