Hann eggjar teimum ungu til at roykja eina joint - tað vil siga eina marijuana sigarett - áðrenn sessiónina um upptøku til herin. Tá verða teir vrakaðir við læknakanningina, eru ráð hansara.
- Vit hjálpa fegin við ráðum og vegleiðingum um, hvussu tú kanst blíva avvístur, sigur van Aken við týska miðilin t-online.
- Til dømis verður sagt, at ein ordilig joint áðrenn sessionina kundi hjálpt tær at verða mettur at vera ógegnigur, leggur hann afturat.
Stjórnarsamgongan hjá Friedrich Merz, kanslara, gjørdi fyrr í hesum mánaðinum semju um nýggjar reglur um hertænastu.
Tað verður í fyrstu atløgu grundað á sjálvbodna tænastu. Men um nóg nógv ikki melda seg til, má rekrutering gerast millum ungar menn - sum so kunnu vrakast fyri til dømis at vera ov ávirkaðir av euforiskum rúsevnum.
##med2##
/Ritzau/












