Eingin afturgongd í væntu í búskapinum

Tíðirnar eru góðar, búskapurin koyrir við fullari ferð. Eingin niðurgongd er at hóma í nærmastu framtíð, heldur Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, men kortini verður ov lítið lagt til síðis til verri tíðir

 Yvirhøvur er føroyski búskapurin rættiliga væl fyri. Nógv ferð er á búskapinum, og útlit eru í løtuni ikki fyri konjuktursveiggi hinvegin, sigur Djóni Højgaard.

– Føroyski búskapurin er í einum hákonjukturi nú, og vit hava seinasta árið sligið met fyri til dømis arbeiðsloysi. Seinasta uppgerðin vísti eitt arbeiðsloysi up á 0,9 prosent, sum er tað lægsta, ið vit hava sæð yvirhøvur. So frætt eg klári at síggja, er hetta eisini heimsmet. Tað koyrir rímiliga skjótt í føroyska búskapinum.

- Vøksturin sær eisini út til at hava verið stórur í 2019. Hóast tað er trupult at hugsa sær, at høgi vøksturin fer at halda fram, so eru ikki útlit fyri stórum bakkøstum fyri búskapin, sigur Djóni Højgaard og leggur aftrat, at hann væntar, at útflutningurin fer ivaleyst at vera á sama støði, umframt at makrelkvotan hækkar í ár.

  

Allar resursir verða brúktar

Av tí at búskapurin koyrir so skjótt, so dugir Djóni Højgaard ikki at síggja, at har eru nógvir møguleikar eftir at troyta í løtuni. Ikki er nokk av arbeiðsmegi í Føroyum, og tann trupulleikin ger, at tað ber ikki til at vaksa um búskapin munandi.

­– Vit brúka so at siga allar tær resursir, sum vit hava. Har eru so at siga eingi arbeiðsleys í Føroyum. Búskapurin koyrir so skjótt, sum hann kann, sigur Djóni Højgaard og leggur aftrat, at tað tí kann vera torført at síggja, hvussu vit brádliga skulu fáa hægri vøkstur, enn vit høvdu í 2019.

– Hvar skal tann vøksturin koma frá? Tú fært ikki fleiri fólk í arbeiði, uttan at tey koma aðrastaðni frá, sigur Djóni Højgaard.

 

Djóni Højgaard heldur eisini, at tað er ein stór avbjóðing fyri tær føroysku vinnufyritøkurnar, sum standa og mangla arbeiðsmegi.

– Vit fara nokk at síggja, at har verður ein tillaging í føroyska arbeiðsmarknaðinum, har arbeiðsmegi fer at leita frá vinnum í aðrar. Har er stór kapping um ta arbeiðsmegina, sum er. Eitt, ið verður spennandi at fylgja við í, er, hvussu samráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum verða, sum fara at vera í næstum. Soleiðis, sum búskaparstøðan er, kunnu vit rokna við einum ávísum prísvøksturi.

Metir tú, at fakfeløgini standa sterkari til komandi samráðingar, nú tíðirnar eru so góðar?

– Tað rokni eg við, ja.

 

Útreiðslurnar vaksa, inntøkurnar minka

Tá spurdur um fíggjarlógina, ið varð samtykt beint fyri nýggjár, sigur Djóni Højgaard, at tað eru serliga broytingar í pensiónslógini og á fiskivinnuøkinum, ið standa burturúr, sæð við eygunum hjá Búskaparráðnum.

– Í heila tikið er talan um átøk, ið kosta pengar. Tey geva minni inntøkur ella fleiri útreiðslur. Tað minkar um yvirskotið hjá landskassanum og minkar um møguleikarnar at standa ímóti, tá tað einaferð fer at ganga hinvegin.

 

Sum nevnt, er nógv ferð á búskapinum, og Djóni Højgaard heldur, at í løtuni eru ikki útlit fyri, at búskapurin brádliga skal venda, og at vit sostatt høvdu gingið móti verri tíðum. Skuldi rentan tó hækkað - sum altíð er ein møguleiki - kundi hetta havt ávirkan á búskapin.

– Vit síggja ikki nakað beint nú, men tað kann koma øgiliga skjótt. Vit síggja rundan um okkum, at vit fara at fáa eitt Brexit. Tað fer nokk ikki at ávirka føroyska búskapin so nógv. Tær avtalurnar eru upp á pláss, eisini við Bretland. Men tað er øgiliga skjótt, at tað kann ganga hin vegin aftur.

– Vit hava havt hækkandi sethúsaprísir rundan um Havnina og havt heilt lága rentu. Hóast tað ikki eru útlit fyri, at rentan hækkar beint nú, so er tað ringt at spáa um, hvat tað er, sum fer at henda. Ein rentuhækkan kann hava ávirkan á allan búskapin. Hóast vit ikki vænta eina rentuhækking, so kann ein rentuhækking skjótt hava eina ávirkan á forbrúkið í Føroyum.

 

Rentan kann ávirka

Ein hækking í rentuni ávirkar privatu húsarhaldini kring landið og hevur beinleiðis ávirkan á, hvussu nógv tey hava eftir hvønn mánaða. Hækkar rentan skulu húsaeigarar gjalda meira fyri síni lán, og fólk fara at aftra seg meira við at taka upp nýggj lán til íløgur og útreiðslur.

– Tað minkar um tøku inntøkuna og samlaða eftirspurningin í búskapinum, sum síðani leiðir til avdempning av samlaða búskapinum.

Hóast búskapurin hevur tað gott, so er landskassin ikki nóg sterkur, og tað kann koma Føroyum aftur um brekku, skuldi tíðirnar brádliga blivið verri, heldur Djóni Højgaard.

– Har eru nógv ting, ið kunnu hendan uttanfyri Føroyar. Og tað er serliga tá, at landskassin skal vera nóg væl fyri til at kunna halda eitt stabilt støði. Hóast búskapurin er væl fyri, so er landskassin ikki betri fyri í dag, enn hann var í 2008 at taka ímóti teirri kreppu, ið kom tá. Og hana sá mann ikki serliga væl koma.

Djóni Højgaard sigur tó, at langa rentan er eisini lág, og marknaðurin væntar ikki rentuhækkingar í næstum.

 

Landskassin er ikki nóg væl fyri

Hóast búskapurin er væl fyri, so verður ov lítið gjørt burturúr at leggja upp fyri verri tíðum, heldur Djóni Højgaard. Neyðugt er at hava pening til taks, soleiðis at samfelagshjólini kunnu haldast koyrandi hóast niðurgongd í konjukturinum.

- Frá almennari síðu sær tað ikki út til, at nógv verður gjørt fyri at tátta í, men útreiðslurnar lata seg heldur ríva við. Tað er kanska tann stóra avbjóðingin í komandi tíðum, tí landskassin er hvørki nóg væl fyri til at taka ímóti teimum bakkøstum, sum kunnu vera upp á stutt skygt, ella haldførisavbjóðingini upp á longri skygt. Tað er stóra avbjóðingin, ið verður bæði í 2020 og frameftir. Tað, at gera neyðugar tillagingar til almennu fíggjarviðurskiftini, serliga hjá landinum.

 

Tað er greitt, at tær tillagingar, ið skulu gerast, skulu styrkja búskapin yvir longri sikt, greiðir Djóni Højgaard frá. Føroyski búskapurin hevur í alt ov stóran mun verið konjukturstyrkjandi, og nógv verður brúkt, tá tíðirnar eru góðar, so lítið og einki liggur eftir at brúka, tá tíðirnar eru verri aftur.

– Tillagingarnar eru at fáa inntøkur og útreiðslur at javnviga betri, serliga upp á longri sikt. Tað vil siga, at soleiðis sum búskaparstøðan er í løtuni, áttu vit at havt størri yvirskot at halda eina javna gongd yvir tíð. Men tað vísir seg, at tá tað gongur væl, hava politikkarar lyndi til at geva. Tað vil siga, at tá inntøkurnar eru stórar, so fara útreiðslurnar automatiskt upp, so geva teir tann vegin. Tað sóu vit eisini til seinastu fíggjarlóg, at teir geva nógv út, kanska eisini beint aftaná eitt valstríð, har nógv varð lovað.

 

Verri enn í 2008

Tá spurdur um, hvussu nógv skal vera eftir í landskassanum, áðrenn Búskaparráðið kann siga, at landið er til reiðar at standa ímóti í verri tíðum, hevur Djóni Højgaard einki ítøkiligt svar. Djóni Højgaard vísir tó á, at sum so er landskassin verri fyri, enn hann var undan kreppuni í 2008.

– Eg vil siga tað soleiðis, at tá var nettoogning hjá landinum sirka null, men vit nú hava eina nettoskuld upp á eina milliard. Tær avbjóðingarnar, ið vit hava upp á longri sikt, eru ikki vorðnar minni í hesum tíðarskeiðnum. Við verandi búskapargongd áttu vit at havt væl størri yvirskot á fíggjarlógini í løtuni, enn vit hava. Eisini so at vit sleppa undan at tátta í, tá tað gongur hin vegin.