Tíðindaskriv:
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) hevur sent Umhvørvisstovuni áheitan um at seta í gongd eina bráðfeingis verndarviðgerð sambært grein 27 í náttúruverndarlógini av Sandsvatni, Hálsavøtnunum og lendinum Millum Vatna - eitt av týdningarmestu fugla- og vistskipanarøkjum í Føroyum.
Talan er um eitt stórt og samanhangandi náttúruøki, sum fevnir um Sandsvatn, Stóravatn, Lítlavatn, Gróthúsvatn og lendið suðuri í Sandarhaganum. Økið er skrásett sum tað einasta IBA-øki (Important Bird Area) í Føroyum, og verður mett at hýsa størsta fuglamargfeldinum í landinum. Eisini er Sandsvatn Føroya týdningarmesta sjósílavatn.
FNU vísir á, at uppskotið um at føra vegir til Suðuroyartunnilin gjøgnum hesi øki, kann fáa óbótaligar avleiðingar fyri fuglalív, vistskipanir og lívmargfeldi.
– Økið Millum Vatna og vøtnini kring Sands bygd eru náttúruøki av serligum slag, sum hava bæði vistfrøðilig, mentanarlig og landslagslig virði. Tí eiga økini at verða vard beinanvegin, áðrenn ætlanir um vegagerð fara ov langt, sigur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.
Í áheitanini minnir FNU á, at Umhvørvisstovan longu í sínum hoyringssvari til uppskotið um projektering av Suðuroyartunlinum staðfestir, at økið umleið Sandsvatn, Gróthúsvatn, Stóravatn og Lítlavatn hevur serlig náttúruvirði, sum sambært náttúruverndarlógini eiga at verða vard.
Harumframt leggja Tjóðsavnið, Hagafelagið og fleiri aðrir partar í sínum egna tilfari dent á, at økið hýsir stórt tal av reiðrandi vaðfugli, sjáldsamar plantur og serligt lendi, sum í stóran mun er órørt.
– Tíðin er komin at seta fótin niður. Vit mugu tryggja, at náttúran ikki verður oyðiløgd av verkætlanini, tá hon kann leggjast øðrvísi, sigur FNU.
Felagsskapurin heitir tí á Umhvørvisstovuna um at taka málið upp til bráðfeingis viðgerð alt fyri eitt.
FNU hevur í hoyringssvari sínum eisini gjørt vart við, at øki í Suðuroynni og Skúvoynni skulu kannast betur, áðrenn vegaføring verður endaliga vald.











