Nýggj avtala um koyring av dialysusjúklingum

Í desember varð avtala gjørd millum Sjúkrahúsverkið og P/F Auto um koyring av dialysusjúklingum til og frá viðgerð

Síðani 2022 hevur Fjarðataxi røkt dialysukoyringina fyri Sjúkrahúsverkið. Hetta hevur verið eitt gott samstarv, sum Sjúkrahúsverkið hevur verið sera fegið um. Nú nýggj avtala er gjørd við Auto um koyring av dialysusjúklingum, vilja vit nýta høvið at takka Fjarðataxi fyri eitt gott samstarv hesi árini, og fyri teirra íkast til heilsutænastuna.

 

Komandi trý árini verður tað Auto, sum skal røkja koyringina. Hetta verður gjørt við tveimum nýggjum bilum, sum eru útgjørdir við hentleikum, ið eru lagaðir til sjúklingar, sum hava serligan tørv. Bilarnir eru útgjørdir við lyft og eru sera rúmligir.

 

- Dialysusjúklingar hava tørv á regluligari koyring, og tí er tað av stórum týdningi, at hendan tænastan er álítandi og væl skipað. Við hesi avtaluni kunnu vit framhaldandi bjóða eina álítandi og samanhangandi tænastu frá byrjan til enda, skrivar Sjúkrahúsverkið.