Ein dystur er í dag leiktur í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.
Í høllini á Skála eydnaðist tað VB at vinna 28-25 á StÍF. Í steðginum vóru vágskvinnur á odda 14-12. Tá 54 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 22-22. Tveir minuttir seinni var VB á odda 25-22, og tær sleptu ikki leiðsluni aftur.
Emmy Ingibjørg Kass var við seks málum toppskjútti hjá StÍF. Angela Sigga Birgisdóttir var við níggju málum toppskjútti hjá VB.
VB, Kyndil og Neistin hava øll tvey stig, meðan StÍF er aftast við ongum stigi. Kyndil og Neistin hava tó bert spælt ein dyst, meðan VB og StÍF hava spælt tveir dystir.
14. desember verður leikt soleiðis: Neistin-VB (13.30) og Kyndil-StÍF (17.00). 7. januar spæla Kyndil og Neistin seinasta dystin í bólkinum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum StÍF-Neistin 25-28 (12-14):
##med2##












